hósdagur 8. januar 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. januar 2015
sosialurin 3
6
Randi Jacobsen
Á
gólvinum heima hjá
Helen á Lakjuni og
Gunnar Hjelm situr
dóttirin Tea. Lítið veit
hon um, hvat hon og foreldrini hava
verið ígjøgnum.
Foreldrini bæði eru í farloyvi,
mamman í barsilsfarloyvi, men
einki pinkubarn er í húsunum. Ikki
longur. Dreymasonur teirra doyði 13.
Desember 2014.
Helen og Gunnar bera djúpa sorg,
men Gunnar orkar kortini at siga frá
tí vantandi forstáilsinum, tey hava
møtt frá almennu myndugleikunum.
Helen á Lakjuni og Gunnar Hjelm
komu saman í 2012, og 1. juli árið eftir
fingu tey dóttrina Teu.
Men lítla Tea fekk eina harða
byrjan í lívinum.
Gunnar greiðir frá, at tey tá búðu
í Fuglafirði, og tey skuldu fara til
Danmarkar við Norrønu.
– Á veg til Havnar fær Helen
ringa pínu um magan. So ringa, at
vit endaðu á Landssjúkrahúsinum.
Á skaðastovuni tók serlæknin
Steintóra
Samuelsen
ímóti.
Blóðtrýstið hjá Helen var uppi
ígjøgnum og har varð staðfest, at
Helen hevði forsturvatnseitran.
– Steintóra tók beinanvegin
avgerð um at fara á føðideildina við
Helen. Hon varð skannað, og tá var
greitt, at lítla barnið tók ikki føði til
sín orsakað av fosturvatnseitranini.
Barnið mátti takast beinanvegin, og
soleiðis kom Tea í verðina bara 37 cm
long og 990 gram. Tað var tríggjar
mánaðir ov tíðliga.
Eftir at hava búð tveir mánaðir
á sjúkrahúsinum, sluppu mamma
og dóttir endiliga heim í september.
Men í desember fekk Tea krím og
varð aftur innløgd. Hon tók ikki uppá
og mátti tí verða matað við sondu í
fleiri mánaðir.
Í januar fekk hon aftur krím, og
tey fóru aftur á Landssjúkrahúsið.
Men nú varð staðfest, at talan ikki
bert var um krím. Lítla Tea hevði eitt
stórt hol í hjartavegginum, og í skundi
vórðu tey send á Ríkissjúkrahúsið.
Umframt hjartatrupulleikan
hevði hon vandamiklar bakteriur
í lungunum, og so hevði hon eisini
bruna í hálsinum.
– Í sjey langar vikur var hon
innløgd á Ríkissjúkrahúsinum og
fekk penicillin gjøgnum æðrarnar.
persónssøga
mistu
dreyma
sonin
Tað var næstan
sum at fáa deyðs
boðini. Eingin
trýr, hvussu hart
tað var. Fyrst
allir trupulleik
arnir við Teu, og
so Mika, sum var
deyðasjúkur
Helen á Lakjuni og Gunnar Hjelm hava havt tað hart saman seinasta hálva annað
árið. Fyrst fingu tey hjartasjúku Teu, og í desember mistu tey hálvt árs gamla sonin
Mika. Omaná alt tað hava tey havt eitt tógvið stríð við almennu myndugleikarnar
Mynd: sigmar mørkøre
Gunnar situr við lítlu Teu,
sum í desember mistir
lítlabeiggja sín, Mika
Helen og Gunnar