Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. januar 2015 sosialurin 3 7 Helen á Lakjuni og Gunnar Hjelm hava nýtt nógva tíð á sjúkralegu við børnunum. Dótturin Tea er ov tíðliga fødd og hjartasjúk, og sonurin Mika leið av svárari vøddasjúku. Vit fingu at vita, at um Tea ikki treivst og tók uppá sum vanligt, skuldi hon leggjast undir skurð. Skurðalæknarnir royndu tó alt fyri at bíða sum longst, so Tea kundi blíva eitt sindur sterkari, áðrenn tað varð gjørt. Helst skuldi hon vera umleið trý ára gomul ella viga 15 kilo. Tey sluppu heimaftur, men hetta var ein strævin tíð hjá Helen og Gunnari. Gentan skuldi hava mat triðja hvønn tíma, og neyðugt var at halda eyga við henni 24 tímar um samdøgrið. Umsíðir var sondan tikin frá henni aftur, og hon kundi fáa vanligan barnamat. Hvørja viku máttu tey tó inn á Landssjúkrahúsið at viga og kanna Teu, tí hon mentist so seint. Men mitt í øllum gjørdist Helen aftur upp á vegin, og 24. juni fingu tey sonin Mika, sum fyri tey var eitt dreymabarn. Hann var fullborin og væl skaptur. Men í juli varnaðist Helen, at okkurt var galið við beiggjanum. Hann megnaði hvørki at lyfta armar, bein ella høvd. – Vit ringdu beinanvegin á barnadeildina á Landssjúkrahúsinum og spurdu, hvat væntast kundi av einum 4-5 vikur gomlum barni. Tey bóðu okkum fara til kommunulæknan, og hesin bað okkum fara beint á Landssjúkrahúsið við Mika. Sama dag varð øll familjan innløgd. – Eg vónaði innast inni, at drongurin hevði eina stoffskiftissjúku, sum hann kundi fáa viðgerð fyri, men so var ikki, sigur Gunnar hugtungur. – Barnalæknin Elmar Ósá spurdi, um nakar í ættini hevði havt vøddasjúku. Eg gjørdist skakkur og kundi siga honum, at eg hevði ein lítlabeiggja, sum doyði ungur av onkrari vøddasjúku, ið eingin her kendi nakað til tá, greiðir Gunnar frá. – Nakað seinni kallaði Elmar Ósá okkum til samtalu, og hann hevði ikki nøkur góð boð at bera okkum. Lítli Mika leið av ringastu vøddasjúku. Orsøkin var óivað eitt brek í ílegunum, og vit fingu at vita, at livialdurin í mesta lagi fór at verða 12 til 18 mánaðir. – Tað var næstan sum at fáa deyðsboðini. Tað var hart at fáa at vita, at drongurin ikki kundi sleppa at liva longur. Hann var jú púra í ordan á mangar mátar og fylgdi væl við. Eingin trýr, hvussu hart tað var. Fyrst allir trupulleikarnir við Teu, og so Mika, sum var deyðasjúkur. Einaferð enn máttu tey á Ríkissjúkrahúsið, hesuferð við soninum, men har fingu tey somu boðini. Einki var at gera. Eg bað mangar ferðir til Gud um at sleppa at halda jól við honum, men tað ynskið gekk ikki út Gunnar Hjelm framhald... Myndir: privat