Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. januar 2015 sosialurin 3 8 – Vit fingu at vita, at vit bara skuldu njóta Mika, so leingi vit høvdu hann. – Eg bað mangar ferðir til Gud um at sleppa at halda jól við honum, men tað ynskið gekk ikki út, sigur Gunnar lágmæltur. Tað gekk bara afturá við Mika, og seinastu tíðina var heimið sum eitt annað sjúkrahús. Drongurin tók ikki ilt til sín og mátti hava súrevni. –Tað stóð nógv á, og barnalæknin Elmar Ósá skrivaði til Almannaverkið og greiddi frá, at Mika var deyðiliga sjúkur, so at eg noyddist at vera heima, og tí var neyðugt við fíggjar­ ligari hjálp. Tað er jú so, at hóast børnini gerast álvarsliga sjúk, koma rokningarnar hvønn mánað, og tær skulu rindast. – Men tá merkti eg veruliga, hvat tað var at hava tvey sjúk børn og koma í klørnar á tí almenna, sigur Gunnar Hjelm, sum ikki kundi fáa meiri enn eitt vist fyri mista inntøku, hóast rokningarnar hvønn mánað framhaldandi vóru tær somu. Mitt í sorgini um lítla dreingin, sum støðugt versnaði, og lítlu gentuna, sum framvegis kravdi nógv, var tað steinur omaná byrðu at stúra fyri fíggjarviðurskiftunum. Gunnar spurdi tí, um hann ikki kundi arbeiða hálva tíð afturat inntøkumissium, so inntøkan ikki minkaði so nógv, men svarið var, at so mikið minni fekk hann frá tí almenna, tí loftið var tað sama. –  Tá tað vóru treytirnar loysti tað seg ikki at arbeiða, og í staðin var eg heima saman við familjuni og mínum deyðssjúka soni. Samstundis royndi hann tó at finna eina loysn á fíggjarliga Gunnar greiðir frá, at hann var á einum fundi fyri og øðrum eftir við almannaverkið, men eingin meira hjálp var at heinta. Í slíkum førum bar áður til at fáa upp til fullan inntøkumiss, men Gunnar fekk at vita, at lógin varð broytt í 2010, tí onkur skipari hevði fingið so nógv frá tí almenna, at sitandi samgonga setti eitt hágmark. – Eg meini so við, hví ikki visitera í hvørjum einstøkum føri? So nógvar familjur koma ikki í slíka støðu, og hví skal ein familja í hesi ringu støðu vera noydd at brúka kreftir upp á at berjast við almennu skipanina, fyri at fáa endarnar at røkka saman, spyr Gunnar Hjelm. – Tá man fær eitt sjúkt barn, ella sum í okkara føri tvey sjúk børn, sum krevja so nógv av okkum sum foreldrum, so hevur man ikki brúk fyri at verða revsaður fíggjarliga afturat. Mika vildi ongantíð komið at kostað almennu skipanini nógvar pengar, tí hansara livitíð var so avmarkað – men hóast tað, var eingin hjálp at heinta. – Jú, eitt sindur av hjálp var, leggur Gunnar speiskliga afturat – vit fingu heimahjálp ein tíma um vikuna til gólvvask. – Vit fingu at vita, at vit kundu søkja um umlætting í samband við Mika, tí tað høvdu vit rætt til. Men til tað krevst, at tað almenna skal søkja eftir fakfólki. Hví so ikki heldur stuðla pápanum at vera heima, tá vit nú helst vildu tað? Tað hevði verið nógv bíligari fyri alla skipanina og betri fyri okkum sum familju. Familjan søkti um umlætting, men svar kom ongantíð upp á umsóknina. – Mika doyði 13. desember. Vit hava framvegis ikki fingið svar upp á umsókn okkara um umlætting, og vil eg siga, at hetta er rættuliga skelkandi fyri okkum sum foreldur. – Eg eri vísur í, at tá andlátið av Mika bleiv lisið í útvarpinum tann 14. desember, sótu politikarar og málsviðgerar og skammaðust um handfaringina av málinum um okkara elskaða son, Mika á Lakjuni Gunnarsson. persónssøga Helen á Lakjuni og Gunnar Hjem mistu sonin Mika. Tey hava eftir lítlu Teu, sum gongur í vøggustovu og má hava stuðul, tí hon er so veik. Bæði Gunnar og Helen eru sjúkra­flutningsfólk, og Helen er harumframt sjúkrarøktarføðingur Takksom í sorgini Tey hava alt gott at bera Landssjúkrahúsinum, sjúkraflutnings­tæn­ astuni, læknanum Steintóru Samuelsen og serstakliga barnadeildini við Elmari Ósá á odda, sum hevur verið fantastisk fyri teirra børn og tey sum foreldur. – Barnalæknin hevur allan vegin ígjøgnum verið ótrúliga dugnaligur. Hann hevur verið professionellur, og hann hevur verið sera opin um sjúkuna hjá Mika, soleiðis, at vit allatíðina hava kent okkum trygg, tí vit hava fingið svar uppá allar spurningar. Tá man sum í okkara føri fær tvey sjúk børn, so hevur man ikki brúk fyri at verða revsaður fíggjarliga afturat  Gunnar Hjelm er sjúkrameldaður til 28. februar. Hóast sorgin ikki hevur lagt seg, gleðir hann seg til at koma aftur á beint og liva eitt vanligt lív aftur. Mynd: Sigmar Mørkøre Mynd: privat Lítli Mika gjørdist seks mánaðar gamal