hósdagur 8. januar 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. JANUAR 2015
SOSIALURIN 3
9
Hjálpa tað vit kunnu
DANJAL AV RANA
Hallur Thomsen, depilsstjóri á
Almannaverkinum, kann ikki
gera nakra viðmerking til hetta
ávísa málið, men harmast um, at
fólk annars kunnu koma í eina
tílíka støðu.
- Almannaverkið hevur nakrar
leiðreglur at fylgja, ið verða ásett
ar av Almannamálaráðnum.
Tá talan er um endurgjald fyri
inntøkumiss, er hámarkið sett
til 25.000 krónur og so kann Al
mannaverkið ikki játta meiri enn
tað, sigur hann.
Hallur Thomsen sigur, tá
Almannverkið fær slíkar um
sóknir, verður umsóknin altíð
viðgjørd eftir tí leisti, ið vil
geva umsøkjaranum hægsta
útgjaldið.
- Um tað er so, at umsøkjarin
uppfyllir treytirnar bæði fyri
sjúkradagpening og endurgjald
fyri mista inntøku, leggja vit
dent á at tryggja okkum, at um
søkjarin fær so høgt útgjald sum
gjørligt, sigur hann.
Umframt sjúkradagpening og
endurgjald fyri mista inntøku, ber
eisini til at søkja um endurgjald
fyri øktar útreiðslur orsaka av
sjúku barnsins. Útreiðslur, ið
koma av sjúku barnsins kunnu
so endurgjaldast.
- Í slíkum førum verða út
reiðslurnar til sjúka barnið
samanbornar við útreiðslurnar
fyri eitt frískt barn, og so verður
munurin endurgoldin, sigur
Hallur Thomsen.
Hann ásannar, at hjá nógvum
vil úrslitið vera, at mánaðarligu
inntøkurnar lækka, so leingi sum
útgjaldið frá Almannaverkinum
stendur við.
- Tað er sera harmiligt, at
hetta kann hava slíkar keðiligar
avleiðingar við sær, men Alman
naverkið roynir at hjálpa, so
nógv vit kunnu, innan fyri tær
rammur, vit hava at fyrihalda
okkum til, sigur Hallur Thomsen
at enda.
DANJAL AV RANA
Í
slíkum førum, tá eitt barn
gerst álvarsliga sjúkt ella ber
varandi brek, hava foreldur
tveir møguleikar at søkja um
hjálp frá Almannaverkinum.
Annar møguleikin er at fáa sjúkra
dagpening, um tú mást fara frá arbeiði
og missir inntøku í tí sambandi. Í hes
um føri er treytin, at talan eru um
álvarsligan heilsuvanda ella at vandi
er fyri lívinum hjá barninum. Sum
dømi kunnu nevnast blóðtøppur,
skurð-viðgerir í heilanum, ferðslu- og
brunaskaði.
Sjúkradagpeningur er eitt fult
ella lutvíst endurgjald fyri miss
av inntøku. Inntøkumissur upp til
eina hámarksupphædd kann end
urgjaldast. Hendan hámarksupp
hæddin er 80% av eini vanligari
arbeiðsmannaløn fulla tíð, tað vil siga,
18.299 krónur um mánaðin, áðrenn
skatt. Treytin fyri at fáa dagpening er,
at viðkomandi ikki hevurrætt til løn
undir sjúku hjá barninum. Lækna
váttan krevst, sum sigur, at sjúkan
ger tað alneyðugt, at annað ella bæði
foreldrini eru um sjúka barnið.
Hin møguleikin er at fáa endur
gjald fyri mista arbeiðsinntøku, um
støðan hjá barninum og familjuni er
so, at tað er neyðugt hjá foreldrunum
at vera frá arbeiði. Endurgjald fyri
mista inntøku verður oftari nýtt, tá
talan er um børn, ið bera brek ella
hava kroniska sjúku. Endamálið við
hesum stuðlinum er, at stuðla og
lætta um hjá familjuni at uppihalda
barninum í heiminum. Um tað er
neyðugt at annað ella bæði foreldrini
mugu frá arbeiði í styttri ella longri
tíð, er møguligt at fáa endurgjald fyri
mista inntøku. Hámarksupphæddin í
hesum føri er 25.000 krónur um mán
aðin, áðrenn skatt.
Umframt hetta er møguligt at fáa
endurgjald fyri meirútreiðslur, til
dømis fyri ávísar neyðugar viðgerðir
hjá barninum.
Avgerðirnar hjá Almannaverki
num um stuðul skulu verða grund
aðar á eina heildarmeting av støðuni
hjá barninum og familjuni. Almanna
verkið innheintar tí eina lænkaliga
lýsing av sjúluni og avleiðingar
hennara fyri barnið og familjuna.
Harumframt verður ein sosialfaklig
lýsing fjørt av viðurskiftunum hjá
barninum og familjuni, og hvørjar
fíggjarligar avleiðingar, tað hevur fyri
familjuna. Við støði í heildarmetingini
verður avgerð tikin um, hvør stuðul er
neyðugur og rímiligur.
Hámarksloft
áljóðandi
25.000 krónur
um mánaðin
Sjúkradagpeningar ella endurgjald fyri
inntøkumiss eru møguleikarnir, um barn títt
gerst álvarsliga sjúkt. Tað mesta, ein kann fáa
afturgoldið er 25.000 krónur um mánaðin
Hallur Thomsen, depilsstjóri á
Almannaverkinum, harmast um,
at fólk kunnu koma í trupul kor
orsaka av ov lágum stuðuli frá
Almannaverkinum, men sigur,
at Almannaverkið ikki kann
fara út um sínar heimildir
Hámarkini á almennu út
gjaldunum, tá talan er um
sjúkradagpening og endurgjald
fyri inntøkumiss, eru ásett av
Almannamálaráðnum.
Heri Petersen, fulltrúi á Al
mannamálaráðnum, greiðir frá,
at hámarkið var sett í 2009. Hann
sigur, at tað var ikki eitt ávíst mál,
ið førdi til, at hámark varð sett á
útgjaldið, men at útreiðslurnar
sum heild øktu nógv.
- Árini undan 2009 øktu út
reiðslurnar á økinum nógv, og í
2009 sóu vit, at játtanin ikki fór at
halda longur. Landsstýrið ynskti
tí at tálma útreiðsluvøkturin. Tí
skil gjørdist neyðugt at tillaga
skipanina, og eitt av tiltøkunum
var at seta hámark á útgjaldið,
sigur hann.
Heri Petersen greiðir frá, at
tað altíð er torført at áseta upp
hæddir í slíkum førum, tí ringt er
at siga, at ein upphædd er rættari
enn ein onnur.
- Vit valdu at knýta okkum
at somu upphædd sum barsils
skipanin nýtti og tí gjørdist tað
25.000 krónur. Tað var eisini ein
upphædd, sum merkti, at játtan
in á økinum fór at halda og tí
kom lógarbroytingin í gildi frá 1.
juli, sigur Heri Petersen.
Útreiðslurnar
máttu tálmast