hósdagur 8. januar 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. januar 2015
sosialurin 3
10
Tøkniligi
heimurin
hjá okkara
børnum
Barbara Holm
E
in eyðsæddur partur av
okkara fríløtum í dag
eru merkt av, at børn
sum vaksin sita við hvør
sínum skermi og lata seg innliva
í ein tilgjørdan internetheim.
Børnini sita hvør við sínum
teldli, tey vaksnu við hvør sínari
snildtelefon, og alt meðan sjón
varpið vísur nýggjasta netflix
filmin.
Vit eru í jólahýri, men tøknin
hevur fingið fastatøkur á okkum
øllum – eisini okkara børnum.
Í temanum í Sosialinum
hesaferð fara vit at seta fokus á
hvørjar avleiðingar tað fær fyri
okkara børn og ungu, at tey eru
so knýtt at tøkniligu leikunum.
Duga føroysk børn enn at spæla
sjálvi? Fær tíðin við teldlinum
avleiðingar fyri okkara kreativu
síðu? Og hvørjar reglur hava
føroyskar familjur fyri internet
nýtslu? Tað er nakað av tí, sum
vit fara at viðgera í temanum
hesaferð.
Jólini eru júst farin afturum okkum, og við jólahugna, góðum mati,
góðgæti fyri allar pengarnar og jólagávum hava vit enn einaferð
slept gerandisdegnum eina løtu fyri heldur at bjóða jólunum innum.
Men eins og gerandisdagurin eru jólini broytt seinastu árini
Sambært
donsku Gallup
kanningini eru tað 9%
av dreingjum í millum
10 og 12 ár, sum
nýta Instagram
dagliga
Kanningina gjørdi danska Miðla
ráðið fyri Børn og Ung, og DR
Miðlagransking. Endamálið við
kanningini er at avdúka, nær gentur
og dreingir fáa áhuga fyri sosialum
miðlum sum til dømis Instagram,
Snapchat, Facebook og líknandi.
Kanningin vísti millum annað, at
gentur fáa skjótari áhuga fyri sosial
um miðlum enn dreingir.
Eitt brot av kanningin er her. Øll
kanningin er at finna á: dfi.dk/Boern_
og_unge/Medieraadet/Internet-og-
mobil/Viden-og-Publikationer
Gentur og sosialir miðlar
7-8 ára gamlar gentur
gentur Fyri gentur í hesum aldurs
bólki snúgva spælivanarnir seg bert
um sjálvt spælið. Tær skulu verja
sínar figurar og vinna sum mest við
teimum. Tey best umtóktu spølini
her eru MovieStarPlanet, Littlest
Pet Shop, goSupermodel, Hay Day
og partvíst Minecraft
8-9 ára gamlar gentur
Hesar gentur spæla tað sama, sum tær
í 7-8 ára aldrinum, men teirra áhugi
fyri spælinum er broyttur. Tað snýr
seg ikki einans um spælið, men eisini
um tað sosiala samskifti, sum er við
aðrar spælarar. Kanningin vísur tí, at
tað er í hesum aldursbólki, at gentur
taka sítt fyrsta stig móti sosialiari
samveru á netinum, og spælið gerst
ein platformur at samskifta við vinir.
9-10 ára gamlar gentur
Hesar spæla framvegis somu spøl, og
nú er hetta ein stórur partur av teirra
sosiala lívi. Tær byrja eisini í hesum
aldri at fara á aðrar platformar, t.d.
Instagram, Snapchat og líknandi.
11-12 ára gamlar gentur
Í hesum aldursbólki eru tær flestu
genturnar farnar burtur frá spølum,
og nýta heldur sosialar miðlar sum
t.d. Instagram, Snapchat og líknandi.
Ein donsk Gallup kanning frá 2013
vísir eisini, at 44% av 11-12 ára gomlum
gentum nýta Instagram dagliga.
Dreingir og sosialir miðlar
7-8 ára gamlir dreingir
Hesin aldursbólkurin er sum hjá
gentunum. Teir spæla bert fyri at
spæla, og eru ógvuliga áhugaðir í at
vinna spølini o.s.fr. Teir spæla mest
Minecraft, Clash of Clans og líknandi
krígs og strategi spøl.
9-10 ára gamlir dreingir
Hesir eru framvegis sera áhugaðir í
sjálvum spælinum, men tað er eisini
í hesum aldri, at dreingir byrja at
samskifta millum sín umvegis spølini.
Men samskifti snýr seg einans um
spælið, meðan genturnar samskifta
um onnur ting eisini. Harumframt
nýta hesir dreingir eisini Skype og
líknandi kjattmiðlar, men framvegis
eru teir ikki so áhugaðir í sosialum
miðlum.
10-12 ára gamlir dreingir
Hesir spæla framvegis nógv spøl,
og tað eru framvegis spølini, sum
hava størstan áhuga. Teir gera tó
fleiri ting samstundis: spæla, eru
á Skype, kjatta o.s.fr., og alt hetta
hevur til endamáls at betra um teirra
førleikar í spølunum. Tó so er nakað
av samskiftinum farið at snúgva seg
um onnur ting enn spølini.
Kelda: dfi.dk
Donsk kanning um spøl og sosialar miðlar
Í 2013 var ein kvantitativ kanning
gjørd millum 7 og 12 ára gomul
børn og teirra foreldur
tema
Børn og tøkni