hósdagur 8. januar 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. januar 2015
sosialurin 3
11
Visti tú?
Børn upptaka størri
nøgdir av stráling
enn vaksin
H
óast nýggja tøknin hevur
elvt til høvuðbrýggj hjá
summum foreldrum,
so hevur sama tøknin
eisini nøkur boð uppá, hvussu
foreldur skulu halda eitt vakið eyga
við ferðsluni hjá børnum á netinum.
Tað er nógv ein kann gera fyri
at fáa sítt barn at leggja tøkniligu
leikirnar frá sær. Millum annað ber til
at fáa sær eitt app. Her er eitt yvirlit
yvir nøkur tøknilig amboð, sum eru
til taks hjá foreldrum.
barbara@sosialurin.fo
App til foreldur
Strálingar frá tráðleysari útgerð kunnu
elva til krabbamein.
Børn upptaka størri nøgdir av stráling
enn vaksin, tí tey eru minni og hava tynri
beinagrind.
Talið av teimum, ið hava krabbamein í
heilanum, er vaksið við 21 prosentum
seinastu 10 árini í USA, og summir
læknar meta orsøkina vera øktu
fartelefonnýtsluna.
Bretskir myndugleikar søgdu í 2012,
at samanhangurin millum trivnað í
skúlunum – harundir økta talið av ADHD
sjúklingum – og nýtslu av tráðleysari
útgerð er staðfestur, og viðmældi, at
børn undir 14 ár ikki sluppu framat
tráðleysari tøkni.
Umfatandi kanning gjørd av University
of Exeter í 2014 vísir, at sáðgóðskan hjá
monnum versnar av fartelefonstráling.
Evropatingið mælti í 2009 til betri
upplýsing um heilsuvandar orsakað av
strálingini, sum nýmótans tøkni viðførir,
og at ansað varð serstakliga eftir
heilsuni hjá børnum og ungum í hesum
sambandi.
Í 2007 fráráddu týskir myndugleikar
nýtslu av tráðleysum interneti í skúlum
og ansingarstovnum, og tað sama gjørdu
russiskir myndugleikar í 2012.
Í fleiri kanadiskum skúlum er tráðleysa
internetið tikið burtur.
Í Belgia er tað forboðið at
marknaðarføra og selja fartelefonir
til børn undir sjey ár orsaka av, at øll
hjáárin av fartelefonnýtslu enn ikki eru
staðfest til fulnar.
»Parental TimeLock«
Setur avmarkaða tíð á dagligu nýtsluna
Við hesum kanst tú:
Seta eitt mark fyri, hvussu nógv barn títt kann nýta sína snildtelefon
og teldil um dagin.
Barn títt kann byrja og steðga klokkuni á appinum nær sum helst, so
øll spælitíðin ikki skal nýtast í einum.
Tá ið tíðin er farin verður spælið órógvað, so barnið leggur frá sær.
Appið koyrir av sær sjálvum, og verður klokkan sett av nýggjum
hvønn dag.
Hetta appið er tó bert til Apple vørur, iOS,
og kostar 7 krónur í AppStore.
»NetNanny«
Avmarkar hvørjar síður barnið kann vitja
Við hesum kanst tú:
Avmarkað atgongdina til síður sum vísa pornografiskt tilfar, naknar
kroppar, undirklæði, fosturtøkur, deyða og annað.
Tú gert sjálv/ur av hvussu nógv skal avmarkast.
Tú fært boð, tá barnið hjá tær hevur tikið niður eitt nýtt app.
Tú kanst eisini innstilla appið soleiðis, at einki annað app riggar á
útgerðini hjá barninum, uttan tína góðkenning.
Hetta appið er til Android og iOS og kostar áleið 32 krónur.
»My Mobile Watchdog«
Gevur tær óavmarkaða atgongd
Við hesum kanst tú:
Síggja smsboð/boð, telefonlistan, myndir og alt annað tilfar hjá
barninum.
Góðkenna ella avvísa niðurtikin app.
Nýta GPS til at vita hvar títt barn er statt.
Hetta appið hevur nógvar sneytifunktiónir, men appið goymir ikki
sínar eginleikar, tí barnið sær nær foreldrini gera nýtslu av appinum.
Hetta appið er til Android og iOS, og neyðugt er
at rinda eitt mánaðargjald fyri nýtsluna.
Dátueftirlitið hevur nøkur góð
ráð til foreldur, sum ynskja at
ansa eftir hvat børn teirra gera
á netinum. Millum annað sigur
Dátueftirlitið:
»Sum foreldur hevur tað
týdning at hava áhuga fyri, hvat
børnini gera, tá tey eru á netinum
og tosa við tey um tað. Tosa við
tey, um at tey hava ábyrgdina av tí,
tey hava lagt út á internetið, eins
og blaðstjórar hava ábyrgdina av
tí, sum verður skrivað í bløðunum.
Tað hevur stóran týdning at tey
hugsa seg væl um, hvørja ferð tey
skriva um seg sjálvi ella onnur
í kjatti, bloggum, heimasíðum
og øðrum á netinum. Sama er
galdandi fyri myndir. Tað er altíð
ein góður skikkur at fáa samtykki
frá tí, sum er á myndini, áðrenn
hon verður løgd á netið. Ofta
er hetta eisini eitt lógarkrav.
Persónsvernd á netinum snýr
seg í stóran mun um at finna
óskrivaðar reglur fyri góðum
fólkaskikki. Vit lúra ikki gjøgnum
lyklarhol, vit lata ikki brøv upp hjá
øðrum o.s.v., og á sama hátt hevur
tað stóran týdning at hugsa seg
væl um á netinum. Tað er ov seint
at angra, tá trýst er á enter.« Hetta
skrivar Dátueftirlitið á heimasíðu
síni.
Les meira um børn og tøkni
á heimasíðuni dat.fo
Góð ráð til foreldur frá Dátueftirlitum
keldur: radiocover.dk / sciencedirect.com o.a.
keldur: radiocover.dk / europarl.europa.eu
Stráling
Lógarverkið
Vaksin
barn 5 ár
Fartelefon stráling gjøgnum brúkarans høvd:
Modelmyndir