hósdagur 8. januar 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. januar 2015
sosialurin 3
12
tema Børn og tøkni
Fyrimunirnir
størri enn
vansarnir
Barbara Holm
T
að eru altíð tvær síður av
einari sak. Og soleiðis er
eisini, tá vit kjakast um
tøkniligu frambrotini,
sum hava verið seinnu árini. Í filo
sofiini eru altíð tvær síður – tann
hjá pessimistinum og tann hjá opti
mistinum. Pessimisturin vildi sagt, at
tøknin er skaðilig, hon fremmandager
menniskju og ger okkum til slavir.
Meðan optimisturin vildi sagt, at
tøknin hevur breiðkað okkara hori
sont, sett okkum í perspektiv og givið
okkum møguleika at ferðast um allan
heim og læra um aðrar mentanir.
Pætur Marjunarson Dahl er
sjálvur eitt stað mitt ímillum pessi
mistin og optimistin.
– Eg trúgvi snøgt sagt ikki uppá,
at tøknin er drepandi fyri okkara
kreativa lyndi. Kanningar vísa, at
tann interaktiviteturin, sum børn
uppnáa við at spæla við teldlar og
annað umvegis netið er ógvuliga
høgur. Tey læra sosialar normar
skjótari, hugsa strategiskt, logiskt
og rúmligt. Og tey læra at lesa og
skriva, tí spøl til børn eru sum oftast
pedagogiskt uppsett, vísur Pætur á.
Hinvegin ber eisini til at siga, at ov
nógv av einum góðum tingi ongantíð
er gott. Tú kanst brúka og misbrúka
tey flestu tingini.
– Tað snýr seg tó eisini um at
brúka tað rætt. Alt kann misbrúkast,
og soleiðis er sjálvandi eisini við
tøknini, sigur Pætur.
Informatións
overload
Tann størsti trupulleikin við nýggju
tøknini er, at vit fáa ov nógva
informatión, og tað elvir til eitt so
kallað »overload«.
– Ígjøgnum allar tíðir hevur ein
stórur trupulleiki við nýskapandi
tøkni verið burturkasti. Um tað er
kol, olja, kjarnorka ella okkurt ann
að, so hava vit altíð trupulleikar
við burturkastinum, sum fylgir við.
Og soleiðis er eisini í dag. Vit hava
trupult við at flokka tann upp
lýsingarfloymin, ið dýggjar inn yvir
okkum, tí tað er so nógv informatión,
sum í veruleikanum bara er informa
tiónsskrell, vísur Pætur á.
Heilin er gjørdur til at viðgera
upplivingar og vitan, sum vit fáa í
veruliga heiminum, og ikki í tilgjørda
internetheiminum. Og tí hevur heilin
ofta ilt við at fylgja við streyminum
av upplýsing og undirhaldi, ið vanlig
borgarin í vesturheiminum verður
útsettur fyri hvønn dag.
– Hóast vit hava fingið atgongd
til fleiri upplýsingar, so eru vit ikki
neyðturviliga blivin klókari. Vit eru
ikki blivin meira kreativ av at síggja
meira list á netinum, og vit eru heldur
ikki blivin meira sosial av tí sosiala
partinum av tøknini, sigur Pætur.
Á netinum verður tú bumbaður av
fólki, sum beinleiðis ella óbeinleiðis
tosa við teg. Vit eru brádliga í einum
– Eg haldi ikki, at tøknin drepur okkara kreativa lyndi
og okkara persónligheit. Men vit skulu altíð ansa okkum
eftir informatións skrellinum, sum kunningartøknin førir
við sær, sigur Pætur Marjunarson Dahl, filosoffur
Kanningar vísa,
at tann inter
aktiviteturin,
sum børn uppnáa
við at spæla við
teldlar og annað
umvegis netið er
ógvuliga høgur
Modelmynd