Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. januar 2015 sosialurin 3 13 Peter Lund Madsen, heila­granskari Barbara Holm V it kennast helst øll við kensluna, tá heilin tykist vera púra óstýriligur, og vit ikki megna at hugsavna okk­ um um at loysa teir trupul­leikar, sum eru fyri framman. Heilin er strongdur, og tankarnir fara víða um. Einki produktivt kemur burturúr. Tað eru helst nógvar orsøkir til, at vit enda í hesari støðu. Men eitt er givið – tøknin ger tað ikki betur ta løtuna. Tá vit seta okkum niður og viður­kenna, at nú er heilin ikki ser­stakliga produktivur, so nú er best at steðga á eina løtu, so eru tey helst mong við mær, sum leita sær iphonina fram, og fara at lesa Facebook, tíðindi ella teldu­postar. Men er tað í veru­leik­anum avstressandi? Nei, er svarið hjá danska heila­granskaranum, Peter Lund Madsen. Hann er púra sann­ førdur um, at heilin mest av øllum hevur tørv á, at als einki takast við inn ímillum. – Eins og kroppurin hevur tørv á at steðga á eftir ein langan rennitúr, so hevur heilin eisini tørv á at steðga á viðhvørt. Og tað merkir, at als einki gera, sigur Peter Lund Madsen við fitliving. dk. Eins og tað er umráðandi at vita, at kroppurin ikki kann venja hart hvønn dag, tí so fær hann ikki stundir at byggja upp aftur, eins umráðandi er tað at vita hetta um heilan. Vit menniskju fáa eina ør­ grynnu av vitan. Vit vita til dømis alt tað, sum miðlarnir siga okkum, vit vita hvat okkara hundrað­tals vinir takast við um­ vegis Facebook, og vit vita júst hvør vil hava fatur á okkum, tí vit eru til taks so ella so hvønn dag, allan dag. Men er øll hendan vitanin í veruleikanum ikki bara spill av heila­kapasiteti? Hevur okkara heili, sum er upphavið til okk­ ara kreativu hugskot, okkara hugsanir og meiningar og í veru­leik­anum til alt, sum ger okkum menniskju, tørv á vita hvønn týdning Gerard hevur havt fyri Liverpool, ella hvussu nógv skrell er í Føroyum? Hevði tað ikki verið betri fyri heilan, um hann ikki skuldi órógvast við týdningsleysum informatiónum, men heldur slapp at fokusera á tað, sum vit vilja við okkara lívið? Ístaðin fyri at lova okkum sjálvum, at í 2015 skulu vit gerast klænri, leggja av at roykja ella venja meira, so kanska vit held­ ur skulu seta eina yvirskrift sum eitur: Í 2015 fari eg at hugsa um heilsuna hjá mínum heila. Peter Lund Madsen sigur víðari við fitliving.dk – Okk­ara hug­skot koma frá undir­bevíst­ heitini. Tá vit ikki hugsa um eitt ein­stakt ting, men sita og stara út ígjøgnum vindeygað, so eru tað altíð tveir, tríggir tankastreymar sum koyra. Og onkuntíð kemur ein tanki framvið sum fær teg av hugsa »Hov, hatta má eg hugsa meira um«. Lat okkum byrja 2015 við ein­ ari tilvitan um, at heilin er okk­ ara motorur. Hann kann ikki koyra 100 km/t allan dagin. Og hann leggur einki í øll tey tíðindi sum eru í miðlunum ella á Face­ book. Vit skulu ansa betri eftir heil­anum enn nøkrum øðrum krops­luti. Tí ein sunnur heili gevur okkum hugskot, mein­ ing­ar og orku til at halda fram. Gott 2015! Steðga á og ger einki sosialum samfelagi, sum vit ikki eru búgvin til at nýta rætt. – Vit duga ikki at sortera frá, hóast vit hava allar verðsins upplýsingar við okkara hond. Og hóast vit hava tað, so eru vit ikki meira vitandi í dag – vit eru kanska minni upplýst enn áður, tí ofta saknar man rammurnar fyri hvat er týdningarmikil vitan og ikki, vísur Pætur á. Mugu læra at brúka vitanina Tað er ein stórur munur millum vitan og vísdóm. Hevur tú allar verðsins vitan við tína hond er umráðandi, at tú dugir at brúka tína vitan. Pætur hevur roynt seg sum lærara, og hann heldur tann størsta uppgávan hjá vaksnum persónum í dag er, at læra børnini at gagnnýta ta upplýsing sum er. – Fyri 20-30 árum síðani vóru tað kanska tvær ella tríggjar bøkur um til dømis evropeiska søgu, og har stóð alt av týdningi í. Í dag eru óendaliga nógvar síður skrivaðar um sama evni, men tað merkir ikki, at næmingarnir vita meira um evropeiska søgu í dag, vísur Pætur á. Gev fólkinum undirhald Hóast Pætur heldur fyrimunirnir við nýggju tøknini vera størri enn vansarnir, so er kortini ein vandi at hóma í hesum døgum. Áhugi fyri sam­felagsligum og idealistiskum spurningum hava lyndi til at hvørva, tí undirhaldstilfari á teimum ymisku miðlunum eru so umfatandi, at fólkið lætt kann lata seg pasifisera. – Moralskir og politiskir spurningar og trupulleikar líða undir tøknini, tí tú sleppur undan at halda nakað við meiningsleysum undirhaldi. Tað er lættari at ganga uppí »X-factor« kappingina ella hava eina meining um, hvat er besta fót­ bólts­liðið í Ong­landi, enn at fyri­ halda seg til veður­lags­broyt­ingar­nar, flótta­fólka-vøksturin ella religiøsa radikalisering, vísur Pætur á. Samstundis er gongdin tann, at undirhaldstilfarið krevur styttri og styttri uppmerksemi frá brúkaranum. Til dømis er SnapChat ógvuliga væl­ umtókt millum tey ungu, og har eru brotini bert upp til 10 sekund. – Fólkið fordjúpar seg í stutt undirhald, og gloymir alt um sam­ felags­ligar og moralskar trupulleikar, vísur Pætur á. Hinuvegin kunnu somu tøkn­ iligu fram­brot stimbra og endurorða grund­leggj­andi moralsk­ar tví­støður. Kunn­ingar­tøknin saman við sosialu miðl­unum loyvir fleiri og fleiri røddum fram at kjak­borð­inum, so at fleiri meiningar verða hoyrdar og fleiri vinklar og moralsk virði koma uppí leikin. Sam­ stundis leiður tøknin eisini fram til nýggja moralskar tvístøður, í og við at menniskja áhaldandi brýtur markið fyri síni egnu evnir og mát. Á henda hátt verður menniskja eisini áhaldandi konfronterað við fleiri og fleiri avgerðir, ið hon verður noydd at taka støðu til. Komandi »Fargen verkætlanin« í Føroyum er bert eitt av fleiri dømum. Men hóast tøkniligar avbjóðingar eru í dag, so er vandin ikki so stórur, sum summi vilja gera hann til, sam­ bært Pæturi. – Menniskja vil altíð søkja rammur, og eru ongar sam­ felags­ligar rammur rundan um okk­ um, so skulu vit nokk sjálvi finna tær neyð­ugu rammurnar aftur, vísur Pætur á. Spurningurin er bert, hvussu tilvitað vit eru um hesa støðu, og hvørji moralsk og politisk virði eru uppá spæl. barbara@sosialurin.fo Pætur Marjunarson Dahl – Tað snýr seg tó eisini um at brúka tað rætt. Alt kann misbrúkast, og soleiðis er sjálvandi eisini við tøknini, sigur Pætur M. Dahl, filosoffur. Modelmynd Visti tú? Heilin hevur tørv á at steðga á viðhvørt