hósdagur 8. januar 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. januar 2015
sosialurin 3
14
tema Børn og tøkni
– Tá ið børn byrja at taka seg aftur, vera nógv einsamøll í kamarinum, og ikki
tíma og duga at vera saman við øðrum menniskjum, so eiga vit sum vaksin
at rópa varskó, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum
Barbara Holm
V
it eru øll samd um, at
tøknin er fantastisk.
Nýggju amboðini eru
ein stórur partur av sam
felagnum, og tað er í nógvar mátar
sera gagnligt. Men tað eru eisini vans
ar við tøkniligu leikunum, sum børn í
dag nýta í minni og størri mun.
– Tað sigur seg sjálvt, at um børn
sleppa at vera einsamøll í tí tøkniliga
heiminum og frávelja at samskifta
við onnur børn og vaksin, so ávirkar
tað teirra menning, sigur Maud Wang
Hansen.
Børn mennast best í spæli og
samveru við onnur. Samskifti og
kropsligar rørslur hava eisini stóran
týdning, bæði fyri fysisku og mentalu
menningina.
Hon vísir á, at tað eru serstakliga
teir málsligu og sosialu førleikarnir,
sum verða skerdir, tá ið børn einsa
møll nýta ov nógva tíð á netinum.
Tað eru so at siga eingi spøl á net
inum, sum eru á føroyskum, og tað
kann fáa avleiðingar fyri málsligu
førleikarnar hjá børnum.
– Børnini eru serfrøðingar í at ogna
sær tann tøkniliga partin av lívinum,
men tað er eisini ein stórur heimur,
sum stendur opin fyri teimum, sum
vit vaksnu als ikki hava innlit í. Hvat
er tað børn takast við tá tey eru
online, spyr Maud Wang Hansen.
Hon vísir á, at hevur tú atgongd
til internetið, so hevur tú atgongd
til allan heimin og tað er ikki vist, at
børnini skilja hvat tey gera.
Mugu steðga isolatiónini
Tá ið tøknin tekur yvirhond, so
merkir tað, at børn trekkja seg aftur,
og ynskja samveru við tøknina
heldur enn menniskju. Og tað er
ein gongd, sum er væl ávegis, heldur
Maud Wang Hansen.
– Vit hoyra mangan fólk siga, at
tað eru typiskt dreingjabørn. Sita
bara á kamarinum við sínum teldli,
fara ikki út og sova leingi. Men tá ið
sambandið við tøknina ger, at børnini
missa sínar vinir og hugin at spæla
ella at sita og tosa saman, so eiga vit
øll at steðga á og gera okkurt, sigur
Maud Wang Hansen.
Hon heldur tað vera týdningar
mikið, at tey vaksnu rundan um
børnini eru tilvitað um, at børn eis
ini hava tørv á sosialari samveru,
hóast børnini ikki sjálvi meta tað
vera neyðugt.
– Tú sært, at summi børn upp
arbeiða einsemi, dáma væl at vera
einsamøll, og hava ikki tørv á nærum
hvørvinum. Tað hava tey sjálvandi,
men tey vita ikki av tí, sigur Maud
Wang Hansen
Tøknin skal brúkast rætt
Hóast summir vandar koma í kjalar
vørrinum av tøkniligu frambrot
unum, so er tað helst soleiðis kortini,
at børn og vaksin altíð leita aftur til
sínar menniskjaligu tørvir so ella so.
– Eg veit allíkavæl ikki hvussu
stórur vandin er, tí vit síggja eisini
nógv børn sita undir liðini á hvørjum
øðrum og skriva til hvønn annan á
netinum. Tað tykist kanska løgið
fyri summi, men tað er jú eisini ein
nýggjur formur fyri samveru, vísur
Maud á.
Nýggja tøknin, teldlar og annað,
eru eisini amboð, sum kunnu nýtast
í alskyns samanhangum. Og vera
tey nýtt at læra børn um eitt hvørt
í skúlanum ella í heiminum, ja, so er
einki at stúra fyri. Tað er bert, tá ið
tøknin tekur yvirhond og børnini
gloyma at spæla og samskifta við
onnur børn og vaksin, at ávaringar
tekini hjá Maud Wang Hansen fara
at lýsa.
Mugu gera
okkurt um tað
fer ov langt
Mynd: Álvur Haraldsen
Tú sært, at
summi børn upp
arbeiða einsemi,
og hava ikki
tørv á nærum
hvørvinum
Maud Wang Hansen, forkvinna
í Pedagogfelagnum
Visti tú?
Børn mennast best
í spæli og samveru
við onnur