Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. januar 2015 sosialurin 3 15 Hvørjar reglur eru galdandi heima hjá tykkum í samband við nýtslu av teldlum, telduspølum og líknandi? Vit ansa eftir, at ikki ov nógv verður spælt og ikki ov leingi í senn, til dømis ein tíma. Annars hava vit ipad fríar dagar, og eisini hava vit havt eina heila viku ipad fría. Tað hevur riggað væl. Hvørjar tankar hava tit um børn og teirra nýtslu av nýggju tøknini? Tøknin er jú góð, men vit halda, at børn í dag sita alt ov nógv við hesum tólum, og røra seg alt ov lítið. Eisini halda vit, at hetta ávirkar sinnalagið á børnum, til dømis blíva tey meiri súr og negativ, um tey sita ov nógv við hesum tólum. Yvirhøvur eru vit samd um, at nógv børn hava alt ov fríar ræsur við tí nýggju tøknini. Onkursvegna so verða barnaárinum, har tey skulu vera frí og fræls úti í okkara fantastisku náttúru, stolin frá hesum ættarliðnum við hesi inaktivu tøknini. Viðvíkjandi spølum, so eru sera nógv harðlig spøl til og eisini sexrelaterað. Har hava vit klárar reglur, at tað er ikki loyvt hjá okkum. Hvørjar reglur eru galdandi heima hjá tær í samband við nýtslu av teldlum, telduspølum og líknandi? Sum so, ikki so nógvar. Men eg sigi stopp tá eg meti tey hava sitið nóg leingi á Netflix/viaplay t.d. Royni heldur at geva teimum alternativar loysnir til undirhald. Heldur hjálpa teimum í gongd við okkurt spæl, ið tey so sjálvi føra víðari. Okkara royndir eru, at tøknin er minst líka nógv ein óvani sum ein tørvur, ið børnini hava. Vit arbeiða tilvitað við at tilogna teimum góðar og sunnar vanar. Hóast tað onkuntíð verður brúkt sum ein løtt loysn at seta teir við ein skerm eina løtu. Eg royni at hava ein aktivan leiklut í ráðgeving kring spøl, seriur, tónleik o.a. so eg havi ein fingur á pulsinum, hvat viðvíkir hvørjum tey sita við. Sigi ofta nei, tá ting hava ein tendens til at blíva »fordummandi« (Hollywood, dósalátur, innihaldsfátækt). Men royni oftast at visa á innihald, ið hevur meira substans heldur enn at forbjóða nøkrum ávísum. Skermar áðrenn skúla og áðrenn songartíð eru ikki loyvdir. Hvørjar tankar hevur tú um børn og teirra nýtslu av nýggju tøknini? Eg eri sera nógv fyri, at tey eru og blíva tøkniliga væl fyri og duga at brúka tøknina sum amboð til at røkka einum endamáli. Hetta er og verður ein veruleiki, ið tey koma at møta í teirra vaksna lívi. Mær dámar eisini væl at børnini eru tøkniliga forvitin og eisini duga at brúka tøknina til at tilogna sær vitan og tilvitað leita og finna tilfar, undirhald, vitan o.s.fr., tí hesum koma tey at hava gagn av seinni. Tó er ein tilvitan um ein javnvág millum online og offline av alstórum týdningi. Hvørjar reglur eru galdandi heima hjá tær í samband við nýtslu av teldlum, telduspølum og líknandi? Heima hjá okkum eru ongar fastar reglur fyri, hvussu dóttirin brúkar teldilin og aðrar tøkniligar hentleikar. Hon er fýra ár og lærdi heilt tíðliga at handafara bæði teldil og smarttelefon. Henni dámar væl at spæla spøl, men hetta hevur ongantíð fylt so nógv, at vit hava hildið tað verið neyðugt við føstum reglum. Tað verður kanska einaferð, tá ið hon verður eldri. Hvørjar tankar hevur tú um børn og teirra nýtslu av nýggju tøknini? Eg haldi so avgjørt ikki, at tað ger nakað, at børnini læra at brúka ta nýggjastu tøknina. Alt við máta, sjálvandi, men eg haldi satt at siga, at tað er skylda okkara sum foreldur at brynja børn okkara so væl sum gjørligt til framtíðarsamfelagið. Tí er tað umráðandi og gagnligt, at tey sleppa at læra seg at handfara og brúka tøkniligar hentleikar, sum ivaleyst fara at hava ein enn størri leiklut í framtíðarsamfelagnum, enn teir hava í dag. Hvørjar reglur eru galdandi heima hjá tykkum í sam­band við nýtslu av teldlum, teldu­spølum og líknandi? Vit royna at avmarka spælingina við teldlum, playstation v.m. á tann hátt, at vit hava forboð móti skíggjum áðrenn klokkan 17. Og aloftast verður hetta góðtikið av dreingj­unum. Teir smærru dreingirnir sleppa ikki at spæla spøl, har ov nógvur harð­ skapur er – eitt nú Call orf Duty og GTA, men annars seta vit ikki treytir um slag av spæli. Hvørjar tankar hava tit um børn og teirra nýtslu av nýggju tøknini? Tað kann tykjast eitt sindur strævið við allari hesi tøknini viðhvørt, og onkra tíð kundi mann ynskt, at børn í dag spældu á sama hátt, sum vit gjørdu. Men tíðarrákið kunnu vit illa broyta. Tøknin er komin fyri at vera, og hon gerst bara ein alt meira integreraður partur av gerandisdegnum hjá okkum øllum. Tað verður ein dygd í sjálvum sær, um tú dugir at handfara tøknina nóg væl, og tá gevur tað lítla meining, um vit sum foreldur royna at gera eina forboðsmentan galdandi heima við hús. Hvørjar reglur eru galdandi heima hjá tær í samband við nýtslu av teldlum, teldu­spøl­ um og líknandi? Vit royna at hava reglur innan teldlar, men tað heldur ikki altíð, serliga í frítíðini. Vit plaga at hava tað regluna, at míni børn, her mest mínir dreingir, sleppa eina løtu hvønn dag, uttan tá vit hava Ipadfríar dagar. Hvørjar tankar hevur tú um børn og teirra nýtslu av nýggju tøknini? Eg haldi, at so leingi børnini ikki bara sita frammanfyri teld­uni ella teldlinum, men tey eisini eru aktiv innan onnur ting so sum ítrótt og eru sosial við onnur børn (hava nógvar vinir), so ger tað onki um tey fáast við tøkni, tað er jú fram­ tíðin og er hent í nógvum førum. Mær dámar best, at tey fást við teldu og annað, tá vit foreldur ella onnur vaksin eru hjá. Teir sleppa t.d ikki á netið, tá teir eru einsamallir, vit hava kotu á. Tað er snøgt sagt fyri at verja teir, tí tað er so nemt at koma framm á okkurt, sum ikki er passaligt fyri teir. Nú spæla teir bara Fifa og Minecraft, og tey eru fín. Eg dugi ikki at síggja nakað keðiligt við tí, so leingi tað er avmarkað tíð. Mær dámar tó ikki um spølini eru ov ógvuslig. Hvørjar reglur eru galdandi heima hjá tær í samband við nýtslu av teldlum, telduspølum og líknandi? Heima hjá okkum hava vit ikki nakrar fastar reglur um nær børnini sleppa at spæla teldil ella teldu. Børnini hjá okkum eiga einki playstation ella Nintendo Wii ella tílíkt, so tað er bara ein teldil og ein telda, tey sita við. Vit hava lagt merki til, at hugurin er betri til teldilin og telduna nú í myrku tíðini, tá veðrið ikki er tilvildar at fara út at spæla, og um vit ikki siga frá, so kunnu tey sita rættiliga leingi, men tá steðga vit teimum. Eg má siga, at er eri sera ovfarin av, hvussu skjótt og gott tey duga at brúka tøknina og alnótina. Tað er í heilum at sonurin, ið er 6 ár, lærir ommuna fleiri ting við teldlinum, og í so máta er tað gott. Hvørjar tankar hevur tú um børn og teirra nýtslu av nýggju tøknini? Nú segði eg omanfyri, at vit ongar reglur høvdu um nær teir kundi brúka teldil og telduspøl, men vit hava ikki givið dóttrini, ið er 10 ár lov at fáa Facebook. Sjálvt um hon fleiri ferðir hevur spurt, so halda vit at tað kann bíða í nøkur ár enn. Annars hava vit eisini sagt við hana, at vit vilja ikki hava at hon sendir myndir av øðrum á snapchat ei heldur av sær sjálvari. Man hoyrir oftani um, at tað verður happað nógv á netinum, og tí royna vit at verja hana so gott, vit kunnu. Annars sleppa børnini ikki at keypa spøl til teldilin. Tey hava ikki kotuna, tað skal gjøgnum okkum. vágsbotn Gissur og Ingrid B. Patursson Jákup og Ragnhild Mørk Hergeir Eldevig Elin Christiansen Jórun Ludvig Mirjam Reinert Olsen Børn skulu læra at brúka tøkni 10 ára gamla dóttirin fær ikki facebook Verja børnini við kotu á internetinum Børn hava alt ov fríar ræsur Kunnu ikki broyta tíðarrákið Tøkni er óvani