hósdagur 8. januar 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. januar 2015
sosialurin 3
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
16
Sorgblíð
ársbyrjan
klumman
Fimm atkvøður frá eini vanlukku
J
ólini og nýggjárið eru farin afturum. Tey
kundu ikki fallið betur í vikuni enn tað sama.
Nærum tvær vikur feriu á miðjum vetri.
Væl hvíld og eftir nógvan jólahugna skuldi
tað verið gott at koma í gongd aftur, og tað er tað
eisini. Tó tykist tað mær eitt sindur sorgblítt at byrja
eitt nýtt ár. Harafturat er januar eisini ein keðiligur
mánaður, haldi eg.
Kjak og viðmerkingar í miðlunum gera ikki byrj
anina lættari! Tað kann tykjast sum halgilótir frá
mínari síðu, men Harra mín Gud. Flóttafólk og eldri
og gomul: Um vit skulu taka ímóti flóttafólki og um
eldri fólk kunnu takast í álvara! Flóttafólkamálið er
avgjørt viðkomandi, men í heila tikið at kjakast um
tað seinna! Og alt drigið niður á eitt lágt støði.
Men álíkavæl, eitt nýtt ár kann verða ein nýggj
byrjan við nýggjum málum. Ikki minst tá tað eisini
er valár. Einum seksti flóttafamiljum skuldu vit
kunnað tikið ímóti, varð sagt. Er tað sagt við tí besta í
hyggju, tá tú hevur havt eina uppskrift uppá, hvussu
tað skal gerast bara liggjandi í skuffuni í eini fýra ár?
Eg ivist. Sum við nýggjárslyftum og málum, so eru
tey ring at halda.
Í Visjón 2015 var eitt av málunum fleiri lesandi.
Málið er ikki rokkið, tó at tað gongur rætta vegin,
staðfesti pápin at visjónini í Degi og viku. Nakrar
dagar frammanundan vóru politisku ungmanna
feløgini samd um, at ov nógv ung fara í miðnáms
skúlarnar! Ljóðaði sum dapurt ekkó frá farnari øld.
Ja, andsagnirnar eru nógvar. Skúlin er eisini
eitt gott dømi. Næmingarnir fáa meira burturúr,
verða skúlarnir samanlagdir í stórar eindir, verður
ført fram. Tó velja nógv, sum hava bestu ráðini og
sambondini, at koyra síni børn í smáar privatskúlar.
Hetta sæst í til dømis Danmark. So helst fáa lands-
og kommunukassar eisini nakað burtur úr skúla
samanleggingum.
Soleiðis kanst tú blíva við: Eldrabylgjuni ella
eldrabyrðuni – tað velst um hugburð – henni skulu
vit gera okkum klár til at taka ímóti. Gott hugskot.
Men tær nýtist ikki at vera matematiskt gávað fyri
at síggja, hvussu myndin sær út um til dømis 50 ár,
tá pensionistarnir fáa síni uppspardu 15 prosent
útgoldin. Hon man fara at hanga heldur skeivt.
Neyvan verður myndin
heldur vøkur hjá øllum, tá
tær lægstu inntøkurnar
skulu av við 15 prosent.
Men tað er als ongin
orsøk til at falla í fátt.
Líka so óheppið sum
tað ofta er, at vit í
Føroyum ikki fáast
við langsiktaðan
politikk, líka so heppið
kann tað vera viðhvørt.
Vit byrja bara aftur av
nýggjum!
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Tann 7. mai
2014 var at
kvøðugreiðsla
í løgtinginum
um at yvir
taka útlend
ingamál og marknaeftirlit.
10 løgtingslimir úr Tjóðveldi,
Javnaðarflokkinum og Fram
sókn atkvøddu fyri upp
skotinum, meðan 19 atkvøddu
ímóti. Høvdu bara fimm av
teimum, sum henda dagin
trýstu á nei knøttin, ístaðin
atkvøtt ja, so høvdu Smyril
Line og Atlantsflog havt ein
ovurstóran trupulleika frá 1.
januar 2015.
Schengen økið
Tá vit flyta okkum millum lond
verður stórur munur gjørdur á,
um vit halda okkum innanfyri
ella fara út um sokallaða
Schengen-økið. Schengen-økið
umfatar flestu londini í ES og
eisini nøkur lond, sum ikki eru
partur av ES. Innan fyri hetta
økið kunnu vit ferðast frítt, tað
vil siga, at okkum nýtist ikki at
hava pass, men fara vit útum
økið, skulu vit kannast gjølla
bæði við fráferð og komu.
Føroyar eru partur av
Schengen-samstarvinum, men
yvirtaka vit útlendingamál
og marknaeftirlit, uttan at
hava fingið eina sjálvstøðuga
avtalu við Schengen, so eru
vit ikki partur av hesum sam
starvinum longur. Tað merkir,
at vit kunnu tá ikki ferðast
frítt til okkara grannalond
uttan pass. Høvdu bara fimm
tinglimir atkvøtt øðrvísi í mai,
so vóru vit í tí støðuni nú.
Vanlukka fyri Atlants
flog og Smyril Line
Fyri Atlantsflog og Smyril
Line hevði hetta verið ein
vanlukka. Smyril Line roknar
við at skula brúka millum 4
og 6 tímar longri í hvørjari
havn, og av somu orsøk hevði
verið neyðugt at sett ferðina á
skipinum upp, og tað hevði økt
munandi um oljuútreiðslurnar.
Rokningin fyri tað hevði endað
hjá ferðafólkunum. Verandi
summarferðaætlan hevði als
ikki kunna verið hildin, um
hetta vóru treytirnar.
Í Kastrup rokna tey við,
at eitt flogfar sum kemur úr
einum landi, sum ikki er í
Schengen-samstarvinum tek
ur ein hálvan tíma longri at av
greiða. Eisini tað kostar pengar,
sum ferðafólkini í seinasta
enda mugu gjalda.
Felags fyri bæði Smyril
Line og Atlantsflog er eisini,
at fysisku karmarnir til at av
greiða eitt tílíkt eftirlitið eru
ikki til staðar. Neyðugt hevði
tí verið at gjørt sera stórar
útbyggingar bæði í Havn og í
Vágum, umframt í havnunum
uttanlands, sum Norrøna siglir
til.
Pass-eftirlit er annað
enn samleikaprógv
Eg havi hoyrt onkran politikara
sagt í ramasta álvara, at pass-
eftirlit er longu á flogvøllinum
í Vágum, tí hvørja ferð vit fara
uttanlands, so skulu vit vísa
passið fram, men hetta er ein
stór misskiljing. Skipanin sum
er nú hevur einki við pass-
eftirlit at gera. Talan er har
afturímóti um eitt ynski hjá
flogfelagnum um at ferðafólk
vísa samleikaprógv fyri at
tryggja, at tann sum kekkar
inn, er sami persónur sum eig
ur ferðaseðilin. Veruligt pass-
eftirlit er munandi meira um
fatandi enn so, og eingin má
halda, at tað eru starvsfólk hjá
Atlantsflogi og Smyril Line
sum umsita marknaeftirlitið
í Føroyum.
Málið liggur aftur
í løgtinginum
Málið um at yvirtaka útlend
ingamál og marknaeftirlit er
eitt afturvendandi mál, sum
javnan verður viðgjørt í løg
tinginum. Tann 22. februar
2012 atkvøddi løgtingið um at
yvirtaka hesi málsøkini, og tá
atkvøddi onkur í samgonguni
fyri uppskotinum. Tann 26.
september 2011 restaði bara
ein atkvøða í, at uppskotið varð
samtykt.
Nú liggur sama uppskot
aftur í løgtinginum og bíðar
eftir enn eini atkvøðugreiðslu.
Fleiri av teimum, sum fyri
góðum hálvum ári síðani at
kvøddu ímóti uppskotinum,
søgdu undir fyrstu viðgerð, at
tey gingu inn fyri at yvirtaka
málsøkið. Verður uppskotið
samtykt, uttan at avtala er
fingin í lag við Schengen, so
kunnu vit gloyma alt reyp um
tjóðarflogfelag, flaggskip og
bíligar ferðaseðlar, tí tá hevur
tann misskilta nationalisman
enn einaferð megnað at
skapt okkum ein stóran og
óneyðugan trupulleika.
Eli Brimsvík
Í løgmansrøð
uni á nýggjár
inum nevndi
Kaj Leo Holm
Johannesen í
einum broti,
at Føroyar áttu - í størri mun
- at tikið sær av flóttarfólki.
Tað er møguligt, at vit eiga at
umhugsa hetta uppskotið.
Vit vita, at flestu føroyingar
eru sinnaðir at hjálpa fólki í
neyð, eisini teimum, sum eru
í neyð úti í heimi.
Vit eiga tó at verða sera
varin við, hvussu vit gjøgnum
føra hetta. Eru tað menniskju,
sum veruliga eru í neyð, eiga
vit sjálvandi at hjálpa, men
tað má á ongan hátt verða so,
at slúsurnar verða opnaðar
uppá víðan vegg. Eisini má
tað verða eitt ófrávíkiligt krav,
at landsins lógir - á allan hátt
- skula haldast, og hvat ein
møgulig avleiðing verður, um
lógin ikki verður hildin.
Men helst standa nógv
spyrjandi, tí vit vita, at før
oyska samfelagið ikki altíð er
sinnað at hjálpa okkara egnu
borgarum, tá neyð leikar á. Upp
undir jól uppliva vit - á hvørj
um ári – hvussu stór neyðin
er hjá pørtum av okkara egna
fólki. Her er talan um fólk, sum
almennu Føroyar ikki vilja
hjálpa, og tí mugu privatfólk
taka sær av hesum trupulleika.
Tað átti at verið óneyðugt
at mint løgmann á hesi viður
skifti.
Løgmaður er ikki verri
staddur enn so, at hann veit,
at tað er langt ímillum nøkur
kensluborin orð í eini røðu á
nýggjárinum og ítøkiliga veru
leikan.
Eg loyvi mær her at greiða
frá einum ítøkilgum dømi, sum
eg havi verið vitni til.
Talan er um eina útlendska
familju, trý fólk, sum í jólamán
aðinum setti seg í samband við
meg, tí tey vóru í neyð.
Talan var um flóttafólk,
sum vóru noydd at flyta av
landinum, tí tey ikki fingu til
lívsins uppihald her. Henda
familja flutti til eitt annað
norðurland og hevði ongar
trupulleikar at fáa hjálp har.
Hetta var ein familja, sum
hevur búð og arbeitt í Føroy
um í 12 ár, og høvdu klárað
seg væl í her. Men ein arbeiðs
skaði, sum maðurin fekk á
einum føroyskum virki, við
førdi, at hann ikki gjørdist fult
arbeiðsførur aftur. Maðurin
fekk tilkent líka yvir 3.000 kr.
um mánaðin í fyritíðarpensjón.
Upp á fyrispurning, hví hann
fekk so lítið, var svarið, at
hann ikki hevði rætt til fulla
fyritíðarpensjón, tí hann ikki
hevði arbeitt her i 40 ár.
Henda familjan kom um
vegis Danmark til Føroya fyri
at fáa eina framtíð saman her.
Tá vit sum samfelag bjóða
hesum fólkum at koma inn í
okkara land, noyðast vit eisini
at góðtaka, at hesi fólk skula
hava til lívsins uppihald, eisini
tá sjúka og aðrir trupulleikar
raka. Vit eiga at gera okkum
greitt sum samfelag, at tað
kostar, at taka ímóti flóttafólki.
Vit vita um útlendingar,
sum hava starvast í fleiri ára
tíggju í Føroyum, og goldið
øll gjøld til samfelagið, men
sum enn ikki hava fingið pen
sjónsviðurskiftini upp á pláss.
Trupulleikin liggur ikki hjá
teimum, men hjá okkara egnu
myndugleikum.
So her átti at verið lætt hjá
løgmanni at farið til verka.
Hetta átti at verið ein einføld
søk.
Eg ynski øllum føroyingum
eitt gott og eydnuberandi
nýggjár. Mínir tankar leita eis
ini til tey, sum eru komin til
Føroya, tí tey máttu fara frá
hús og heimi í egnum landi.
Nýggjársrøða løgmans
Ver við í kjakinum!
Send teldupost til post@sosialurin.fo
Meiningar og kjak
Simona
Weihe