hósdagur 8. januar 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. januar 2015
sosialurin 3
17
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Komið og ballið okkum meira
Suni Poulsen
sálarfrøðingur
Havi fyri fyrstu ferð í lívinum gjørt eitt nýggjárslyfti;
havi lovað mær sjálvum, at eg framyvir skal sova meira
Í
strembanini eftir at náa mest
møguligt og fáa tað besta
burturúr tilveruni, stjala
vit ofta ein lítlan bita fyri
og annan eftir av okkara náttar
svøvni. Tá puslispælið skal ganga
upp í eina hægri eind – við karrieru,
kvalitetstíð við familjuni, einum
heimi, ið kann kappast við myndir
nar í Kvinnu, regluligari motión,
avtalum við vinfólk og helst einum
lívsstílslekrum frítíðarítrivi afturat
– ja, so er ofta bert svøvnurin eftir
at taka av.
Leiðandi serfrøðingar á økinum
meta, at vit í miðal sova ein til tveir
tímar minni í dag, enn vit gjørdu
fyri 60 árum síðani. Afturi í
50’unum svóvu t.d. 2-3%
av teimum arbeiðandi í
USA minni enn 6 tímar
um náttina. Í dag er
talið tíggjufaldað til
heili 30%. Og rákið
sær út til at halda
áfram; farteldan
og snildfonin eru
komin inn í sovi
kamarið afturat
flatskerminum og
skaldsøguni. Og
aftur ein lítil biti
verður stolin av
náttarsvøvninum.
Hvat vita vit um
avleiðingarnar av at
sleipa okkum gjøgnum
vikuna við einum
støðugum svøvntroti?
Aftaná bert eina nátt
við ov lítlum svøvni, gerst tað
truplari at savna uppmerksemið,
arbeiðsminnið gerst verri, og vit
gerast sum heild seinri í heysinum.
Klár, kreativ og skjót hugsan fellur
við heilt upp í 60%.
At vit soleiðis gerast bleytari í
knokkinum hevur eisini við sær, at
vit í týðandi mun missa tamarhald
á kenslulívinum. Vit gerast meira
illfýsin, uppgevandi og impulsiv.
Aftaná longri tíð við svøvntroti
eru vit í vanda fyri at fáa strongd,
tunglyndi og angist.
Umframt at vit sostatt gerast
munandi minni spennandi at vera
saman við, økist vandin fyri van
lukkum týðandi. Granskarar gerast
støðugt meira tilvitaðir um, at ein
stórur partur av ferðsluóhappum
og arbeiðsvanlukkum skyldast,
at vit reika svøvntung runt, sum
zombiir í gerandisdegnum.
Fleiri serfrøðingar halda
t.d. at vantandi svøvnur var
týðandi orsøk til tvær tær
størstu tøkniligu vanlukkurnar
nakrantíð. Báðar hendu í 1986
– ávikavist størsta kjarnorku
vanlukkan í søguni, Tjernobyl,
og rúmdarrakettin Challenger, ið
sprongdist bert ein góðan minutt
aftaná fráferð.
Vit arbeiða enn við at finna út
av, júst hvussu aktivur heilin er,
ímeðan vit sova. Partvís førir heilin
seg sjálvan ajour – óneyðug sam
bond millum heilakyknur lúkast
burtur, ímeðan nýggj neyðug
sambond styrkjast. Og heilin ger
høvuðsreingerð; tey vandamiklu
eiturevni, ið liggja eftir sum rusk
aftaná virksemi ein vanligan
gerandisdag, skolast út. Tað er vaks
andi illgruni um, at órógvast hetta
náttararbeiðið, økist vandin fyri eitt
nú alzheimer’s.
Fleiri av okkum royna at snýta
við at sova eitt sindur minni mána
dag til fríggjadag, og so sova nakað
meira í vikuskiftinum. Men hetta
roknistykkið gongur ikki upp.
Svevur tú t.d. 6 tímar mánadag til
fríggjadag, og so 10 tímar leygardag
og sunnudag, so vantar tær enn
heili 6 tímar av svøvni fyri at vikan
gongur upp. Tað tekur langa tíð at
náa javnvág í tørvinum aftaná, eitt
longri tíðarskeið við undirskoti á
kontoini.
Eftir longri tíð byrjar tað at
ganga út yvir likamið – vit taka
uppá í vekt, immunverjan viknar
og blóðtrýstið fer upp. Harumframt
økjast sannlíkindini fyri hjarta- og
karsjúku, sukursjúku, umframt
fyri krabbameini – tað varð nýliga
prógvað.
Eitt gott boð er at yvir 30% av
trupulleikunum, vit fara til læknan
við, eru knýtt at svøvni, antin bein
leiðis ella óbeinleiðis. Allíkavæl
er svøvnur í sær sjálvum
sjáldan miðdepil, tá vit tosa
heilsu.
Granskarar kring
allan heim royna
at finna út av,
hví diagnosur
sum tunglyndi,
angist og serliga
strongd síggja
út til at vaksa og
vaksa. Hetta eru
alt diagnosur, ið
órógva svøvnin –
plaga vit at siga. Vit
skulu nokk í nógv
størri mun byrja at
hyggja øvugt at hesum
samanhangi – og byrja
at spyrja: Í hvussu stóran
mun elvur okkara vaksandi
lyndi til svøvn-anorexi til økta
útbreiðslu av sálarligum eyð
kennum?
Fyri at kanna hvat tú sjálvur
kann fáa burturúr við at gera nakað
við svøvnin er sera einfalt – far og
balla teg nakað áðrenn, tú plagar!
Og um tú vaknar mitt um náttina,
tak tað so í fyrstu syftu heilt róligt.
At sova út í eitt, helst millum 7
og 9 tímar, er eitt lutfalsliga nýtt
fyribrigdi. Søgufrøðingar eru
samdir um, at dominerandi svøvn
mynstrið frá fornøldini og heilt
fram til ídnaðarkollveltingina mitt
í 1700-talinum, var tvær fasur av
svøvni, sum varð avbrotin av ein
um til tveimum tímum, har fólk
lógu vakin. Næstu ferð tú vaknar
mitt um náttina, hugsa so um øll
tey ættarlið, ið hava ligið á sama
hátt – heilt rólig, uttan panikk – og
grundað á dagin ið fór, dagin ið
kemur og um tilverunnar gátuføri
sum heild.
tíðargrein
»Eitt gott boð er at yvir 30%
av trupulleikunum, vit fara til læknan við,
eru knýttir at svøvni«
»Hvat vita vit um avleiðingarnar
av at sleipa okkum gjøgnum vikuna við
einum støðugum svøvntroti?«
tekning: jón tórur einarsson