Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. januar 2015 sosialurin 3 18 Frælsið at læra Jógvan Philbrow Tað verður oftað ført fram at tað hevur stór­an týdning, at byrj­unar undirvísing í lesing, skriving og rokning byrjar tíð­liga í lívinum hjá barn­ inum. Samstundis sum týdn­ing­urin av at barnið skal byrja innskúlingina fyrr. Hesi argumentini føra sum oftast, til at stovnað vera forskúlar. Hetta er so rákið rundan um okkum. Granskarar eru tó, í stórum meiriluta, ið siga at soleiðis hongur læring ikki saman og at byrja fyrr kann gera óbøtiligan skaða á læru­ tilgongdina hjá barninum. Ført verður fram at meira leik og læring er rætta kósin, men læru­ granskarar sum Peter Gray siga, at í tí løtu vaksin avgera innihaldið og stýra einum spæli er tað ikki longur spæl. Spæl er nakað sum børnini sjálvi velja og sjálvi stýra. Hann vísir á at samfeløg av­ marka meira og meira spæli-møgu­ leikar hjá børnum og at hetta hevur stórar avleiðingar fyri tey og fyri samfeløgini. Millum annað tí mangulin fremur angist, tunglyndi, sjálvmorð, sjálvsøkni og missin av skapanarevni. At stýra lívinum hjá børnunum hevur tískil stórar avleiðingar. Hvussu verður spælið avmarka? Samfelagið er nógv broytt seinastu nógvu árini. Frá bóndasamfelag, íðn­ aðarsamfelag og nú til kt-samfelag. Frá tí at børnini vóru “uppi í” øll­ um í bóndasamfelagnum, ella skifti frá heimagangandi húsmøðrum til lønandi arbeiði, har børnini framvegis sluppu at spæla í nærumhvørvinum, nærum uttan at vaksin blandaðu seg ella vóru tilstaðar, er støðan ein heilt onnur í dag. Nakrar av “markantu” broyt­ing­ u­num hendu í t.d. 2000 tá komm­ unurnar yvirtaka dag­stovna­økið. Tá gerast fleiri dagstovnar (barna­ garðar og vøggustovur) umframt at fleiri frítíðarskúlar vera stovnsettir. Hendan broytingin er ein avmarking av “frælsinum” hjá børnunum. Aftur í 2006 hendir ein stór broyting eftir at fyrsta PISA úrslitið bleiv kunn­ gjørt. Yngstu børnini fingu ein longri skúladag, umframt at inni­ haldið í skúlagongdini fekk eina upp­stramman og skuldi innihalda meira. Nøkur ár seinni byrja so nøkur “forskúla” prosjekt í Leirvík og í Kelduni í Skálabotni sum tey fyrstu. Gjøgnumgangandi er tað ein minking av “frírúminum” hjá børn­ unum, sum her er talan um. Fleiri føroyskir barnagarðar hava frá byrjan roynt at vart hetta frírúmi, tó undir stovnstreytum. Men gongdin er at so hvørt sum fleiri og fleiri krøv vera sett, bæði tað ósagda og tað sagda, í form av námsætlanum og líknandi, minkar hetta frælsa rúmi. Meira vit stýra minna fáa vit, ella tað tykjast serfrøðingar at siga, eitt nú Sir Ken Robinson við sínum framløgum um evnið. Hann vísir á at børn tíðliga læra, at tað bert er ein rættur máti at svara spurningum uppá og vera teirra skapanarevni avlærd, heldur enn stimbra. Peter Gray heldur at smøl skúla­ hugsan er orsøkin til, at alt skal stýrast av vaksnum. Hetta verður so undirbygt í ávísan mun av Pasi Sahlberg, finskur lærari, professari og fyrrverandi ráðgevi innan finska “Skúlamálaráðnum”, sum sigur nakað um, at lærarayrkið og fakini er blivið ov stýrd og at lóggávan eigur at hava størri álit á lærarunum. Ein annar vandi, ífylgju “The Cambridge Primary Review” frá 2010 segði beinleiðis, at eingin prógv vóru fyri at børnini vóru betri fyri av at byrja fyrr í skúla, men at nógv týddi uppá at børn kundu fáa skaða av tí, eitt nú við at tey fyrr mistu hugin at ganga í skúla. So her eru nøkur minus tá talan er um at stýra og minka, um frælsið at spæla hjá børnunum. Hvat læra børnini so av tí frælsa spælinum? Annað enn at børn heilt einfalt gerast glað av at spæla, læra tey eina rúgvu í spælinum. Heilt stutt kann nevnast: Í tí kropsligaspælinum læra tey um sín krop, hvat hann kann, hvussu hann virkar, halda seg kropsliga virkin og harvið sunn. Í málsligaspælinum læra tey sam­ skiftið við onnur, at syngja ella við at snakkað við seg sjálvan ella  leikurnar, læra tey málið og hvussu lættast og rættast er at samskifta. Í granskandispælinum læra tey um heimin rundan um tey, læra at kenna og merkja alt rundan um seg. Læra hvussu ting virka og hvat tey kunnu brúkast til. Í skapanarspølum læra tey at byggja, forma og skapa lutir, borgir úr pútum ella lego, læra um ymisk skap og hvussu ymiskir lutir kunnu setast saman. Í hugaheimsspælinum -“fantasi”- er tað hugsanir vera mentir, tað at royna hugflogið av og finna uppá nýtt. Í sosialaspælinum lærir barnið at samskifta, samstarva, samhuga ella at liva seg inn í tilveruna hjá øðrum menniskjum. Fyri bert at vísa ein part av tí sum lært verður í spæli. Felags fyri hesi er, at hesi evnini sum vera vand og ment, eru allar fortreytir fyri tað meira siðbundnu og skúlakendu læringina. Og betur hesi evnini eru tá barnið byrjar meira vaksnamannastýrdum tiltøkum, betur verður barnið ført fyri at vera við og taka til sín. Vit eiga ikki at vera við í rákinum at minka um frælsa spælið hjá børnunum, men heldur royna at vera við til at styrkja um teirra frælsa spæl. At senda børn í forskúla, ella skipa dagstovnar soleiðis at teir líkjast meira skúlunum, er at gera børnunum eina bjarnatænastu. Mentamálaráði átti at tikið seg saman og fylgt ráðunum frá serfrøðingunum á økinum. Skulu Føroyar taka móti flóttafólkum? – §52 fyrispurningur til løgmann Bjarni Djurholm løgtingsmaður 1) Hevur Løg­maður met­ing­ar um, hvussu vit skulu skipa flótta­ fólka­ar­beiði og kost­ nað­in av møgu­lig­ari flótta­fólka­skip­an í Før­oyum? 2) Hevur Løgmaður met­ingar um, hvørjar átrúna­ligar, mentanarligar og fólka­ræðiligar avbjóðingar fara at vera, taka við flóttafólk úr t.d. Mið­ eystri? 3) Heldur løgmaður tað ikki vera skilabetri, at vit verða við at fíggja neyðhjálp og humani­ter átøk nærhendis krígsøkjunum og soleiðis veruliga hjálpa, so tað munar? 4) Ælar løgmaður at leggja fyri Løgtingið frágreiðing, sum verður støði undir aðal­orða­skifti um flóttafólk til Før­oyar? Viðmerkingar: Í nýggjársrøðuni bar løgmaður boðskapin, at Føroyar eiga at taka móti flóttafólkum framyvir. Sum framhald hevur løgmaður víst á, at vit eiga at umhugsa at taka ímóti upp móti 60 flóttafamiljum um árið, sum svarar til eini 250 til 300 fólk. Útmelding løgmans var greið, men ógreiða er harafturímóti um, hvussu samfelagið skal fyrireika seg til nýggju støðuna soleiðis, at samfelagið kann fyrireika seg til av­ bjóðingina. Eisini er stóra avbjóðingin, hvussu samfelagið skal húsa, skúla, geva sálar/læknaliga hjálp og annars vera um flóttarnar, og hvussu landskassin kann bera kostnaðin, sum fyri 60 flóttafamljur helst fer at kosta útvið 50 mio kr árliga. Hugsa vit okkum, at familutalið ár undan ári økist javnbært, verður skjótt talan um árliga upphædd sum verður fleirfalt so stór. Hetta fer harumfarmt at geva samfelagnum stórar fólkaræðiligar, mentanarligar og ikki minst átrún­ aðarligar avbjóðingar. Aðrastaðni er alt meira vanligt, at heili øki, sum eru búsett av flóttum við t.d. muslimskum átrúnaði í størri og minni mun eru regulerað sum paralellsamfeløg, har erklerað mál hjá fleiri er at virka móti fólkaræði og ístaðin stuðla jihad og at umskipa samfelagið til eitt khalifat. Tí kann flóttafólkaspurningurin eisini gerast spurningur um grund­ leggjandi virðini, sum samfelagið byggir á. Vísandi til sjálvsøgdu virðingina fyri mannarættindum og grund­ lógartryggjaðu ásetingarnar um trúðarfræli, frælsi at skipa samkomur o.s.fr., kunnu myndugleikarnir ikki loyva sær at skilja millum teir flóttar, sum vilja koma til Føroyar. Tí er tað ein ovurstór avbjóðing yvir tíð at taka móti 100-tals flótt­ um árliga, har eingin vitan er um langtíðarárini fyri føroyska sam­ felagið. Alternativið at taka flóttar til Før­oyar er, at landsstýrið átekur sær skipaða hjálp til flóttafólk í londum, sum eru nærhendis teim­ um krígsøkjunum, har fólk verða forfylgd, myrd, neyðtikin, seld sum trælir og annars jagstrað til frá húsi og heimi fyri sín átrúnað. Við at hjálpa flóttum í teirra nærumhvørvi kann landsstýrið lokalt fíggja skúlagongd, heilsurøkt, sanitera skipanir o.s.fr. nógv dyggari, enn samfelagið fyri somu upphæddir megnar við at húsa 10-tals familjum árliga í Føroyum. Tvs. veruliga hjálpa har tað munar. At skipa fyri slíkum hjálpararbeiði og at fáa til vega neyðugan pening er bert spurningur um áræði og politiskan vilja. Ein orsøk til eksponeringina á flóttar nú er, at ræðuleikarnir í muslimsku regiónunum eru vorðnir ófatiligir. Sokallaða arabiska várið end­ að í sonnum ruðuleika og menn­ iskjaligum ræðuleikum. Serstakliga hevur borgarakríggið í Sýria víst, hvussu høpisleys støðan er í økinum. Milliónir er flýdd frá húsi og heimi og eru fløttar í egnum landi, umframt, at aðrar milliónir eru flýdd av landinum. Burturúr hesum ræðuleikum er sprottið kanska mest ráði fe­ lagsskapur nakrantíð, Islamic State (IS), sum hevur erklerað mál, at stórur partur av Sýria og Irak skulu vera eitt islamiskt kalifat, har Sharia-lógin skal praktiserast niður í smálutir. Serstakliga hevur forfylgingin rakt kristnu minnilutanar í økinum. Eisini aðrir minnilutar eru sera hart raktir. Píning, neyðtøkur, dráp og søla av ungum gentum er gerandiskostur. Eisini hava vit sæð markleysar ræðuleikar fyri opnum skermi, har vesturlendsk tíðinda- og hjálparfólk verða skorin á háls og avhøvdað fyri opnum upptøkutólum. Tað eigur tó at undra, at tá mannarættindi so skammiliga verða niðrað og traðkað undir føtur, og har kvinnur og javnrættindi annars verða so hunddálkað, at tað ikki hevur vakt meira politiskan ans í Føroyum enn tilfeldið er. Hetta var m.a. sjónligt í Løg­ tinginum, tá undirritaði farna heyst reisti spurningin til løgmann um ræðuleikarnar í miðeystri, framdir av Islamic State (IS). Samanumtikið nam løgmaður í nýggjársrøðuni við sera álvarsligar, viðkomandi og eisini avgerandi spurningar, tá hann mælti til, at vit umrøða at taka móti flóttafólkum í Føroyum. Við støði í nýggjársrøðuni verður hesin skrivligi spurningur setur løgmanni. Á Føroya Løgtingi 6. januar 2015 kjak Ver við í kjakinum! Send teldupost til post@sosialurin.fo