hósdagur 8. januar 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. JANUAR 2015
SOSIALURIN 3
19
ÁRNI GREGERSEN
M
akrelkunngerðin verð
ur nú broytt, so lættari
verður at taka støðu
til, hvør fyrst sleppur
at fiska av makrelkvotuni í ES-sjógvi.
Meðani treytirnar úr kunngerðini
frá 22.desember í fjør vóru heilt opnar,
so Vørn ikki helt seg kunna taka dag
ar ímillum, hvør var best egnaður at
sleppa at veiða og tí boðaði frá luta
kasti, so verður kunngerðin nú broytt,
so treytirnar eru greiðari.
Nú verður meira neyvt ásett,
hvussu skipiniu skulu vera útgjørd
um tey skulu sleppa í ES sjógv.
Eitt ískoyti verður sett í grein 17 í
kunngerðini. Har stendur:
"Skip, sum frysta veiðina og skip
við RSW tangum verða tikin framum
skip, sum eru útgjørd við øðrum køli
skipanum, tá atgongdin at ES-sjógvi
og norskum sjógvi verður avgjørd og
raðskipað sambært stk. 2 og 3. Rað
festingin av skipunum verður har
umframt skipað eftir stødd í brutto
tons fyri skip sum frysta og skip við
RSW-tangum. Skip við aðrari køling
verða eisini raðfest eftir stødd í
bruttotons.”
Betri útgerð
Broytingin í kunngerðini ger, at Vørn
nú kann geva loyvir eftir hvussu væl
skipini eru útgjørd til makrelveiðu.
Fyrst og fremst verður dentur lagdur
á, at skipini hava góða køli- ella frysti
útgerð.
Við øðrum orðum er tað nú ikki
nóg mikið at køla við ísi í kørum um
ein skal sleppa í ovasta kassan hjá
Vørn. Skipini sum eru útgjørd til at
frysta ella køla í tangum sleppa fyrst
framt.
Ein onnur treyt, sum er sett í
kunngerðina, at stendur á jøvnum, so
er tað støddin í bruttotonsum, sum
gevur fyrimun til størru skipini.
Hendan treytin er galdandi, bæði
tá ið talan er um skip við køling í
tangum ella frysting og um tað verða
givið loyvi til skip við aðrari køling.
Partrolararnir
Ein onnur broyting í kunngerðini er,
at nú er eitt nýtt stk.7 sett inn, sum
ávirkar møguleikarnar hjá partrolar
unum at sleppa í ES sjógv.
Avtalan sigur, at 14 skip í senn
kunnu fiska makrel í ES-sjógvi. Nú
staðfestir kunngerðin, at tá ið talan
er um skip, sum partrola, so telja pør
sum tvey skip - og ikki sum eitt.
Um bert eitt av teimum 14 pláss
unum er eftir, so kann umsøkjarin
velja at lata eitt skip fara at fiska av
kvotuni.
Hoyring
Kunngerðin er til hoyringar í løtuni,
men alt bendir á, at hon verður góð
kend uttan stórvegis viðmerkingar.
Hendir tað, so verður kunngerðin
eftir øllum at døma lýst í dag.
Stríð hevur verið um, hvussu kvot
urnar skulu býtast og hvussu nógv
skal kunna fiskast útyvir kvotuna
hjá einstøku skipunum. Fleiri halda,
at hetta skal setast so lágt, sum til
ber, tí annars kunnu bert fá skip fiska
størsta partin av kvotuni við at fiska
útyvir tað tillutaða.
Hetta hevur við sør, at fara fleiri
pør avstað beinanvegin, so kunnu tey
taka sær av so at siga øllum parti av
kvotuini, sum uppsjóvarflotin ikki
frammanundan hevur fingið sum
eginkvotur.
Ikki nú
Føroyingar kunnu fiska á leið 40.000
tons av makreli í ES sjógvi. Kunngerðin
ásetir, at uppsjóvarskipini fáa á leið
22.000 tons , býtt á eginkvotur. Restin
er so til onnur skip. Áðrenn farið var
undir at broyta kunngerðina, so
høvdu á leið 40 skip søkt um loyvi at
sleppa í ES-sjógvi.
Nú treytirnar verða broyttar,
verða tað neyvan so nógv skip sum
sleppa framat makrelinum.
Til ber at fiska makrel frá 1. januar
til 15.februar, men nótaskipini hava
boðað frá, at tey ikki fara at fiska í
ES sjógvi í vetur. Tey royna í løtuni
eftir svartkjafti.
Frá 1. oktober og árið út ber so
aftur til at fara í ES sjógv.
Onnur skip bíða eftir at sleppa
avstað so skjótt kunngerðin er lýst.
Tilsamans 14 skip kunnu royna í ES-
sjógvi í senn.
Fiskimálaráðið setir nú nágeiniligari
treytir fyri, hvørji skip fyrst sleppa
framat at fiska makrel í ES-sjógvi
Treytirnar broyttar
í makrelkunngerðini
MYND:DÁVUR WINTHER