hósdagur 8. januar 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. januar 2015
sosialurin 3
20
1
Samkyndleiki er ikki
bara »eitt evni«. Tað er
ein eginleiki, eitt eyðkenni,
ein partur av samleikanum
hjá einum bólki í sam
felagnum. At vera
samkyndur kann
á ongan hátt sam
metast við onnur
evni, sum koyrifør
leikar, sorg, SEV ella
annað.
Hetta snýr seg um
meiri enn tað, og tað
hevur týdning at vit
umrøða tað innan
skúlagátt.
Eg ætli ikki, at tað
skal setast á tíma
talvuna ella gerast til
evnisvikur, men at tað er álagt
okkum lærarum so ella so at umrøða
evnið á onkran hátt – serliga í fram
haldsdeildini.
2
Í løtuni er tað so, at tað er upp
til hvønn einstakan lærara, hvørt
hann tekur samkyndleika upp í
undirvísingini ella ikki. Hetta er ikki
nóg gott, tí tá fáa vit ikki tryggjað, at
undirvísingin verður eins fyri allar
næmingar, sama um teir búgva í
Havn, á Eiði ella í Vági.
Undirvísingin má einsrættast, tí
tað kann ikki latast upp til tilvildina,
um børnini fáa kunnleika til ymsu
seksuellu samleikarnar. Ímynda
tær, at tað samkynda barnið
tíverri fekk ein lærara, hvørs
hugburður gongur ímóti
samkyndleika, ímeðan
støðan var ein heilt
onnur, gekk tað í para
lell flokkinum, tí tann
lærarin vísti tí stóran ans. Hetta er
sjálvsagt ikki í lagi.
Tað má vera eins fyri øll, og tað
verður tað bara, um tað verður felt
inn í antin fólkaskúlalógina ella í
námsætlanina.
3
Tað snýr seg eisini um at taka
kjakið, fyri síðani at taka eina
støðu. Tingið hevur júst havt kjak
um skrásett parlag. Har varð støðan
tann, at tað ynskir man ikki at loyva.
Men so hevur man í øllum førum
tikið eina støðu.
Eg kann gott vera í iva um, hvørja
almenna hugsan fólkaskúlin hevur
um samkyndleika. Tað snýr seg eisini
um hvørji tekin, vit senda, og um vit
vilja viðurkenna bólkin av næming
um, sum onkursvegna fellir út um
heteroseksuella bólkin. Viðurkennir
fólkaskúlin bert heteroseksuellan
samleika, er tað at samanlíkna við
ignorering av einum bólki av menn
iskjum. Hetta er happing!
4
Eg havi havi onkuntíð sjálv staðið
í teirri støðuni, at eg havi verið
í iva um, hvussu eg havi skulað fyri
hildið meg. Hetta er ikki eitt evni,
man kjakast (serliga nógv ) um á
lærarastovum, ímyndi eg mær, men
eg hugsi, at um tað var nevnt í fólka
skúlalógini, so hevði tað verið meiri
natúrligt at tosað opið um tað. Av og
á síggja vit jú týðiliga, at onkur næm
ingur ikki trívist í tí kynsbásinum,
sum vit hava lyndi at seta tey í. Og
hvat ger man so?
Verður tað kravt, verður tað meiri
natúrligt at tosa og kjakast um.
5
Hóast tingini eru broytt sera
nógv seinastu árini viðvíkjandi
tolsemi móti samkyndum, so vita
eisini, at tað eru ymiskar meiningar
um hetta.
Nógvir lærarar gera nógv burturúr
og draga tað við í undirvísingina.
Summir møta kanska mótstøðu frá
foreldrum, sum ikki ynskja, at børnini
skulu hoyra hesi tingini. Hinvegin eru
kanska eisini foreldur, sum ynskja, at
samkyndleiki verður tikin upp, men
lærarin velur ikki at gera tað.
Í hesum báðum førum hevði tað
verið betri, um tað var lógarfest ella
skrivað í námsætlanina, tí so stóð
man sterkari – bæði sum lærari og
foreldur, um man ynskti hetta evnið
á skrá.
Vit undirvísa jú longu í til dømis
sakliga politikki, hóast vit ikki eru
samd við allar flokkar. Og foreldrini
góðtaka, at børnini hoyra um teir
flokkar, sum tey ikki velja. Á sama
hátt mugu vit greiða næmingunum
sakliga frá ymsum seksualitetum,
óansæð hvat vit persónliga halda
um tað. Hóast hesi evni ikki beinleiðis
kunnu samanberast, tí talan í øðrum
føri er um kynsligan samleika og í
hinum um politiska áskoðan, so velji
eg at brúka hana sum dømi.
6
Vit síggja, at nógvir næmingar
velja sær júst seksualtiet, tá teir
skulu gera uppgávur, hava evnisviku
ella annað – og tað sigur kanska nak
að um, at tað er ein tørvur á størri
frálæru um evnið. LGBT vísir á at tey
javnan verða kontaktað av næming
um í framhaldsdeildum í samband
við verkætlanaruppgávur og tílíkt.
Hinvegin hava tey ikki enn verið
biðin um at koma í skúlar at greiða
frá.
Hvat siga aðrir kjakarar á netinum um sama mál...
Skal samkyndleiki lóggevast
»Also behøvist tað at undirvísast í hesum? Tað skuldi
heldur verið meiri undirvísing og meiri peningur settur
av til børn, sum hava tørv til meiri undirvísing.«
»Fantastist at lærarar umboða og hugsa um allar sínar
næmingar, bæði tey sum búnast til eitt heteroseskuelt
kynslív og tey sum búnast til eitt homoseksuelt kynslív.
Um ikki, kunnu tey lætt føla seg niðurgjørd og útihýst«
»Lat børnini sova á skúlunum, so sleppa foreldrini eisini frá
at hava tey heima. Onkra ábyrgd mugu foreldrini hava, og at
tosa við børnini um samkyndleika gera foreldrini best sjálvi«
»Haldi tad er fínt, at man ikki hevur tað í skúlanum. Vit
øll vita alt um tað allíkavæl. Og næminganir hoyra um
tað á aðrar mátar. So eg haldi ikki, at tað er so neyðugt«
orðadráttur
Anna
Dalsgaard
Anna
Dalsgaard
tórshavn
Lærarinna
Ymsar royndir
innan skúlaverkið.
Starvast í Tórshavnar
Kommunuskúla.
Mynd: sigmar mørkøre
JA