Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. januar 2015 sosialurin 3 21 1 Týdningarmesta uppgávan hjá skúlanum at læra næmingarnar at lesa, skriva og rokna. Tað eru grund­leggjandi førleikar, tey mugu hava, um tey skulu klára seg. Sama hvørjum starvi tey enda í, mugu tey duga tað. Vit hava eitt avmarkað tímatal, og hvørjaferð, vit taka onnur evni upp, taka vit tíð frá hesum grundleggjandi lærugreinum. At lesa og skriva snýr seg um annað og meiri enn bert at bróta loyndarmálið og ogna sær fatanar­før­ leikar, og at rokna snýr seg um meiri enn at plussa og minusa. Tí er hetta eitt arbeiði, sum má halda fram alla skúlatíðina. 2 Tað eru nógv evni, sum fólk halda, at vit kundu og burdu undirvíst í. Men tað snýr seg eisini um rák. Einaferð hildu tey, at fyrireikingin til koyrikortið burdi komið inn um skúlagátt. Einaferð vóru tað manna­ rættindini, sum skulu takast upp í fólkaskúlanum, og vit hava hópatals onnur slík dømi um evni, sum fólk halda, at lærarar eiga at taka upp. Nú er tað so samkyndleikin, sum skal inn í undirvísingina. Um vit tóku alt inn, so hevði byrðan á lærararnar verið ovurhonds stór. Misskil meg ikki, summi av hesum hugskotunum eru sera góð, og nógv evni kundu sanniliga verið spennandi og góð at tikið upp. Men vit kunnu heilt einfalt ikki viðgera øll hesi evnini, hóast hug­ skotini eru góð. Tíðin strekkir ikki til. 3 Við at til dømis gera eina evnis­ viku um samkyndleika, seta vit tey samkyndu í eina serstøðu. Eg ímyndi mær, at ung samkynd munnu hugsa, at »Eg man vera okk­ urt heilt spesielt, eftirsum vit mugu hava eina heila evnisviku um meg, og tímatalvan skal niðurleggjast fyri mínar kenslur.« Onkursvegna haldi eg tað vera at seta tey í eina støðu, sum liggur uttanfyri tað normala, um teirra seksualitetur skal verða tikin upp fyri seg – sum eitt frávik. Tá er tað frægari, at tað bara verður flættað inn í vanligu undirvísingina, sum ein natúrligur partur. Tað eru jú nógv høvi at tosa um tað allíkavæl. 4 Eftir mínum tykki er tað ein nógv betri leið, um lærarin loftar teimum spurningum og útsøgnum, sum næmingarnir koma við. Tað ber jú saktans til at koma inn á evnið, hóast tað ikki verður kravt, og hóast evnið ikki er á tímatalvuni, merkir tað ikki, at tað so verður tagt burtur. Eg fái sjálv javnan spurningar, t.d. um næmingarnir hava sæð okkurt í sjónvarpinum, tá Pride-tiltøkini hava verið ella annað, og tá hava vit eitt gylt høvið at svara ivamálum, at læra næmingarnar at seta kritiskar spurningar, og vit kunnu rætta tey ósannindi, sum koma fram. Á henda hátt læra næmingarnir bæði um samkyndleika og um kjakmentan á ein natúrligan hátt. Til ber eisini at nýta søgur, tekst­ir og annað, sum snúgva seg um sam­ kyndleika, og soleiðis fáa tey ungu at tosa um evnið. 5 Eg haldi, at summi hava lyndi at gera fólkaskúlan verri enn hann er, tí tey tosa um skúlan út frá tí, sum hann var fyrr. Men skúlin er broytt­ ur heilt nógv – bara sein­ astu 10 árini. Lær­arin skal ikki endiliga hava sein­asta orðið. Tað verð­ur góðtikið, at hava ymiskar mein­ ing­ar. Tað er eisini týdn­ ingar­mikið, at vit ikki meta skúlan út frá nøkrum fáum út­sagnum – til dømis sum tá Kring­varpið spurdi unglingar í Hoy­dølum, um tey hava fingið nakra undirvísing í sam­kynd­ leika. Vit, sum undirvísa, kenna væl til, at tá næmingar koma í skúla eftir frítíðina, so siga tey seg ongan­tíð hava hoyrt um til dømis navn­orð ella føllini og so framvegis. 6 Tað má vera upp til læraran at meta um, hvørji evni eru tydningarmikil fyri hans­ ara flokk. Eg haldi ikki, at vit fáa góða undir­ vísing við at áleggja, men heldur kunnu vit eggja fólki til og geva gott undir­vís­ingar­ tilfar, tí tá fær lær­arin ognar­ skap. inn í skúlan? Ja ella nei »Eg kundi hugsað mær eina nærri frágreiðing um, júst hvat tað er, at man ynskir at seta ljós og uppmerksemi á her; ein samfelagsvinkul, ein sálar­ligan vinkul ella ein fysiskan vinkul? Eg eri næstan bangin fyri, at óansæð hvønn vinkul eg hugsi mær til, so er hinkyndleikin líka illa stillaður, sum sam­kynd­leikin« »Nær verður tað undirvíst í tí hetroseksuella? Hví f.... skal man undirvísa í samkyndleika? Tað kemur ikki uppá tal, at míni børn skulu blíva undirvíst í tí. Pervert so tað baskar!« »Ja, tað eiga heilt víst at vera rættningslinjur innan í sam­ kyndleika og ymiskleika og undirvísing í hesum evnum« »Vit eiga at ansa eftir, at vit ikki blíva við at smoyggja fleiri og fleiri krøv omanyvir lærararnar. Tað er næstan ikki tíð til tað, sum skúlin skal gera; nevnilga læra børnini at lesa og skriva« Andrea á Rípuni Visti tú? Í løtuni er einki krav um at seksualitetur skal vera eitt evni í skúlanum Andrea á Rípuni kvívík lærarinna Ymsar royndir innan skúlaverkið, Starvast í skúlanum á Giljanesi Lagt til rættis: Eydna Skaale nei