hósdagur 8. januar 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. januar 2015
sosialurin 3
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
22
Gávuríkir
føroyingar
í donskum
sjónvarpi
Tað er ikki heilt tað sama, um teir ikki eru við. Føroyingarnir,
sum á hvørjum ári luttaka í ymsum donskum sjónvarps
kappingum, sum »Danmark har talent« og »X-factor«
Annika Kunoy Im
Í
løtuni hava tríggir føroyingar
dansað og sungið seg víðari í
kappingunum, og eru á skíggj
anum fríggja- og leygarkvøld.
Jórunn og Sigmund í »Danmark har
talent« og »Jógvan« í X-factor.
Jórunn Gudmunsen
Jórunn Gudmundsen úr Vágum er
21 ára gomul og arbeiðir í barnagarði,
meðan hon roynir at fáa plátusátt
mála í Danmark.
Hon sigur sjálv at hon ger alt –
hondbólt, fótbólt, rennur, dansar,
longdarlop, telvar, spælir klaver og
guitar og syngur. Henni dámar eisini
væl at vera saman við familjuni. Men
tað er hondbólturin og tónleikurin,
sum fylla allarmest júst nú.
Jórun spælir við á besta kvinnu
liðnum hjá Søljuni. Hon hevur spælt
hondbólt, síðani hon var lítil genta og
elskar hondbóltin. Harða venjingin
er ein kærkomin steðgur frá tí, sum
møguliga tekur allarmest tíð júst nú:
Tónleikurin.
Hon sigur, at tað byrjaði tá fimm
vinkonur meldaðu seg til frálæru í
guitari fyri sjey árum síðani. Hinar
fýra fullu frá so líðandi, men Jórunn
helt á og lærdi at spæla. Seinni keypti
hon so eitt ljómborð, og í januar í 2014
skrivaði hon sín allar fyrsta sang.
Einaferð skrivar ein tónleikari úr
Danmark til Jórunna. Hann sigur
henni, at hann fegin vil hjálpa ungum
tónleikarum við yrkinum og spyr, um
hon ikki hevur hug at koma í studio
við honum. Jórunn segði ja-takk, og
saman við Simon hevur hon skrivað,
innspælt og útgivið sangin »Soldier«.
Jórunn ger tað, hon hevur hug til,
og hetta er eisini ein av grundunum til,
at hon segði ja til at vera við í donsku
sendingini »Talent«. Eitt umboð fyri
Talent ringdi til Jórunna, og bað hana
melda seg til. Hon segði fyrst nei, men
umboðið fekk lokkað hana við einum
møguligum plátusáttmála.
Sendingin koyrir á TV2 í skrivandi
stund, og Jórunn hevur ikki loyvi
til at úttala seg um, hvussu hevur
gingist í kappingini higartil.
Tó heldur Jórunn, at hon kundi
verið sendingina fyriuttan, tí hon
leggur lítið í konseptið, sum vevur
alt saman til undirhald, og viðhvørt
lítisger tónleikin.
Til dømis vóru upptøkurnar fleiri
ferðir vovnar soleiðis saman, at
dentur varð lagdur á at TopGunn, ein
av dómarunum, helt Jórunna síggja
gott út, og Jórunn heldur, at hon tá
varð lýst sum ein óseriøsur tónleikari.
– Eg haldi, at eg kundi verið tað
fyriuttan, men eg fekk tað burturúr,
at eg møtti produsarum, sum eg fari
niður aftur til Danmarkar til í januar
at taka upp nýggjan tónleik saman
við. Talent er ein uppliving og førir
nýggj ting við sær, sigur hon.
– Meðan tað gongur væl, vil eg
fegin vita, hvagar tað leiðir meg.
Meðan eg havi møguleika, vil eg fegin
gera tað, sum eg havi áhuga fyri og
fara mín egna veg, sigur hon.
Sigmund Damgaard
Trondheim
19 ára gamli Sigmund Damgaard
Trondheim er hálvur føroyingur. Pápi
hansara er úr Føroyum og mamman
er donsk. Hann vaks upp sunnanfyri
Holsterbro og sigur, at hann var ikki
sum hinir dreingirnir. Honum dámdi
best at vera saman við gentunum og
hevði somu áhugamál, sum tær.
Tá hann fór í 4. flokk valdu
Sigmund og foreldur hansara, at
hann skuldi fara á ein privatan dansi
samrøður
Sigmund D. Trondheim