Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. januar 2015 sosialurin 3 23 skúla, har hann fekk møguleika at dansa tveir tímar hvønn dag, við síð­ una av vanligu undirvísingini. Her fann Sigmund tað, hann elskar allar­ menst – dansin og framsførsluna. Sigmund sigur, at vanligt skúla­ arbeiði ongantíð hevur fallið honum lætt. Hann byrjaði til dømis á HF, men dansurin fór við ov nógvari tíð. Eisini var hann eitt tíðarskeið á skúla sum skipar fyri skeiðum í smiðju­yrkjum, men hann sigur, at har kendi hann seg ikki vælkomnan og varð happaður. – Har vóru keðiligar typir, sum flentu at mær, tí eg eri soleiðis, sum eg eri, sigur hann. Hann hevur allatíðina tikist við leiklist og teatur, og hann hevur havt ymiskar leiklutir. Í ár varð hann biðin um at vera við í leikinum Fame, og hann ætlar at brúka tað mesta av tíðini uppá tað. Sigmund sigur, at hann hevur verið púrasta burtur í dansi og fram­førslu, síðani hann sum smá­ drongur framførdi sirkus og dans fyri foreldrum sínum hvørt kvøld heima í stovuni. Síðani endaði evnaríki dansarin í sendingini Talent. Hann sigur, at hann var í Føroyum, tá hann sá lýs­ ing­ina í sjónvarpinum. Tann dagin upptøkuroyndirnar vóru, fór hann við eini vinkonu úr Herning til Keypmannahavnar árla á morgni. Hann endaði við at verða síðsti luttakari á pallinum. Hann slapp ikki á pall fyrr enn klokkan var blivin 22, og tá hevði hann brúkt 13 tímar til at kenna seg svimmul og sjúkan av nervum. Í Talent hevur Sigmund møtt nógv­um kendum fólkum, sum hava givið honum íblástur. Tað feitasta var tó, tá rapparin TopGunn spurdi, um hann vildi vera við í einum av hans­ara tónleikasjónbondum, sigur Sigmund spentur Sigmund, sum eru fullur av skap­ andi evnum, droymir um at sleppa at liva av dansi og sangi. Hann finnur nógvan íblástur í føroyskum tónleiki, serliga sjónbondum hjá Eivør og Byrta, sigur hann. Eisini droymur hann um at fram­ føra sang og dans til Gay Pride í Føroyum. Av tí at honum ikki dámar sið­bundna skúlabonkin ynskir hann at útbúgva seg meira innan sang og dans, og endaliga at kunna liva av hesum eisini. – Øll størv eru feit á hvør sín hátt, men hetta við framførslu og áskoð­ arum er tað feitasta, eg kann hugsa mær, sigur hann ágrýtin. Jógvan Joensen Jógvan Joensen úr Fuglafirði sigur, at hann er tónleikari – ein tónleikari sum kanska kortsíðani hevur fingið hetta heitið. Hann hevur skrivað sangir og gjørt tónleik alt sítt lív, men heldur at tíðin hjá honum ikki hevur verið búgvin til at geva arbeiðið út fyrr enn nú. Tíðin rakk ikki, og hann byrjaði eisini at arbeiða meira, tá hann bleiv pápi fyri fýra árum síðani. Jógvan hevur fleiri ferðir fingið at vita, at hann burdi meldað seg til kappingina X-Factor. Men tá daman eisini byrjaði at skumpa undir, valdi Jógvan at royna seg. Tá hann síðani fekk boð um at møta til »pre-casting« var X-Factor knappliga veruleiki, og ikki bara nakað, man kanska fjollaði um, sigur hann. Hann hevur ikki møgu­leika til at úttala seg um, hvussu hevur gingist í kappingini. – Tað kendist rætt fyrstuferð, eg var har, sigur hann. Tað er sera spenn­andi – við nógvum nýggjum og áhuga­verdum fólki. Tá Jógvan var lítil, byrjaði hann at spæla trummur. Hann greiðir frá, at hann fekk eitt trummusett, sum síðani varð sett upp í kjallaranum, og hann sló óført – kanska við lítlum skili. Ein dagin vóru trummurnar knapp­liga vekk, og hann spurdi pápa sín um hetta. Pápin segði, at hann skuldi læra seg at spæla uppá guitar fyrst, og gav honum ein guittara. Tá Jógvan so aftur kom til pápa sín, eftir at hann hevði lært at spæla guitar, segði pápin, at hann fyrst skuldi læra seg at spæla klaver, áðrenn hann fekk trumm­urnar aftur. Síðani var tað sang hann skuldi læra. – Eg fekk ongantíð trummurnar aftur, flennir Jógvan. X-Factor hevur verið garrvilt, sigur Jógvan, og tað er tað stuttligasta. Sum smádrongur droymdi hann um at gerast poppstjørna, og tað er stuttligt at gera tað sum tann lítli Jógvan eina­ ferð vildi, sigur hann. X-Factor gevur Jógvani møguleika at promovera seg sjálvan sum tón­ leik­ara. Hetta er nakað sum hevur verið torført hjá Jógvani, sum hevur roynt seg í yrkinum fleiri ferðir í Føroyum, men ikki hevur fingið tað stóra gjøgnumbrotið. Hetta, at promovera seg, er eisini tað, sum Jógvan brennir fyri. Hann ynskir at koma skjótari út millum fólk og verða eitt kendari navn, men tá tú ikki hevur eina sending, sum X-Factor aftan fyri teg, gerst tað bæði kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi, sigur hann. Jógvan Joensen Jórun Gudmundsen