týsdagur 29. juni 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 29. juni 2004
15
Fyri 20. ferð var
mikukvøldið pisu-
fundur á Gøtusandi,
har 66 studentar og
HF arar saman við
familju og kenning-
um og hinum, sum
enn eina ferð vildu
uppliva serliga hýrin,
fegnaðust í góða
summarveðrinum
PISUFUNDUR
Jonhard Hammer
Viðhvørt er veðrið ikki so
gott. Men oftast eydnast tað
væl. Her verður hugsað um
pisufundirnar, sum fram
ímóti skúlaársenda verða
hildnir á Gøtusandi. Miku-
kvøldið vóru 66 studentar
og HF arar á Gøtusandi, har
kommunan hevði ruddað
og hampað, og har hýrurin
var sera góður.
Gestarøðari var Jan Berg
Jørgensen. Hann arbeiðir í
sjónvarpinum. Áður hevur
hann verið lærari í stu-
dentaskúlanum á Kambs-
dali, har hann hevur undir-
víst í eingilskum og filmi
og sjónvarpi. Fyri trettan
árum síðani stóð hann við
húgvuni á høvdinum á
Gøtusandi.
Jan sveimaði víða í síni
røðu. Høvuðsboðskapurin
var, at tað hjá ungu fólkun-
um ræður um at velja og
vraka. At skilja lortin frá tí
góða, sum hann málbar seg.
Fyri studentarnar røddi
Jákup Dahl av Kambsdali,
og fyri HF ararnar tosaði
Sóley
Magnussen
úr
Lamba. Símun Joensen úr
Klaksvík var orðstýrari.
Fuglafjarðar hornorkest-
ur spældi. Endað varð við
tjóðsanginum, sum varð
sungin á tamb. Mannfólkini
stóðu við húgvuni í hond-
ini, og konufólkini við
húgvuni
á
høvdinum.
Akkurát sum tað sambært
gomlu siðvenjuna eigur at
vera.
So varð heilsað uppá og
ynskt tillukku. Dúgliga
varð klikt og filmað, og Per
á Hædd syrgdi fyri, at hvør
flokkurin varð søguliga
dokumenteraður. Myndir
av øllum flokkunum, sum
hava gingið í studentaskúl-
anum í Eysturoy hanga í
gongini á skúlanum.
Á
Kambsdali
vórðu
prógvini handað hósdagin
seinnapartin. Tað gekk fyri
seg
í
ítróttarhøllini
á
Kambsdali. Tá vóru næm-
ingarnir aftur í fínasta
skrúð. Teir flestu vóru í
føroyskum búna. Í sam-
bandi við hesa hátíðarløt-
una framførdu næmingar,
sum hava havt tónleik á
hástigi, sang og tónleik
undir leiðslu av Eyðuni á
Lakjuni.
Pisurnar úr Norðoyggj-
um komu við fylgi um
Leirvíksfjørð. Hesa ferð
var tað sjóvegis. Hjá teim-
um, sum eftir summarfrí-
tíðina fara undir útbúgving-
ar á Kambsdali og búgva
hinumegin Leirvíksfjørð,
verður tað øðrvísi. Um alt
gongur, sum tað verður
roknað við og ætlað, so
verður tað um trý ár koyr-
andi úr Klaksvík og til
Leirvíkar.
Síðani í 1982 hevur stu-
dentaskúli verið í Eysturoy.
Øll árini síðani tá hevur
skúlagongdin og øll tiltøk í
tí sambandinum verið lagað
eftir
ferðasambandinum
um Leirvíksfjørð. Soleiðis
verður tað eisini tey bæði
næstu árini. Men nú verður
tað ikki so leingi, at tað ikki
verður øðrvísi hjá teimum
av Viðareiði at fara til tiltøk
á Kambsdali, enn tað hevur
verið og er hjá teimum í
Saksuns og Tjørnuvík og
Toftum og Selatrað.
Í sambandi við próv-
handanina segði Sámal í
Skorini, rektari á Kambs-
dali, at nú hava 1526 næm-
ingar lokið studentsprógv
ella HF prógv í Eysturoyar
Studentaskúla
og
HF
skeiði.
Nú eru pisurnar farnar av
Kambsdali. Framtíðin fer at
vísa, hvussu væl tær fara at
duga at skilja tað góða frá tí
minni góða. Onkur fer
beinanvegin undir víðari
útbúgving. Fleiri fara at
hvíla frá bókunum og fara
at finna sær eitt arbeiði.
Onnur ætla sær at ferðast.
Felags fyri øll er ivaleyst, at
tey hava framtíðar ætlanir,
og tað er rættuliga týdn-
ingarmikið fyri ungu fólk-
ini.
Tað ræður um at skilja frá
Pisufundurin varð hildin í fagrasta veðri
Glaðir studentar avmyndaðir á Gøtu sandi
Tað var ein vøkur sjón at síggja studentar og HF-arar standa í húgvu og tjóðbúna
15
14
Nr. 121 - 29. juni 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hósdagin 24. juni
2004 fingu 17 lærarar
á Handilsskúlanum í
Havn handað
Námsfrøðiligt KT-
prógv. Endamálið við
eftirútbúgvingini er
at menna teirra
førleika til at nýta KT
í frálæruni.
Á myndini eru frá vinstru:
Sonja Petersen, Elsa Jóhanna
Høgenni, Hertha Olsen,
Gloria Kalsø, Mina Reinert,
Mikkjal Mikkelsen
(vegleiðari),
Kalpana Vijayavarathan,
Finn Jensen, Regin
Ellingsgaard (leiðari KT-
depilin), Klæmint Olsen,
Birgir Mortensen, Olav
Absalonsen, Hans Olivur
Joensen (vegleiðari), Tórður
Johannesarson, Heðin
Samuelsen, og Aref Tórsson
Olsen. Á myndini vanta:
Jóan Pauli Poulsen, Maryann
Due Olsen, Alex Ocampo, og
Bo Warberg
Føroya Handilsskúli, Tórshavn:
17 lærarar fingið Námsfrøðiligt KT-prógv
Fríggjadagin 19. juni
fingu fyrstu neming-
ar-námsfrøðingarnir
prógv. Nemingar-
námsfrøðingur er
betur kent undir
heitinum, taktil-
pædagogur. Lærari á
skeiðnum var
svenska, Birgith
Grundberg, sum er
zoneterapeut og
lærari í nemingar-
stimbran
Nemingar-stimbran hevur
nógv ár á baki, og eru
umleið 3000 sviar, sum
hava hesa útbúgving.
Útbúgvingin er partvíst
ástøðislig, men starvsvenj-
ingin hevur verið drúgv, og
endaði skeiðið við teoret-
iskari og praktiskari próv-
tøku.
Samanlagt
hevur
skeiðið vart í 11 vikur.
Henda útbúgving verður
serliga nýtt innanfyri skúla-
og almannaverkið, og eru
tað lærarar, námsfrøðingar
og sjúkrarøktarfrøðingar,
sum hava luttikið á fyrsta
skeiðnum
í
nemingar-
stimbran, sum varð hildið í
Runavík.
Aftast frá vinstru: Birgith Grundberg,
lærari, Osla Gøthe, Selma Tindalíð, Olga
Horn, Annika K. Joensen.
Fremst frá vinstru: Anna Jørmundsson,
Inga Jensen, Paulina Andreasen og Lív
Joensen
Fyrstu nemingar-námsfrøðingarnir fingið prógv
C
M
Y
K
14