týsdagur 29. juni 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 121 - 29. juni 2004
Nr. 121 - 29. juni 2004
17
MARKNAÐARRÁK
Farna vika var sum heild
friðarlig á heimsins virðis-
brævamarknaðum,
men
hósdagin
brustu
tvær
bumbur í Turkalandi og
yvirgangur varð framdur í
Irak.
Hesar
hendingar
órógvaðu friðin á marknað-
unum og lánsbrævarentur-
nar lækkaðu sum heild.
Partabrøvini lótu seg tó ikki
ávirka av hendingunum.
Orsøkin til at lánsbrøvini,
og ikki eisini partabrøvini,
órógvaðust
er
teknisk.
Íleggjarar í hópatali mangla
í løtuni lánsbrøv (á fakmáli
kallast hetta, at teir eru
"stuttir"), og tá órógv kemur
á marknaðin leypa slíkir
íleggjarar aftur í marknaðin
og keypa lánsbrøvini teir
vanta. Tískil fáa hendingar,
eins og tær í Turkalandi og
Irak, stundum stóra ávirkan.
Í farnu viku varð eisini
búskaparvøksturin í USA í
1. ársfj. dagførdur úr 4,4%
í 3,9%. Talið var kortini
hampuligt og gevur ábend-
ingar um, at vøksturin fyri
alt 2004 verður 4,6% sam-
mett við 3,1% í 2003.
Meira áhugavert var, at
prísvakstraruppgerðin hjá
stjórnini, ið varð kunngjørd
samstundis, vísti ein vøkst-
ur úr 2,6% í 2,9%. Hetta
fekk lánsbrævarenturnar at
hækka aftur eftir lækking-
ina, ið stóðst av bumbu-
brestunum
.
Serliga prísvakstrarupp-
gerðin staðfesti metingina
hjá Kaupthing um, at FED
fer at hækka leiðandi rentu
teirra á fundi mikudagin
30. juni úr 1,00% í 1,25%.
Fundurin verður stórhend-
ingin hesa vikuna og hend-
ingin fer at hava stóra
ávirkan á, hvussu heimsins
fíggjarmarknaðir fara at
hátta sær komandi vikur-
nar. Lítil ivi er um hvat
FED fer at gera, og tí
verður týdningarmiklast,
hvat stjórin Alan Green-
span fer at siga í samband
við rentufundin. Eisini
evropiski miðbankin hevur
fund hesa vikuna, men
Kaupthing metur ikki, at
tey fara at broyta teirra
rentustig.
Vit meta at Greenspan fer
at endurtaka, at rentan
verður hækkað hóvliga í
tráð við búskapargongdina,
og at hann ikki sær vandan
í ógvusliga hækkandi prís-
vøkstri. Kortini kann vikan
gerast óstøðug, tí marknað-
irnir fara at venda hvørjum
orði Greenspans og eisini tí
at fleiri týdningarmiklar
búskaparkunngerðir koma,
m.a. stóra arbeiðsmarknað-
arfrágreiðingin úr USA.
Bumbubrestir skakaðu lánsbrøvini
Vika 27, 2004
www.kaupthing.fo
Føroyskt til
Margrethu
Krúnprinsaparið
og
Drotning Margretha fara
saman
við
Heindriki
prinsi til Grønlands á
vitjan í næstum. Í hesum
sambandi er inspektións-
skipið Thetis á veg til
Grønlands. Skipið fór úr
Føroyum í gjár tann 28.
juni. Í lastini hevur Thetis
føroyskan fisk frá Nevið
Fiskeeksport i Rúnavík.
Hesin fiskur er ætlaður
kongligu gestunum, sum
skulu umborð á Thetis
undir almennu vitjanini í
Grønlandi. Á matkort-
inum verður millum ann-
að grillaður kalvi til
Mary, Fríðrik, Heindrik,
og Margrethu.
-hkm
JAZZUR
Tíðindaskriv
Hesa vikuna er Jazzstevna
í Havn, og Vertshúsið
verður sera aktivt. Um-
framt ymisk tónleikatiltøk
á Vertshúsinum fer James
Olsen sum vocalistur at
luttaka við House Band-
inum á fasta jamminum
Mikukvøldið.
Á Vertshúsinum harm-
ast tey um, at tey ikki
sleppa at skeinkja øl
uttanfyri. Tað ber ikki til,
tí tað er ikki loyvt í Før-
oyum.
Jazzur á
Verthúsinum
Gjaldsskipanin í Vágatunlinum:
Nú skal loysnin finnast
P/f Vágatunnilin og
p/f norðoyatunnilin
hava havt aðalfund. Á
fundinum kom mill-
um annað fram, at
vágatunnilin gjørdist
dýrari enn ætlað, og
at tað nú ikki kann
væntast at ganga long
tíð, áðrenn ein loysn
verður funnin á trup-
ulleikanum við gjald-
støðini
UNDIRSJÓVARTUNNIL
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Mánadagin 21. juni vóru
aðalfundir í báðum tunnils-
feløgunum.
Nevndirnar
løgdu fram ársfrágreiðing
og ársroknskap, eins og
nevnd skuldi veljast. Eisini
var
landsstýrismaðurin
Bjarni Djurholm tilstaðar.
Hann dró serliga tvey ting
fram á fundinum.
Annað var, at gjaldsskip-
anin í tunlinum hevur als
ikki virkað, síðani tunnilin
lat upp, og tað fíltist lands-
stýrismaðurin sum parta-
eigari á.
Bergur í Garði, nevndar-
formaður ásannar, at skip-
anin hevur als ikki verið
nøktandi, men hann sigur
samstundis, at tað verður
arbeitt við fullari kraft at
finna eina loysn.
Sambært Bergi kann ein
av trupulleikunum vera, at
tá felagið frá fyrstan tíð
gjørdi av, at støðin skuldi
vera ómannað, at teir vóru
heldur frammarlaga.
– Vit nýttu eitt mynstur,
sum er kent úr Noregi, men
um hugt verður at støðuna í
Noregi í dag við gjalds-
støðum, so vísir hon, at av
teimum umleið 60 ella 70
støðunum, eru bert fimm
ella seks ómannaðar, greið-
ir Bergur frá.
Skipanin við kubbunum
hevur virkað, sum hon skal,
men tað er kortskipanin,
sum ikki hevur virkað.
Bergur í Garði sigur, at
ítøkilig stig eru nú tikin til
tess at finna eina loysn á
trupulleikanum.
Hann greiðir frá, at norski
veitarin hevur sett seg
saman við einum veitara úr
Føroyum fyri at projektera
eina loysn. Og tað kann
verða talan um, at støðin fer
at verða mannað framyvir.
Nær loysnin verður klár,
veit hann tó ikki at siga við
vissu, men hann væntar, at
tað kann verða skjótt.
Dýrari tunnil
Hitt, sum landsstýrismað-
urin førdi fram er, at Vága-
tunnilin, nú endaligi byggi-
roknskapurin er liðugur,
kostaði 37 milliónir meira
enn upprunaliga ætlað.
Eitt tal, sum hevur verið
nógv frammi í sambandi
við samlaða kostnaðin av
tunlinum, er 240 milliónir,
men í endaliga byggirokn-
skapinum er talið góðar
300 milliónir.
– Sjálvur tunnilin er
vorðin um 37 milliónir
krónur dýrari. Restin eru
kapitalútreiðslur, rentuút-
reiðslur og útreiðslur av
felagnum, greiðir Bergur á
Garði, nevndarformaður í
feløgunum báðum.
Byggiroknskapurin varð
formliga handaður vinnu-
málastýrinum til viðgerðar
á fundinum. Tá hann er
viðgjørdur, fær p/f Vága-
tunnilin aftursvar frá vinnu-
málaráðnum.
Nevndarval var eisini á
skránni á fundinum.
Í nevndina fyri Vága-
tunnilin p/f vórðu aftur-
valdir Bergur í Garði, Jens
Kári Vilhelm, Oyvindur
Brimnes og Bjarni A.
Bjarnason meðan Dánjal
Thomsen varð nývaldur.
Í nevndina fyri Norðoya-
tunnilin vórðu afturvaldir
Bergur í Garði, Jens Kári
Vilhelm, Heri M. Hammer,
Oyvindur
Brimnes
og
Bjarni A. Bjarnason.
Nevndirnar skipa seg á
nevndarfundi í komandi
viku.
Ferðsluóhapp í Hoyvík
Leygardagin hendi eitt ferðsluóhapp á Hvítanesvegn-
um. Ein ungur maður hevði stolið bilin, og hann var
ávirkaður av rúsdrekka. Umframt hetta hevði bilførarin
ikki koyrikort.
Førarin varð fluttur á skaðastovuna, men hann var
skjótt útskrivaður, tí hann hevði ikki fingið nakran
álvarsligan skaða.
– Vit hava tikið mannin, og hann verður nú skuldsettur
fyri rúsdrekkakoyring og innbrot í bil. Hann hevði
roynt at stolið ein annan bil frammaundan, sigur vakt-
havandi á løgreglustøðini, sum annars leggur afturat, at
vikuskiftið hevur verið sera friðarligt í høvuðsstaðnum.
- sae –
Sands skúli
Hesi størv eru leys at søkja fyri skúlaárið 2004/
2005:
1 lærarastarv vegna avlopstímar, uml. 12 t./v.
1 ped.stuðul til næming við serligum tørvi
í 1. flokki, 15 t./v.
Størvini eru tíðaravmarkað skúlaárið 2004/2005.
1 starv er lønt eftir sáttmála millum Føroya Lær-
arafelag og Fíggjarmálaráðið.
1 starv er lønt eftir sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í sein-
asta lagi 10. juli 2004.
Sands skúlastýri
v/ Jóhan Petur Kj. Hentze
FO-210 Sandur
Lærari til
Viðareiðis skúla
Komandi skúlaár 2004-2005 tørvar okkum 1 lærara
at undirvísa umleið 4-6 tímar um vikuna, vegnað
avlopstímar.
Starvið verður lønt smb. avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Freistin at søkja er úti á middegi 12. juli 04.
Umsókn og møgulig viðmæli skulu sendast til:
Viðareiðis Skúlastýri
v. Lenu Heinsen
FO-760 Viðareiði
Húsarhaldsskúli Føroya søkir
lærara (avloysara)
Søkt verður eftir einum føðslu- og húsarhaldsfrøð-
ingi at undirvísa fulla tíð ítíðarskeiðnum 01.08.04-
31.02.05.
Starvið fevnir um: Undirvísing í matgerð, kost-
læru, vørukunnleika, reinføri o.ø. og annars at vera
við til at fyriskipa ymisk tiltøk á skúlanum.
Vit kundu hugsa okkum: Lærara ið dugir at sam-
starva,er fyrikomandi,hevur áhuga at arbeiða sam-
an við ungdómi og sum annars hevur hug at seta
sín dám á skúlan.
Førleikakrøv:
Umsøkjarar skulu hava úbúgving sum føðslu- og
húsarhaldsfrøðingur ella líknandi útbúgving.
Setanarviðurskifti: Starvið verður lønt í lønar-
flokkunum 18,1-27,4 sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Fyrispurningar:
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú
venda tær til leiðaran á skúlanum Jóhonnu á
Tjaldrafløtti.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og CV skulu
vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 12. juli 2004.
Húsarhaldsskúli Føroya
Stoksoyrarvegur 29 · 700 Klaksvík
tlf. 456974/216974 · fax 457664
teldupostur: hsf@post.olivant.fo
Gør et kup
10 år gammel Entreprenørfirma sælges for 1/3 af
dagsværdi.
Tlf. 581454
C
M
Y
K
17
16