týsdagur 29. juni 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 121 - 29. juni 2004
Nr. 121 - 29. juni 2004
19
UTTAN ÚR HEIMI
Tann hóvligi Boris Tadic
vann forsetavalið í Serbia.
Serbia fer uttan iva at
nærkast Evropa, nú tann
hóvligi og nýskipanarhug-
aði Boris Tadic tekur við
sum forseti. Hann fekk 54
prosent av atkvøðunum á
forsetavalinum
sunnu-
dagin. Mótvalevnið, tann
víðgongdi tjóðskaparmað-
urin Tomislav Nikolic, fekk
45 prosent.
Undir valstríðnum legði
Boris Tadic dent á, at Serb-
ia má nærkast hinum part-
inum av Evropa, og at
landið tí má taka fleiri stig
fram ímóti demokratii og
nýskipanum heldur enn at
byrgja seg inni.
Boris Tadic hevur eisini
sagt, at Serbia má sam-
starva
við
krígsbrots-
mannadómstólin í Haag.
Mjørki er tað nýggja
vápnið, sum týskarar
ætla at nýta ímóti
yvirgangi
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í Týsklandi bera myndug-
leikarnir ótta fyri, at yvir-
gangsmenn fara at nýta
rænd flogfør ímóti teimum
týsku kjarnorkuverkunum.
Tí hava myndugleikarnir
leingi arbeitt við ætlanum
um, hvussu tey átjan verk-
ini best kunnu verjast.
Sambært blaðnum Die
Welt halda teir seg nú hava
funnið
hyggjuráðini.
Í
samráð við orkufeløgini
hava myndugleikarnir gjørt
av at keypa nakrar stórar
maskinur, sum kunnu gera
mjørka. Ætlanin er so, at
maskinurnar skulu leggja
kjarnorkuverkini undir í
mjørka, so yvirgangsmenn-
inir ikki finna tey.
Die Welt skrivar, at tað
eru kortini ikki øll, sum
hava álit á mjørkanum sum
vápn ímóti yvirgangi. Eitt
nú heldur tað týska flog-
skiparafelagið lítið um
hugskotið. Felagið vísir á,
at við teimum nútímans
navigasjónstólunum ber til
at finna eitt kjarnorkuverk,
sjálvt um tað er fjalt í
mjørka.
Eftir 14 mánaða
herseting tóku irakar
í gjár við valdinum í
landinum. Men mót-
støðan heldur fram
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Hetta er ein søguligur
dagur,
ein
eydnuríkur
dagur, og hetta er dagurin,
sum allir irakar hava bíðað
eftir. Nú kemur Irak aftur
upp í altjóða samfelagið,
segði
irakski
forsetin,
Ghazi Yawar, á hátíðarhald-
inum í sambandi við valds-
skiftið í gjár.
Upprunaliga var ætlanin,
at irakar skuldu taka við
valdinum í Irak í morgin,
men sambært Hoshiyar
Zebari, uttanríkisráðharra,
bleiv valdsskiftið fram-
skundað fyri at tálma
teimum nógvu álopunum.
Hóast irakar nú formliga
hava valdið í heimlandin-
um, er vald teirra avmark-
að. Teir kunnu ikki leggja
nakrar langtíðarætlanir, og
teir hava ikki ræðið á teim-
um umleið 160.000 út-
lendsku hermonnunum í
landinum. Stjórnin í Bag-
dad hevur kortini heimild
til at biðja hermenninar
fara av landinum, men hon
hevur gjørt greitt, at hon
hevur ongar ætlanir um tað.
Burturflytingar
Fyribils er einki, sum bend-
ir á, at valdsskiftið fer at
gera tað meiri friðarligt í
Irak. Teir seinastu dagarnar
hava minst tríggir bólkar
boðað frá, at teir fara at
avrætta gíslar, fáa teir ikki
síni krøv eftirlíkað. Ein
bólkur hóttir við at avrætta
tríggjar turkar, ein annar
hóttir við at avrætta ein
pakistana, og í gjár kunn-
gjørdi uppaftue ein bólkur,
at hann hevur burturflutt
ein amerikanskan hermann.
Hesin og ein annar bólkur
hava kravt, at amerikanar-
arnir skulu lata fleiri fangar
leysar, annars verða gísl-
arnir avrættaðir.
Sunnudagin doyði ein
amerikanskur hermaður, tá
ein rakett rakti eina ameri-
kanska herstøð í Bagdad.
Sambært
Reuters
hava
minst 630 amerikanskir
hermenn latið lív í Irak,
síðani kríggið byrjaði.
Serbia nærri Evropa
Mjørki nýtt vápn ímóti yvirgangsmonnum
Nú ráða irakar í Irak
Samdir um
Barroso
Tað tykist nú greitt, at
portugisiski forsætisráð-
harrin, Jose Manuel
Durao Barroso, skal
taka við sum formaður í
ES-nevndini, tá italiu-
maðurin Romano Prodi
leggur frá sær í heyst.
Írland hevur formans-
skapin í ES til tann 30.
juni, og seinastu dagar-
nar hevur írtska stjórnin
leitað eftir einum for-
mansevni, sum øll lima-
londini kunnu semjast
um. Portugisiskir fjøl-
miðlar hava fleiri ferðir
sagt, at Barroso hevði
boðið sær til at taka við
eftir Prodi, men at hann
skal hava lagt tvinnar
treytir við. Tann fyrra
var, at øll londini skuldu
taka undir við, at hann
bleiv formaður, og tann
seinna treytin var, at av-
gerðin skal ikki elva til
tjóðartingsval í Portugal.
Tann portugisiski for-
sætisráðharrin er ein av
teimum minni kendu
leiðarunum í ES-lond-
unum. Hann tók undir
við amerikanska álopin-
um á Irak, men hevur
kortini varðveitt góð
viðurskifti við Frakland
og Týskland, skrivar
Reuters.
Adamkus vann
Bert hálvt annað ár eftir
at hann noyddist at fara
frá, er Valdas Adamkus
aftur vorðin forseti í
Litava.
Í fjør misti Adamkus
forsetasessin til Roland-
as Paksas, men hesin
noyddist at leggja frá
sær í apríl, eftir at tað
var komið fram, at hann
hevði misnýtt sítt vald.
Kanningar vístu, at hann
hevði havt samband við
ta russisku mafiuna, og
at hann eisini hevði ver-
ið í sambandi við ta
russisku fregnartænast-
una. Hetta hevði við sær,
at tjóðartingið koyrdi
hann frá.
Tí var aftur forsetaval
í Litava sunnudagin, og
sambært
valnevndini
vann Valdas Adamkus
valið við 52,1 prosent-
um
av
atkvøðunum.
Mótvalevni hansara var
fyrrverandi forsætisráð-
harrin Kazimira Prun-
skiene úr bóndaflokkin-
um.
Berlusconi tapti
Norðuritalski stórbýurin
Milano hevur verið há-
borgin hjá italska stjórn-
arflokkinum
Forza
Italia, men so er ikki
longur.
Sunnudagin var lokal-
val í Milano-økinum, og
tá eydnaðist tað einum
valevni hjá mið- og
vinstraflokkunum
at
vinna á valevninum,
sum Forza Italia og
høgraflokkarnir høvdu
stillað upp. Sambært
valnevndini fekk val-
evnið
hjá
mið-
og
vinstraflokkunum 54,3
prosent av atkvøðunum,
meðan
valevnið
hjá
stjórnarflokkunum fekk
45,7 prosent.
Italski
forsætisráð-
harrin, Silvio Berlus-
coni, er úr Milano, og
valúrslitið sunnudagin
verður roknað sum ein
dyggur
ósigur
hjá
Berlusconi. Val var í 22
landspørtum og meiri
enn 100 býum sunnu-
dagin, men valið í
Milano varð roknað sum
tað týdningarmesta.
Nógv rúsevni
Higartil í ár hava norska
tollvaldið og løgreglan
lagt hald á meiri enn 110
kilo av heroini, og tað er
tvær ferðir meiri enn alt
árið í fjør, tá tollvaldið
og løgreglan komu fram
á góð 51 kilo av heroini.
Iver Stensrud hjá løg-
regluni í Oslo sigur við
Aftenposten, at løgregl-
an hevur lagt seg eftir at
tálma tí skipaða krimi-
nalitetinum í høvuðs-
staðnum, og at tað er
hetta, sum hevur givið
úrslit. Bara í sjálvum
Oslo hevur løgreglan
funnið umleið 100 kilo
av heroini í ár, sigur
hann. Hann ivast kortini
ikki í, at nógv heroin er í
Oslo, og at brotsmennin-
ir fjala tað í nøkrum
ávísum goymslum í bý-
num.
Sambært Iver Stens-
rud hava tollararnir á
markinum
ímillum
Noregi og Svøríki eisini
funnið
nógv
meiri
heroin í ár enn í fjør. Tað
sama sigur tað svenska
tollvaldið
hinumegin
markið, skrivar Aften-
posten.
Amerikanski umsitingarleiðarin í Irak, Paul Bremer, og ein shiittiskur leiðari undir hátíðar-
haldinum í gjár
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
19
18