týsdagur 29. juni 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 29. juni 2004
21
Landsliðsleikarin
Súni Olsen var stóri
leikarin, tá ið GÍ
heldur óvæntað vann
4-2 á VB í Vági á
Jóansøku
VB-GÍ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Vágbingar hava havt eitt
gott kappingarár higartil í
ár, og óivað høvdu teir sett
nøsina upp eftir einum sigri
á Jóansøku, tá ið gøtumenn
komu suður á vitjan. GÍ
byrjaði kappingarárið væl,
men seinastu umførini hev-
ur tað ikki gingið eftir vild.
Avgjørdu í fyrra
hálvleiki
Dysturin var ikki gamal, so
var hann avgjørdur. Einans
seks minuttir vóru leiktir, tá
ið gestirnir úr Gøtu løgdu
seg á odda. Leikandi venj-
arin, Krystof Popczynski.
slapp leysur eftir skjótálop
og staddur áraka brots-
teigarmarkið,
smekkaði
hann til við vinstra beini,
og so var 1-0 til GÍ.
Góðar tíggju minuttir
seinni vóru gøtumenn aftur
upp á spæl. Ein bóltur bleiv
sendur væl innfyri, og við
handaru stong var Krystof
hægstur og stútaði upp á
tvørs, har Súni Olsen var
klárur og høgdi bóltin í
kassan til 2-0. Landsliðs-
leikarin tykist trívast ógvu-
liga væl í sínum leikluti
sum
hangandi
áleypari
beint aftan fyri Krystof
Popczynski.
Gøtumenn vóru væl betri
enn vertirnir í fyrra hálv-
leiki, og tað var lítið, sum
VB hevði at bjóða teimum
mongu stevnugestunum.
Tá ið fyrri hálvleikur var
um at verða liðugur fall
avgerðin í dystinum, tá ið
Súni Olsen enn einaferð var
upp á spæl. Hann skeyt eitt
av sínum vandamiklu frí-
spørkum ímóti málinum
hjá vágbingum og umvegis
eitt VB-bein, smeyg bólt-
urin sær í mál til 3-0. Sum
skilst hevði bólturin allar-
helst farið í mál, hóast VB-
beinið ikki kom á bóltin, og
dómarin í dystinum, Dag-
finn Olsen, góðskrivaði
landsliðsleikaran fyri mál-
ið.
At støðan var 3-0 í hálv-
leikinum, var ikki so nógv
at siga til, tí munurin á
liðunum báðum hevði verið
stórur. Gøtumenn høvdu
tað flótandi álopsspælið
frammi, meðan vágbingar
tóktust merkiliga tungir.
VB kom meiri við í
dystin
Í seinna hálvleiki var eitt
sindur meiri av lív í spælin-
um hjá heimaliðnum. Tó
noyddust teir at bíða, heilt
inntil eitt korter var eftir at
leika av dystinum. Birgir
Jørgensen, sum hesaferð
byrjaði á beinkinum, var
innskiftur fyri Mindaugas,
og hann fekk minkað um
munin fyri heimaliðið. VB
royndi nú at senda nógv
fólk fram í eini roynd at fáa
nakað burtur úr dystinum.
Ístaðin vóru tað gestirnir
úr Gøtu, sum enn einferð
skoraðu. Aftur hesaferð var
tað landsliðsleikarin, Súni
Olsen, ið var á blettinum.
Hann slapp at standa í
skotstøðu áraka brotsteigar-
markið, og við sínum eyð-
kenda vinstrabeini sendi
hann bóltin framvið Bjarna
í VB-málinum, og so var 4-
1 til GÍ. Vertirnir úr Vági
fingu tó pyntað um úrslitið
enn einaferð, tá ið Palli
Augustinussen skoraði til
2-4 tveir minuttir fyri leik-
lok.
VB-GÍ 2-4(0-3)
0-1 Krystof Popczynski 6.
0-2 Súni Olsen 18.
0-3 Súni Olsen 45.
1-3 Birgir Jørgensen 75.
1-4 Súni Olsen 85.
2-4 Palli Augustinussen 89.
VB: Bjarni Johansen - Jón
Pauli Olsen, Eyðun Jacob-
sen, Anders Sørensen, Ják-
up Olsen (65. Michael í
Lágabø)- Palli Augustinus-
sen, Milan Kuljic, Daniel
Kristensen, Símun Samuel-
sen - Dan Djurhuus, Min-
daugas (59. Birgir Jørgen-
sen)
Gult kort: Eyðun Jacobsen
GÍ: Hallur Hansen - Leivur
Hansen, Pól Ennigarð, Kaj
Ennigarð, Hanus Jacobsen
- Áslakkur Petersen (61.
Magnus Skoralíð), Símun
Louis Jacobsen, Pól Henn-
ing Jacobsen, Hans Pauli
Petersen - Súni Olsen,
Krystof Popczynski
Gult kort: Leivur Hansen
og Pól Henning Jacobsen
Dómari: Dagfinn Olsen
Súni gjørdi
bart í Vági
Heldur óvæntað
noyddust vágbingar at
lúta fyri GÍ í
jóansøkudystinum í
Vági leygarkvøldið.
Gøtumenn fór norður
aftur við einum 4-2
sigri, og
landsliðsleikarin, Súni
Olsen, var á blettinum
heilar tríggjar ferðir.
Mynd: Áki Bertholdsen
21
Nr. 121 • týsdagur • 29. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Nú fer ÍF av landinum
Hóast tað sunnudag-
in gekk av skriðuni,
so hava fuglfirðingar
ikki givið skarvin yv-
ir. Eftir seinnu hálv-
finaluna, sum verður
leygarkvøldið, fara
teir til Jyllands at
fyrireika seg til
seinnapartin av
kappingarárinum
ÍF Á FERÐ
Jóannes Hansen
Støðutalvan boðar frá, at tað
ikki stendur nakað serligt til
við fótbóltinum í Fuglafirði.
Eftir 6-1 lúsingin á heima-
vølli í síðsta umfarinum un-
dan summarsteðginum hev-
ur ÍF ikki vunnið síðani í 2.
leikumfari, tá ið teir á
heimavølli koppaðu NSÍ við
4-2. Síðani tá hevur ÍF bara
fingið stig í heimadystinum
ímóti B68. Úrslitið ta ferð-
ina var 1-1. ÍF og B68 eru á
tveimum teimum niðastu
plássunum, og tað er greitt at
hesi bæði feløgini fara at
halda summarfrí á hesum
plássunum. ÍF hevur fýra
stig og er sjey stig aftanfyri
GÍ og átta stig aftanfyri KÍ.
Um B68 fer at hava eitt ella
fleiri stig varð greitt í gjár-
kvøldið, tá ið toftamenn
spældu á heimavølli ímóti
B36.
Flestu fótbóltsfeløgini eru
nú farin í summarfrí. Hjá
teimum flestu verður talan
um steðg í umleið tvær
vikur. Í annaðkvøld fer HB
at taka ímóti NSÍ í Gunda-
dali. Talan verður um síðsta
dystin í níggjunda leikum-
farinum. Talan verður um
rættuligt oddastríð. NSÍ,
sum leygardagin tapti 4-0 á
Svangaskarði í Intertoto
Cup ímóti Esbjerg, sum
harvið samantalt vann 7-1,
fer við sigri í annaðkvøld at
hava møguleika at leggja
seg á odda í landskapping-
ini. Tað hava teir, tí Skála
leygardagin einki fekk burt-
urúr heimadystinum ímóti
EB/Streymi.
Um NSÍ fer at vinna á
HB, so verður talan um
rættuliga lítlan mun á
fremstu feløgunum. Um tað
harafturímóti fer at eydnast
hjá HB at vinna á NSÍ, so
fara meistararnir tvey tey
seinastu árini rættuliga at
leggja sjógv millum seg og
allar hinar.
Finalistarnir
Leygardagin verður gjørt
av, hvørji feløg skulu hittast
í steypafinaluni á Ólav-
søku. Seinnu hálvfinalur-
nar fara at verða spældar í
Havnini og í Fuglafirði. Í
Havnini fara HB, sum tað
ikki enn hevur eydnast hjá
at fáa lut í Løgmanssteyp-
inum, sum tað hevur verið
spælt um síðani í 1999, og
VB at stríðast. Fyrra hálv-
finalan, sum varð spæld í
Vági 23. mai, endaði 1-1.
ÍF og NSÍ fara at spæla á
Varmakeldu. Dysturin er
ásettur at vera leygarkvøld-
ið klokkan 19. Tá ið hesi
bæði feløgini hittust í
Runavík í fyrru hálvfinal-
uni, endaði tað málleyst.
Síðani tá hevur tað gingið
støðugt framá hjá NSÍ,
meðan tað hevur gingið
skeiva vegin hjá ÍF.
Síðstu dystirnir undan
summarsteðginum verða
spældir fyrra partin av
næstu viku. FCK og Todi
Jónsson koma til Føroya at
vitja. Teir skulu spæla í
Klaksvík mánakvøldið og á
Tórsvølli ímóti HB annað
mikukvøld. Atgongumerki
til teir báðar dystirnar eru
at fáa í forsølu á Statoil-
støðunum í Klaksvík, í
Runavík og í Gundadali.
Fyrstu fótbóltsdystirnir
eftir summarsteðgin verða
spældir longu mitt í juli. Tá
skulu B36 og B68 spæla í
UEFA Cup. Báðir dystirnir
verða ímóti letlendskum
feløgum. Teir eru ásettir at
vera 15. og 29. juli. Í báð-
um førum fall luturin
fríggjadagin, at føroysku
feløgini fyrst skulu spæla á
útivølli. Tað verður í løtuni
kanna, um tað fæst fíggjar-
ligur fyrimunur burturúr,
um annað liðið fyrst skal
spæla á heimavølli. Um tað
vísir seg, at hetta verður
fyrimunur, so verður roynt
at fáa letlendsku feløgini at
býta um.
Tað verður eisini arbeitt
við at flyta dystardagin í
UEFA Cup frá Ólavsøkuni.
Ætlanin er at fáa dystirnar
avgreiddar fyri Ólavsøku.
Í innleiðandi umfarinum
í kappingini fyri meistara-
lið var HB so óheppið í
lutakastinum,
sum
tað
næstan bar til at ímynda
sær. HB skal spæla ímóti
georgiska meistaraliðnum.
Luturin fall soleiðis, at HB
skal spæla á utivølli miku-
dagin 14. juli og á heima-
vølli eina viku seinni.
ÍF til Jyllands
Summarsteðgurin er rættu-
liga stuttur hjá flestu feløg-
unum. Sunnudagin fór EB/-
Streymur av landinum. Teir
fóru til Italia, har teir í tvær
vikur skulu fyrireika seg til
seinnapartin av landskapp-
ingini. EB/Streymur hevur
staðið seg betri higartil í ár,
enn teir hava gjørt undan-
farnu árini, tá ið teir hava
verið í bestu deildini.
Í Fuglafirði hava teir ikki
heilt mist mótið, hóast
gongdin ikki hevur verið
serliga hugalig nógvu tær
seinastu vikurnar. Leygar-
dagin 17. juli fer ÍF til Dan-
markar á venjingarlegu.
Tað eru óføru ÍF stuðlarnir,
sum hava syrgt fyri, at
ferðin er fingin í lag. Í
ferðalagnum vera umleið
50 fólk. Umframt spælarar-
nar vera eisini konur og
børn við í ferðalagnum.
Sambært snotuligi leik-
skránni, sum ÍF gav út í
sambandi við landskapp-
ingardystin ímóti KÍ sunnu-
dagin, so verður ferðalagið
aftur í Føroyum 24. juli.
Venjingarlegan verður í
Aalborg, sum er vinarbýur
hjá Fuglafirði. Venjingar-
nar verða á vallunum hjá
KFUM. Hvussu venjingar-
legan fer at verða skipað
valdast um, hvussu úrslitið
verður ímóti NSÍ á Varma-
keldustevnuni. Um ÍF fer at
megna at vinna sær finalu-
pláss, so fer tað nógva av
venjingini at ganga fyri seg
á grasi, tí finalan verður
spæld á grasi á Ólavsøku.
Umframt at venja nógv so
er ætlanin hjá ÍF at spæla
fleiri venjingardystir á ferð-
ini í Danmark. Enn er ikki
greitt, hvørjum hesir dystir-
nir fara at verða spældir
ímóti.
Sást ikki aftur
Sambært ÍF leikskránni so
vóru ÍF spælararnir undan
heimadystinum ímóti KÍ í
onkrum slagi av viðger fyri
at fáa sjálvsálitið upp á
pláss, eftir at tað hevði
gingið minni gott nógvu
tær seinastu ferðirnar.
Talan var um kvøldsetu á
Muntra. ÍF stuðlarnir stíl-
aðu fyri. Ætlanin hjá teim-
um var partvís at vísa spæl-
arunum, at teir stuðlaðu
teimum hundrað prosent,
hóast tað ikki hevði gingið
so væl. Hin parturin av ætl-
anini var, at dentur skuldi
leggjast á, hvussu spælarar-
nir sálarliga kundu seta seg
upp og harvið hava størri
møguleika at venda ikki
serliga hepnu gongdini.
ÍF tapti 6-1 ímóti KÍ, og
avrikið var einki at reypa av.
Spurningurin er so, um tað
hevði havt verið uppaftur
lakari, um eingin kvøldseta
hevði havt verið. Men ÍF
spælararnir tykjast hava
góðar karmar. Í heyst fer at
bera til at staðfesta, um
venjingarlegan í Aalborg fer
at vera amboð at røkka mál-
inum fyri hetta kappingarár-
ið. Málið er at varðveita
plássið í bestu deildini.
Tíggjunda
umfarið
í
landskappingini verður á
skránni sunnudagin 1. aug-
ust. Tá sær skráin soleiðis
út: EB/Streymur-B36, B68-
KÍ, ÍF-GÍ, HB-Skála og
VB-NSÍ.
Fuglfirðingar fara í næstum av landinum á venjingarlegu í Danmark við tí fyri eyga, at teir fáa vent skeivu gongdini í
landskappingini, soleiðis at teir ikki noyðist at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20