týsdagur 29. juni 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 29. juni 2004
23
23
22
Nr. 121 - 29. juni 2004
Tey fýra málini eru nokk munurin
Í seinna InterToto
Cup-dystinum hjá NSÍ
móti Esbjerg fB
megnaði NSÍ ikki tað
sama sum í fyrra
dystinum. Donsku
bronsuvinnararnir
vunnu ein tryggan 4-0
sigur, ið helst eisini er
munurin á føroyskum
og donskum fótbólti
INTERTOTO CUP
Terji Nielsen
Lítið man vera at ivast í, at
runavíkingar royndu sítt
besta á Svangaskarði leyg-
ardagin. Í øllum førum
gjørdu teir ein vørr at byrja
við í hvørjum hálvleiki
móti Esbjerg fB, men tað
rakk so ikki eins langt og
tað gjørdi niðri í Esbjerg.
Fyrra dystin tapti NSÍ eftir
eitt gott avrik 3-1, men nú
spælt varð á heimavølli,
endaði tað við 4-0 tapi.
Esbjerg fB syrgdi fyri
tveimum málum í hvørjum
hálvleiki, og so var atg-
ongumerkið greitt til annað
umfar í InterToto Cup-
kappingini, har franska
Nice er mótstøðuliðið.
Sum sagt, so gjørdi NSÍ
mest um seg fyrstu løtuna í
fyrra hálvleiki og fyrstu
løtuna í seinna hálvleiki.
Men yvirmaktin var nokk
ov stór, tí ikki megnaðu
runavíkingar á heimavølli
at umseta kjansirnar til mál.
Serliga allarfyrst í dystin-
um legði NSÍ væl út, og
beinanvegin var ein møgu-
leiki. Ian Højgaard fann
Jónstein Petersen frammi í
vinstru síðu, har hann setti
tveir verjuleikarar av, áðr-
enn hann sendi innfyri. Har
stóð Súni Fríði Barbá, men
skundaði sær so nógv at
avslutta, at bólturin varð
skotin væl við síðuna av
málinum.
Einar tvær ferðir aftrat
var NSÍ framvið, men tað
gjørdist ikki meira enn til
hálvar kjansir hesa fyrstu
løtuna, áðrenn Esbjerg fB
hevði fingið fótin fyri seg í
nógva vindinum á Svanga-
skarði leygardagin. Í fyrra
hálvleiki hevði Esbjerg fB
vindin undan.
Gjørdu skjótt av
Tá so donsku bronsuvinn-
ararnir raknaðu við, gjørdu
teir eisini skjótt av. 25 min-
uttir vóru farnir, tá tað
eydnaðist liðformanninum,
Jess Thorup, at finna Jan
Kristiansen, ið fekk sent
bóltin í málið, og bara hálv-
anannan minutt seinni var
tað Anders Egholm, ið eftir
hornaspark fekk pláss og
stundir at venda sær á og
skjóta - so var 2-0.
Undan hesum høvdu tek-
in verið um, at gestirnir
mundu fara at fáa okkurt
mál, tí beint frammanundan
hevði Hans H. Andreasen
sent beint fram við afturu
stong og Jess Thorup skotið
á stongina.
Nú málini so vóru komin,
fekk Esbjerg fB sett spælið
hjá sær upp í ferð, og ofta
var trupult hjá NSÍ-arunum
at fylgja við. Tó spurdust
ikki so øgiliga nógvir mál-
møguleikar
burtur
úr
danska spælinum.
Í seinna hálvleiki legði
NSÍ aftur bragdliga fyri, og
aftur var tað Súni Fríði
Barbá, ið fekk størsta
kjansin. Sjúrður Jacobsen
sendi hornaspark innfyri úr
høgru síðu, og við aftaru
stong setti Súni Fríði høvd-
ið á, men á stongina og út.
Sum dystinum leið, setti
Esbjerg fB seg meira og
meira á hann, men kortini
fekk Jens Martin Knudsen
aftur hesa ferð pilkað
svenska framherjan, Fredr-
ik Berglund, niður. Heilar
tríggjar ferðir slapp Berg-
lund leysur, men hvørja
ferð fekk Jens Martin blok-
erað, so einki kom burturúr.
Hinvegin
fekk
topp-
húgvumaðurin einki gjørt,
tá Esbjerg fB aftur innan
fyri lítla løtu í seinna hálv-
leiki sendi bóltin í málið
tvær ferðir aftrat. Fyrst
skoraði Jakob Poulsen til 3-
0 við einum fløtum skoti í
69. minutti, og bara fýra
minuttir seinni varð Jan
Kristiansen fríspældur av
Fredrik Berglund og kundi
økja til 4-0.
Tankarnir aðrastaðni
Sjálvt um Esbjerg fB hevði
fult tamarhald á síðsta
hálva tímanum av dystin-
um, royndi NSÍ av og á at
sleppa longur fram á vøllin,
og í triðsíðsta minutti
mundi tað eisini givið úr-
slit. Ein misskiljing í verj-
uni hjá Esbjerg fB gjørdi, at
Jónstein Petersen við sínum
skjótleika vann kapprenn-
ing við málverjan, Lars
Winde, men mátti síggja
bóltin bresta í yvirliggj-
aran…
Donsku gestirnir tóktust
yvirhøvur væl nøgdir við
úrtøkuna, men hinvegin
gjørdi NSÍ síðstu 15-20
minuttirnar nakrar útskift-
ingar, ið kundu bent á tað
borðið, at onkrir av leikar-
unum vórðu spardir til
oddadystin móti HB í
annaðkvøld, ið man hava
heldur størri týdning fyri
felagið enn at renna eftir
einum
ógvuliga
lítlum
møguleika
fyri
víðari
InterToto Cup-luttøku.
Jústinus R. Hansen av-
loysti Gert Langgaard á
miðvøllinum og Andy Ol-
sen fór í álopið fyri Helga
L. Petersen. Hinvegin var
eitt nú Aleksandar Jovevic
als ikki brúktur leygar-
dagin.
Europeisku royndirnar
hjá NSÍ eru nú tvífaldaðar,
og samlaða úrslitið var eitt
vet betri enn í fjør. Í dyst-
inum leygardagin fekk NSÍ
í
løtum
givið
donsku
bronsuvinnarunum
góða
mótstøðu, men megnaði
kortini ikki at verja seg
ímóti at tapa. Hinvegin eru
fýra mál óivað eisini á leið
tað, ið kann væntast at vera
munurin á føroyskum og
donskum fótbólti.
InterToto Cup
Leygardagin 26. juni 2004
á Svangaskarði
NSÍ-Esbjerg fB 0-4 (0-
2)
0-1: Jan Kristiansen, 25.
0-2: Anders Egholm, 27.
0-3: Jakob Poulsen, 69.
0-4: Jan Kristiansen, 73.
NSÍ: Jens Martin Knudsen
- Brynjolvur Nielsen, Óli
Hansen, Dánial Hansen,
Sjúrður Jacobsen (Áki L.
Hansen, 71.) - Gert Lang-
gaard (Jústinus R. Hansen,
68.), Ian Højgaard, Kári
Hansen - Helgi L. Petersen
(Andy Olsen, 71.), Súni
Fríði Barbá, Jónstein Peter-
sen
Gul kort: Ian Højgaard,
14. og Óli Hansen, 56.
Esbjerg: Lars Winde -
Jerry Lucena, Kjetil Peder-
sen, Anders Egholm, Mart-
in Jensen (Tommy Løven-
krands, 66.) - Søren Bars-
lund (Lasse Kryger, 68.),
Hans Henrik Andreasen,
Jakob Poulsen - Jan Kristi-
ansen, Fredrik Berglund
(Jesper Jørgensen, 83.),
Jess Thorup
Gult kort: Kjetil Pedersen,
32.
Áskoðarar: 500
Helgi L. Petersen úr NSÍ sær út til at vinna henda nærdystin, men annars vóru tað Martin Jensen, Hans H. Andreasen og hinir í
Esbjerg fB, ið vunnu sjálvan dystin
Tryggur sigur til B71
Sandoyingar endaðu
fyrru hálvu við ein-
um trivaligum 5-0
sigri á B36 heima á
Sandi
2 DEILD
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
B71 vann ein tryggan 5-0
sigur á B36, tá ið liðini
hittust á Sandi leygar-
dagin. Hálvleiksstøðan var
2-0 til heimaliðið.
Eingin ivi
Tað var Jónsvein Thom-
sen, ið legði heimaliðið á
odda 1-0, tá ið okkurt um
ein hálvur tími var leiktur
av dystinum. Stutt fyri
hálvleik økti veteranurin
Eli Hentze til 2-0 eftir gott
uppspæl úr vinstru síðu.
Eingin ivi var um, hvat
var betra liðið, og serliga
eftir steðgin var B71 eina-
ráðandi. Hanus Clement-
sen økti til 3-0 við einum
góðum langskoti, og Eir-
ikur Poulsen gjørdi tað til
4-0, tá ið hann fangaði ein
leysan bólt inni í brots-
teiginum hjá B36. Síðsta
málið í dystinum gjørdi
brasiliumaðurin, Clayton
Soares, tá ið hann sendi
eitt beinleiðis fríspark í
málið til 5-0, sum sostatt
gjørdist endaliga úrslitið
av dystinum heima á
Sandi. Nú farið verður í
summarfrí, liggur B71
nummar trý í næstbestu
deildini, meðan árstalsfel-
agið
úr
Havn
liggur
nummar átta.
C
M
Y
K
22