týsdagur 29. juni 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 29. juni 2004
25
24
Nr. 121 - 29. juni 2004
Balling aftur á
kendar leiðir
Fyrrverandi NSÍ
spælarin er nú aftur
í Vejle, har hann
verður liðfelagi og
kappingarneyti hjá
Christian Høgna
Jacobsen
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Ulrik Balling er kent navn
í
føroyskum
fótbólti.
Upprunaliga spældi hann
í Vejle, og nú hevur hann
skrivað nýggjan sáttmála
við Vejle. Har verður
hann liðfelagi við Christi-
an
Høgna
Jacobsen.
Christian Høgni er fram-
vegis skaddur í knænum.
Tá ið hann fer at verða
komin fyri seg aftur eina
ferð í vár, fara teir báðir at
kappast um pláss í Vejle
álopinum. Teir hava áður
verið liðfelagar í NSÍ.
Fyri tveimum árum síð-
ani var Ulrik Balling í
NSÍ. Hóast hann var
skaddur stóran part av tíð-
ini, so skoraði hann fýra
mál, og tey vóru hvørt
týdningarmikið enn annað
og millum orsøkirnar til, at
NSÍ rakk silvurkrónunum,
ið er tað hægsta, sum teir
higartil hava rokkið í
landskappingini.
Hóast
áhugi
var
í
Runavík at halda fram við
samstarvinum við danska
álopsspælaran, so spurd-
ist einki burturúr. Balling
hevði
hug
at
royna,
hvussu langt hann kundi
røkka í Danmark, men tað
hevur ikki gingið nakað
serligt.
Møguleikarnir
fyri stórum inntøkum í
donskum fótbólti hava
verið smáir. Útboðið av
brúkiligum
spælarum
hevur verið størri enn
eftirspurningurin.
Síðsta árið hevur Ulrik
Balling spælt í FC Aarhus.
Felagið hevur verið um-
boðað í næstbestu deildini.
Tað eydnaðist ikki at varð-
veita plássið. Teir taptu
stríðið at sleppa undan
niðurflyting eitt nú við
Vejle. Nú hava Ulrik Ball-
ing og tveir liðfelagar hjá
honum skrivað sáttmála
við Vejle Boldklub, ið fyri-
reikar seg í vónini um, at
tað skal hilnast betri næsta
ár, enn tað hevur gjørt
síðsta árið. Nýggjur venj-
ari í Vejle er Frank Ander-
sen, sum áður hevur verið
venjari í eitt nú Sønd-
erjydskE, ið hann flutti
upp í superliguna við.
Ulrik Balling, sum er
29 ára gamalur, er ættaður
av Sælandi. Hann spældi
fyrst í Slagelse og síðani í
Næstved, áðrenn hann
royndi fótbóltsevnini í
Tromsø í Noregi. So
spældi hann í Aarhus
Fremad, sum FC Aarhus
tá nevndist, og síðani fór
hann til Vejle, har hann
spældi 80 dystir og skor-
aði 24 mál, áðrenn hann
flutti til Føroya.
ÍF fór orduliga í
spønir ímóti KÍ, sum
við stórsigri eisini
fekk málmunin at
venda rætta vegin,
áðrenn teir fóru at
hvíla seg
ÍF-KÍ
Jóannes Hansen
Tað var ikki lukkuligt, sum
klaksvíkingar tóku fyri sær,
tá ið teir vitjaðu í Fuglafirði
fyri fyrstu ferð, síðani teir
eftir fjórðingsfinaluna í
steypakappingini
stóðu
vónbrotnir eftir tepra tapið.
Fuglfirðingar
hingu
toluliga uppií fyrra partin
av fyrra umfarinum. Tá ið
unglingaspælarin
Julian
Samuelsen við fínum stút-
ara - akkurát sum grikska
málið í fjórðingsfinaluni -
hevði lagt KÍ framum, vóru
greiðar ábendingar um,
hvønn veg tað bar, og tá ið
Jacob Bymar dygst undan
steðginum hevði økt til 3-1,
var tað meiri ein spurningur
um, hvussu stórur sigurin
hjá KÍ fór at verða, heldur
enn um tað skuldi eydnast
hjá ÍF at koma afturíaftur.
Jacob Bymar skoraði til
3-1, tá ið hann úr heilt stutt-
ari fjarstøðu snittaði bóltin
upp um Karstin Joensen.
Hesa ferð var Jacob Bymar
á framrættaða miðvallar-
plássinum, sum Atli Dani-
elsen annars plagar at vera
á. Atli var á verjukenda
miðvallarplássinum, sum
Jan Joensen hevur havt.
Saman við teimum báðum
vóru Leon Bjartalíð og
Símun Joensen á KÍ mið-
vøllinum.
Klaksvíkingar
høvdu nógv pláss at dusa
sær á, og ÍF verjan hevði
torført at ansa Erlingi Fles
og Juliani Samuelsen.
Tá ið Jacob Bymar í fjør
kom til Klaksvíkar, segðist
hann vera maðurin, sum
skuldi skjóta málini. Tí
gekk tað illa við. Nú tykist
Jacob Bymar rættuliga at
hava fingið høvdið fyri seg
í Klaksvík. Hann er skjótur,
altíð klárur at taka lut í
samanspælinum, og so vísti
hann sunnudagin á álops-
kenda miðvallarplássinum
máltevið, sum tað í fjør
ongantíð sást nakað til. Tá
ið hann setti hol á, varð
hann spældur úr høgru og
inn um verjuna, og hann
var púra kaldur og fullur í
sjálvsáliti, tá ið hann setti
framvið málverjanum.
Tá ið KÍ tíggju minuttir
eftir steðgin skoraði til 4-1,
var talan um fínt uppspæl í
høgru og flatt innlegg, og
soleiðis var tað eisini, tá ið
teir skoraðu til 5-1. Í øðrum
av hesum førinum hevði KÍ
marginalirnar rættuliga við
sær. Eftir ÍF horna úr høgru
stútaði Hanus Eliasen í
stólpan. Fuglfirðingarnir
høvdu armarnar omanfyri
høvd, men linjuverjin og
dómarin søgdu einki. Jákup
Mikkelsen fekk fatur á
bóltinum, tveitti í høgra
borð, har Harley Berthold-
sen, sum nú hevur vunnið
sær pláss aftur á liðnum,
spældi skjótt, bólturin fór
heilt fram í hornið, og tað
var púra sóttreinsað fyri
reyðar troyggjur, tá ið bólt-
urin kom inn undir málið.
Lítið sjálvsálit
Heimaliðið tóktist ikki hava
serliga stórt sjálvsálit. Teir
royndu viðhvørt at spæla
fótbólt, men tað miseydn-
aðist ofta. Í fleiri av pláss-
unum vóru ikki teir spælar-
arnir, sum hava verið
roknaðir at vera stuðuls-
spælarar, og tað kostaði.
Verjan var ógvuliga lítið
avgjørd, og álopsparturin
var rættuliga tunnur.
ÍF fekk mál við brots-
sparkið, tá ið eitt stórt
korter var farið. Teir sekt-
aðu stórt verjumistak hjá
KÍ. Ove Nysted royndi sum
aftasti maður og í høgra
borði at fara framvið tveim-
um spælarum. Tað eydn-
aðist í fyrra førinum, men
so fingu fuglfirðingar fatur
á, Hanus Eliasen kom í
brotsteigin í vinstru, takl-
ingin hjá Niclasi Niclasen
kom ov seint, og Høgni
Zachariasen setti úr ellivu
metrum bóltin flatt og
umvegis stólparótina og í
málið.
Sum tíðin leið, var tað
eyðsýnt, at ÍF ikki hevði
nógvar streingir at spæla
uppá. Nógvir kvalifiseraðu
seg til útskifting. Fleiri
spælarar vóru á beinkinum,
og onkrir hitaðu upp, men
tað var bara ein nýggjur
maður settur á vøllin. Tað
mundi ikki kennast sum
herðaklapp
til
ómóðu
menninir, sum neyvan vóru
serliga uppsettir, tá ið teir
fóru at spæla í 3. deild og
ímóti sørvingum.
ÍF sleppur ikki í summar-
frí fyrrenn leygarkvøldið,
tá ið teir á Varmakeldu-
stevnu hava spælt seinnu
hálvfinaluna í steypakapp-
ingini ímóti NSÍ. Avrikið
sunnudagin bendi ikki á, at
ÍF skal vera annar parturin í
finaluni ólavsøkudag. Men
tað kann við einum góðum
vilja eisini vendast tann
vegin, at ÍF longu hevði
hugsanirnar snaraðar ímóti
hálvfinaluni.
Tað er einki at siga til, at
klaksvíkingar vóru væl
nøgdir. Julian Samuelsen
vísti seg at vera ágrýtnan
og skilagóðan álopsspæl-
ara, Harley Bertholdsen,
Jacob Bymar og Erling Fles
vóru eisini sannførandi, og
hinir høvdu heldur ikki
trupulleikar. Men tað skal
framvegis havast í huga, at
mótstøðuliðið hevði so lítið
at bjóða uppá, sum neyvan
nakað annað lið í bestu
deildini hevur í løtuni.
ÍF-KÍ 1-6 (1-3)
0-1: Jacob Bymar 13.
1-1: Høgni Zachariasen 17.
1-2: Julian Samuelsen 25.
1-3: Jacob Bymar 45.
1-4: Erling Fles 56.
1-5: Jacob Bymar 76.
1-6: Erling Fles 89.
Dómari: Eiler Rasmussen
ÍF: Karstin Joensen - Árni
Petersen,
Áki
Petersen
(John
Thomsen,
63.),
Viggo Johannesen, Tostein
Joensen - Eyðolvur R.
Petersen, Eyðun Rygs-
hamar, Høgni Zachariasen,
Frileif í Lambanum - Atli
Petersen, Hanus Eliasen
Gult kort: eingin
KÍ: Jákup Mikkelsen -
Harley Bertholdsen, Ove
Nysted, Niclas Niclasen,
Marek Wierzbicki (Jákup
Hansen, 74.) - Leon Bjarta-
líð, Atli Danielsen, Jacob
Bymar (Arnhold Joensen,
77.), Símun Joensen (Frank
Joensen, 81.) - Erling Fles,
Julian Samuelsen
Gult kort: eingin
Føroyski landsliðs-
spælarin verður í
verjuni hjá Horsens
í hvussu so er í tvey
ár afturat
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Hann verður nevndur úti-
seti, tí hann býr í Dan-
mark, og tí hann er ein av
teimum, sum kappast um
plássini á føroyska fót-
bóltslandsliðnum. Hann
hevur ongantíð búð aðra
staðni enn í Danmark, og
harvið er hann ikki útiseti.
Men hann er føroyskur
landsliðsspælari, tí bæði
foreldrini eru ættað úr
Føroyum, og tí hann hevur
valt at umboða Føroyar.
Tað er Johan Byrial
Hansen, sum er á skránni.
Hann hevur verið í Hor-
sens verjuni seinsatu ár-
ini, og nú er greitt, at har
fer han at vera í hvussu so
er tvey ár afturat. Í vikuni
hava Johan og Horsens
skrivað nýggjan sáttmála.
Í vár gekk ikki væl hjá
Horsens. Eftir framúr væl
eydnað heyst við stórari
úrtøku og oddasessi, sum
legði upp til superligu
fótbólt eftir summarfrí-
tíðina, varð nógv mist í
vár, og Horsens endaði á
triðja plássinum.
Men leiðslan í felagn-
um tykist hava verið væl
nøgd við avrikið hjá Joh-
an. Hann hevur viðhvørt
verið vongverji í vinstru,
og ofta hevur hann verið í
miðverjuni saman við
Mads Rieper, sum áður
hevur spælt við AGF. Joh-
an royndi seg eitt skifti í
OB. Har eydnaðist honum
ikki at vinna pláss á besta
liðnum, og nú hevur hann
eitt skifti verið aftur í
Horsens, har hann altso
fer at halda fram tvey tey
næstu árini.
Johan heldur fram
Tað stendur ikki væl til í Fuglafirði
Eingin teirra, sum
undan hesum kapp-
ingarárinum kom til
Fuglafirðar at hjálpa
til, var á liðnum
sunnudagin - burtur-
sæð frá málverjanum
ÍF Í KREPPU
Jóannes Hansen
Tá ið ÍF fór undir fyrireik-
ingarnar til royndina at
standa seg í bestu deildini,
ásannaðu teir, at tað var
neyðugt at styrkja liðið,
sum í fjør vann 2. deild, við
nøkrum spælarum. Ein
teirra var málverjin. Tá ið
Jákup Mikkelsen var komin
aftur til Klaksvíkar, flutti
Karstin Joensen til ÍF. Har
hevur hann roynst væl, og
hóast seks mál fóru ígjøgn-
um sunnudagin, so var
einki at siga til avrikið hjá
málverjanum.
Tilgongdin úti á vøll-
inum var Magni á Lakjuni,
Bárður á Lakjuni, Rúni Elt-
tør og Bartal Eliasen. Eing-
in teirra var á liðnum
sunnudagin. Bárður á Lakj-
uni hevur altíð havt ógvu-
liga góð fótbóltsevni. Hann
hevur altíð verið plágaður
av skaðum. Tað hevur hann
eisini verið í ár. Nú hevur
hann verið í Danmark fyri
at vita, um nakað kann ger-
ast
fyri
at
fyribyrgja
knæskaðarnar. Tað ber ikki
til, og nú hevur Bárður
gjørt av at gevast at spæla
fótbólt. Tað er væl skilj-
andi, at teir í ÍF harmast um
støðuna, men teir siga seg
eisini skilja avgerðina.
Magni á Lakjuni hevur
verið skaðaplágaður. Hann
var á beinkinum sunnudag-
in, men hann hevur ikki
vant, og hann varð ikki sett-
ur inn. Bartal Eliasen var
um vikuskiftið við flog-
bóltslandliðnum uttanfyri
landoddarnar.
Tá ið ÍF spældi ímóti
B68, var fyrrverandi B36
spælarin, Jan Guttesen, á
miðvøllinum. Hann hevur
verið niðri aftur, men
sunnudagin var hann aftur í
Fuglafirði. Hann slapp
kortini ikki framat. Spæli-
loyvið var ikki komið úr ÍF
Føroyum og umvegis DBU
og FSF og til ÍF. Fyri ÍF var
tap sera óheppið, at teir ikki
høvdu syrgt fyri hesum.
Bárður er givin at spæla
KÍ venjarin segði seg
vera ovurfegnan, men
ikki skakkan av, at tað
hesa ferð eydnaðist
hansara at vinna
stórsigur í Fuglafirði
FYRSTU FERÐ Í 62
DAGAR
Jóannes Hansen
Ove Flindt-Bjerg fer í vik-
uni av landinum í stutta
summarfrí og til Vejle, har
hann á DBU skeiði fer at
leita eftir íblástri til venj-
ingina. Hann verður tískil
ikki á beinkinum, tá ið KÍ
mánakvøldið í næstu viku
fer at spæla í Klaksvík
ímóti FCK og Toda Jóns-
son.
Tað er einki at siga til, at
KÍ venjarin sunnudagin var
fegin. Í fyrsta umfarinum,
sum var Flaggdagin, vann
KÍ 1-0 á heimavølli ímóti
ÍF. Síðani tá hevur KÍ ikki
vunnið aftur fyrrenn nú í
Fuglafirði ella tveir mán-
aðir og tveir dagar eftir
fyrsta sigurin.
– Tað gongur rætta vegin,
men tað gongur ikki so
skjótt, og úrslitini eru ikki
so góð, sum fótbóltsáhug-
aðu norðoyingarnir vilja
hava tað at gera, staðfesti
Ove
Flindt-Bjerg,
sum
segði seg vera serliga fegn-
an um, at tað hevði gingið
væl hjá ungu monnunum.
– Hesa ferð var Julian
Samuelsen við frá byrjan,
og Jákup Hansen og Frank
Joensen komu inn. Hetta
eru alt spælarar, sum iva-
leyst fara at gera seg gald-
andi, men tað eru teir
fægstu, sum gerast 1. deild-
arspælarar soleiðis beinan-
vegin. Fyri felagið hevur
tað týdning, at tað er
tilgongd alla tíðina, og tað
haldi eg meg síggja, at tað
nú fer at vera. Vit hava havt
trupulleikar at fáa mál.
Hesa ferð glapp tað ordu-
liga hjá Jacob Bymar og
Erlingi Fles, og Julian Sam-
uelsen skoraði eitt fínt mál.
Men tað er langt á mál, og
vit fara at halda fram við
arbeiðnum, tá ið spælarar-
nir hava hvílt seg í eina
góða viku, segði KÍ venj-
arin.
Higartil hevur tað ikki
verið frítt, at klaksvíkingar
hava kent niðurflytingar-
vandan hótta. Hóast teir
vunnu á ÍF, so eru teir
framvegis
niðarlaga
á
talvuni. Men tað eru so
mikið nógv stig aftur til ÍF
og B68, at sannlíkið fyri
fyrstu KÍ niðurflytingini á
hundrað ára føðingardags
árinum má metast at vera
lítið og einki.
Tað gongur rætta vegin
Jacob Bymar hjá KÍ gjørdi ikki mætari enn at skora tríggjar
ferðir, tá ið klaksvíkingar vóru á vitjan í Fuglafirði
sunnudagin.
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
24