týsdagur 29. juni 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 29. juni 2004
27
26
Nr. 121 - 29. juni 2004
Grikkar syrgdu fyri
sensatiónini
Við einum 1-0 sigri á
verjandi evropa-
meistarunum úr
Fraklandi syrgdu
grikkar fyri einari
sensatión í fjórðings-
finaluni í EM-enda-
spælinum fríggja-
kvøldið
EM-
FJÓRÐINGSFINALA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Grikska landsliðið hevur
tikið øll á bóli í EM-enda-
spælinum í Portugal í
hesum døgum. Í bólka-
spælinum vann liðið á
portugisisku vertunum og
spældi javnt ímóti spaniól-
um. Hesi úrslit merktu, at
grikkar komu í fjórðings-
finaluna, har mótstøðu-
liðið var Frakland, ið tey
flestu mettu sum mest
upplagda boðið upp á
evropameistaraheitið und-
an endaspælinum.
Grikkar trýstu
Frakland noyddist at verða
Arsenal-liðskiparan,
Patrick Vieira, fyriuttan, tí
at hann hevði ein skaða.
Hetta darvaði eisini spælið
á franska miðvøllinum,
sum ongantíð av álvara
kom í gongd í dystinum.
Hjá grikkum var støðan
ein onnur, tí teir vóru
klárir frá fyrsta bríksli.
Liðið hjá týska Otto
Rehagel royndi at trýsta
fronsku stjørnurnar, og tað
eydnaðist teimum eisini.
Teir báðir áleypararnir hjá
grikkum, Charisteas og
Nikolaidis, vóru ógvuliga
ágrýtnir, og Fyssas á
vinstra vongi syrgdi fyri
fleiri vandamiklum bólt-
um inn í franska brots-
teigin.
Í hinum endanum hendi
ikki nógv, og tær báðar
heimsstjørnurnar, Thierry
Henry og David Treze-
guet, høvdu ikki nógv at
bjóða upp á fríggjakvøld-
ið. Tá ið so eisini Zinedine
Zidane leikti undir sítt
vanliga støði, var greitt, at
útlitini hjá fraklendingum
vóru alt annað enn góð.
Tað vóru eisini fleiri,
sum hildu, at Grikkaland
hevði lagt seg á odda í
fyrra hálvleiki, tá ið Bart-
hez bjargaði á sjálvari
málstrikuni. Eitt fríspark
frá Karagounis var sent
væl inn í franska brots-
teigin, har Konstantinos
Katsouranis var hægstur
og skallaði bóltin ímóti
franska málinum, men
Barthez lá inni í málinum
og helt bóltinum á sjálvari
málstrikuni.
Ónøgdir franskir
áskoðarar
Tá ið farið var til hálvleiks
við støðuna 0-0, vóru teir
fronsku áskoðararnir alt
annað enn nøgdir. Teir
fronsku leikararnir fingu
greitt at vita frá sínum
áskoðarunum, hvat teir
hildu um avrikið í fyrra
hálvleiki. Harafturímóti
vóru griksku áskoðararnir
vælnøgdir, og tað tóktist
sum um, at teir vóru farnir
at trúgva upp á, at tað fór
at verða møguligt hjá
grikkum at basa fronsku
evropameistarunum.
Fraklendingarnir byrj-
aðu tó væl í seinna hálv-
leiki, og í fyrsta minutti av
hálvleikinum var nær við,
tá ið Thierry Henry skeyt
beint
við
síðuna
av
griksksa málinum. Tá ið
góðir tíggju minuttir vóru
leiktir av seinna hálvleiki,
vóru fraklendingarnir aft-
ur vandamiklir. Veteran-
urin á vinstra bakki, Bix-
ente Lizarazu, ið leikti sín
landsdyst nummar 98,
streyk ígjøgnum í vinstru
síðu, men bleiv steðgaður
í evstu løtu av Mihalis
Kapsis. Sami Kapsis var
lítla løtu seinni aftur frels-
andi eingilin hjá grikkum,
tá ið hann fekk skallað
burtur á sjálvari mál-
strikuni.
Gott sigursmál
Avgerandi løtan í dystin-
um kom, tá ið 20 minuttir
vóru leiktir av seinna
hálvleiki. Grikski liðs-
kiparin, Zagorakis, hevði
bóltin úti í høgra borði.
Hegnisliga
lyfti
hann
bóltin upp um Lizarazu,
áðrenn hann sendi eitt
væla innlegg inn í franska
brotsteigin, har vanda-
mikli framherjin, Chari-
steas úr týska meistara-
liðnum Werder Bremen,
var hægstur og skallaði
bóltin í mál, uttan at
Fabien Barthez í franska
málinum hevði nakran
møguleika at verja fyri.
Eitt mál eftir bókini.
Franski landsliðsvenjar-
in, Jacques Santini, valdi
beinan vegin at seta
nýggjar kreftir á liðið.
Louis Saha og Sylvain
Wiltord komu á vøllin
ístaðin fyri David Treze-
guet og Olivier Dacourt.
Hetta gav franska álop-
inum eitt sindur meira bit,
men sjáldan gjørdist tað
serliga vandamikið. Tó var
ógvuliga nær við tí einu
ferðina, tá ið tíðin var um
at verða farin. Thierry
Henry slapp rættuliga
ótarnaður at skalla bóltin
ímóti grikska málinum úr
lítlari fjarstøðu, men skall-
arin streyk beint við síð-
una av stongini, og so var
sloppið hjá grikkum.
Við sigrinum á frak-
lendingum hava grikkar av
álvara víst, at teir kunnu
verða við millum teir
bestu. Venjari teirra, týski
Otto Rehagel, er eitt
taktiskt flogvit, og grikska
liðið arbeiðir sum ein
eind.
Ongar
serligar
stjørnur eru á liðnum, og
tað minnir ikki sørt um
danska liðið, sum í 1992
vann evropameistaraheitið
í Svøríki. Í hálvfinaluni
skulu grikkar dystast við
kekkar, og tað verður uttan
iva harðasta avbjóðingin
hjá grikkunum í kapp-
ingini higartil.
Grikkaland-Frakland
1-0(0-0)
1-0 Charisteas
Eydnan var við
Hollandi
Sviar vóru ómetaliga
nær við at spæla seg í
hálvfinaluna, men
stongin og tvør-
stongin vóru í vegin,
og tá ið avgerðast
skuldi frá 11-metr-
um, vóru tað hol-
lendingar, ið vóru
stinnastir.
EM-
FJÓRÐINGSFINALA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Fjórðingsfinalan millum
Svøríki og Holland leygar-
kvøldið gjørdist eitt vón-
brot leikliga, og tað er lítið
at siga til, at tað stóð á
jøvnum 0-0 aftan á sam-
fullar 120 minuttir. Hvørki
hollendingar ella sviar
komu til veruligar mál-
møguleikar,
og
flestu
vandastøðurnar í dystinum
komu eftir deyðbóltar.
Holland byrjaði best
Tað vóru hollendsku fav-
orittarnir, ið fingu bestu
byrjanina upp á dystin.
Arjen Robben og Clarence
Seedorf høvdu nakrar
naskar skotroyndir, ið
svenski málverjin, Andre-
as Isakson, tó vardi fyri,
og eitt skot hjá Ruud van
Nistelrooy bleiv blokkerað
av svensku verjuni.
Fyrsta veruliga svenska
roydin upp á mál kom, tá ið
Henrik Larsson skeyt eitt
gott fríspark, ið tó fór
framvið hollendska mál-
inum. Hetta var einasta
veruliga svenska royndin
upp á mál í fyrra hálvleiki,
meðan hollendingar høvdu
nakrar.
Millum
annað
hevði Philip Cocu eitt skot,
sum
Isakson
tó
fekk
boksað út til hornaspark.
Einar tíggju minuttir
fyri hálvleik fekk hol-
lendski liðskiparin, Frank
de Boer, ein skaða, og
hann noyddist tí av vøll-
inum. Í hansara stað kom
Wilfred Bouma úr PSV
Eindhoven, ið taldist mill-
um teir fyrstu ellivu hjá
Hollandi, tá ið kappingin
byrjaði.
Sviar komu fyri seg
Í seinna hálvleiki gekk tað
eitt sindur betur hjá svium
við at fáa spælið hjá sær at
koyra. Tá ið tíggju min-
uttir vóru leiktir av seinna
hálvleiki, var tað eisini
nær við, at Svøríki legði
seg á odda. Álopsparið,
Larsson og Ibrahimovic,
høvdu til tá verið nærum
ósjónligir, men bráddliga
skallaði Larsson tvørtur
við hollendska málinum,
og tá ið Jaap Stam ikki
fekk ruddað burtur, beindi
Ibrahimovic bóltin ímóti
hollendska málinum, men
á sjálvari málstrikuni fekk
Philip Cocu sparkað bóltin
av vandaleið.
Veruligt lív kom nú í
dystin, og fleiri ferðir var
heilt nær við, at annað lið
fekk lagt seg á odda. Bæði
Isaksson í svenska málin-
um og Van der Saar í hol-
lendska málinum fingu
roynt seg, men ongin fekk
sett hol á, áðrenn teir 90
minuttirnir vóru leiktir.
Tískil var neyðugt at leika
umdyst.
Neyðars sviar
Í umdystinum hendi væl
meiri, enn hvat tað hendi í
vanligu leiktíðini. Svenski
málverjin misti eitt lang-
skot frá Arjen Robben á
stongina, men innskifti
Roy Makaay fekk ikki
fatur á bóltinum, tá ið
hann kom út frá aftur.
Stutt eftir hetta noyddist
Andreas Isaksson at vísa,
hvør dugur er í honum, tá
ið Clarence Seedorf hevði
tvær naskar royndir.
Seinni í umdystinum
vóru tað sviar, ið vóru líka
við, og teir høvdu uppi-
borið betur. Henrik Lars-
son rakti tvørstongina úr
góðari støðu, og tá ið bert
nakrir heilt fáir minuttir
vóru eftir at leika, skeyt
Arsenal-leikarin, Frederik
Ljungberg eitt gott skot, ið
brast í stongina. Men teir
120 minuttirnir fóru aftur
um bak, uttan at tað
eydnaðist nøkrum av lið-
unum at fáa mál, og tí var
neyðugt at fara undir
brotssparkskapping.
Liðskiparin gjørdist
syndarin
Bæði liðini skoraðu upp á
fýra av sínum fyrstu fimm
royndum. Svenski fram-
herjin,
Zlatan
Ibrahi-
movic, ið til dagligt leikar
í hollendska Ajax Amster-
dam, misnýtti fyri sviar,
og hjá Hollandi var tað
liðskiparin, Philip Cocu,
úr spanska FC Barcelona,
ið var syndarin.
Tískil var neyðugt, at
liðini skutu eitt brotsspark
í part afturat, áðrenn ein
vinnari kundi finnast.
Svenski liðskiparin, Oluf
Mellberg, skeyt fyrst fyri
sviar, men Van der Saar
bjargaði
royndini
hjá
Aston Villa-verjuleikaran-
um. Hetta var fyrstu ferð,
at Oluf Mellberg skeyt eitt
brotsspark
í
dysti
í
vaksnamannafótbólti. Tí
var tað upp til unga Arjen
Robben at senda Holland í
hálvfinaluna, og komandi
Chelsea-leikarin
sveik
ikki álitið, men sendi
bóltin í mál, og harvið
vóru svensku EM-dreym-
arnir knústir.
Í hálvfinaluni skal Hol-
land dystast við portugis-
isku vertirnar, og tað vóru
óivað ein spennandi dystur
við tveimum álopssinnað-
um liðum.
Holland-Svøríki 0-
0(0-0) 5-4 eftir
brotssp.
Vónirnar hjá dønum
vóru góðar undan
fjórðingsfinaluni
ímóti kekkum sunnu-
kvøldið, og tað sá
eisini gott út eftir
fyrra hálvleik, men
eftir steðgin datt
danska liðið sundur
EM-ENDASPÆL
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Dreymurin hjá dønum um
eina endurtøku av EM-
sigrinum í Svøríki í 1992
brast sunnukvøldið, tá ið
Danmark noyddist at lúta
fyri kekkum, ið vunnu
størsta sigurin í teimum
fýra fjórðingsfinalunum.
Ov lítið hugflog
Danska liðið var nakað
skert undan dystinum, av tí
at Ebbe Sand og Niclas
Jensen báðir vóru skaddir
og fingu tískil ikki spælt.
Danski landsliðsvenjarin,
Morten Olsen, hevði valt at
seta Kasper Bøgelund á
liðið fyri Niclas Jensen,
meðan Claus Jensen av-
loysti Ebbe Sand. At Claus
Jensen byrjaði á vøllinum,
merkti eisini, at Jon Dahl
Tomasson bleiv settur at
leika heilt har frammi,
meðan Claus Jensen leikti á
vanliga
plássinum
hjá
Tomasson beint aftan fyri
fremsta mann. Eisini hevði
Morten Olsen valt at seta
Christian
Poulsen
úr
Schalke 04 á liðið við tí fyri
eyga, at hann skuldi mans-
verja kekkiska stýrimannin,
Pavel Nedved úr Juventus.
Í fyrra hálvleiki vóru
danir við yvirlutan leikliga,
men tað gekk illa við at
spæla seg til upplagdar
málmøguleikar.
Claus
Jensen fann seg ongantíð til
rættis í leiklutinum sum
spælskipari á danska liðn-
um, og alt ov ofta blivu
høgir bóltar sendir inn í
kekkiska brotsteigin, og tað
var ein løtt uppgáva hjá
vælvaksnu kekkisku verju-
leikarunum. Danski mið-
vøllurin tóktist óvanliga
stirvin, og hugflogið var
ógvuliga lítið.
Einki móttrekk
Kekkar vóru óivað væl
nøgdir við at fara til
hálvleik við støðuna 0-0, tí
teir høvdu ikki fingið glið á
spælið hjá sær, og tørvur
var á at fáa tosað tingini
ígjøgnum. Seinni hálvleik-
ur var heldur ikki meiri enn
nakrar fáar minuttir gamal,
tá ið Kekkia legði seg á
odda. Eitt hornaspark var
sent innfyri, og tá ið Martin
Laursen fór skeivur av
innlegginum, var tað lætt
hjá kekkiska risaáleypar-
anum, Jan Koller, at seta
krúllin undir bóltin og
beina hann í netið aftan fyri
Thomas Sørensen.
Hetta málið kom dátt við
hjá dønum, sum als ikki
fingu sítt spæl at koyra eftir
steðgin. Alt ov nógvir bólt-
ur vóru mistir út av vøll-
inum ella sendir beint í
beinini á kekkunum, og
sum hyggjari framman fyri
sjónvarpsskíggjanum sat tú
bara og bíðaði eftir, at
Morten Olsen fór at skifta
út. Tað gjørdi hann ikki, og
tá ið eitt gott korter var
farið av hálvleikinum, øktu
kekkar um leiðsluna. Ein
bóltur bleiv stungin inn um
donsku verjuna til unga
Liverpool-framherjan,
Milan Baros, og tá ið
Thomas Sørensen kom út
ímóti honum, lyfti Baros
bóltin hegnisliga upp um
Sørensen og í tóma danska
málið til 2-0 til Kekkia.
Danska liðið fall nú full-
komiliga í fátt, og sam-
stundis komu kekkar av
álvara fyri seg og vístu
nakað av tí fótbólti, sum
teir eitt nú vístu ímóti Hol-
landi í bólkaspælinum. Tað
gingu eisini bara tveir
minuttir, so var aftur útsøla
í donsku verjuni, og enn
einaferð var tað Milan
Baros, ið slapp leysur, og
hann setti bóltin í netið og
gav harvið dønum mønu-
stingin.
Tað var undrunarvert at
síggja, at danski venjara-
bonkurin einki móttrekk
hevði, tá ið kekkar løgdu
seg á odda. Claus Jensen úr
Charlton hevði snøgt sagt
spælt ein vánaligan dyst, og
tað tóktist upplagt at seta
Peter Madsen úr Bochum
inn nógv fyrr á framherja-
plássið, og so latið Jon
Dahl Tomasson komið aft-
ur á sítt vanliga pláss, har
hann er so vandamikil.
Donsku
útskiftingarnar
komu ikki fyrr enn, at
kekkar høvdu lagt seg á
odda 3-0, og tá var alt av-
gjørt, og so kundi tað verið
líkamikið.
Ebbe Sand gevst á
landsliðnum
Kekkarnir hava nú spælt
seg í hálvfinaluna, har teir
skulu hitta Grikkaland.
Kekkia hevur helst verið
tað liðið, ið hevur verið
mest sannførandi higartil
undir EM-endaspælinum,
og hjá mongum eru teir nú
óivað favorittar til at vinna
Europameistaraheitið.
Liðið hevur eina sterka
miðju við monnum sum
Poborsky, Nedved, Rosicky
og Galasek. Heilt har
frammi eru teir báðir Jan
Koller og Milan Baros, og í
málinum hava teir ein sera
góðan málverja í Petr Cech,
sum eftir summarfrítíðina
skal
verja
málið
hjá
Chelsea. Einasti veikleiki á
kekkiska liðnum tykist
verða verjan, men ofta
verður sagt, at eitt gott álop
er tann besta verjan.
Nú danska liðið er liðugt
í EM-endaspælinum, kunn-
gjørdi Ebbe Sand, at hann
gevst á landsliðnum. Ebbe
Sand spældi sín fyrsta av
66 landsdystum á vári í
1998, og hann hevur skorað
22 ferðir fyri Danmark.
Eisini er nógv, sum kundu
bent á, at liðskiparin hjá
dønum, Rene Henriksen,
fer at takka fyri seg, nú
hann er vorðin 35 ára
gamal.
Danmark-Kekkia 0-
3(0-0)
0-1 Jan Koller
0-2 Milan Baros
0-3 Milan Baros
Donsku dreingirnir dumpaðu
Milan Baros og Pavel Nedved
fegnast um, at tann fyrr
nevndi hevur søkt danska
landsliðið við tveimum
málum innan fyri tveir
minuttir
Ruud van Nistelrooy hálvsfevnur Arjen Robben, eftir at ungi vongleikarin hevur skorað
avgerandi brotssparkið, sum sendi Holland í hálvfinaluna
C
M
Y
K
26