Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. juni 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 29. juni 2004 29 29 28 Nr. 121 - 29. juni 2004 C M Y K 28 Eftir ein uppibornan sigur á FS Vágum á Argjum leygardagin, halda argjamenn summarfrí á næst- fremsta plássinum beint í hølunum á oddaliðnum TB 2. DEILD Terji Nielsen terji@sosialurin.fo AB tykist at verða væl fyri. Blandingin av eldri spæl- arum við royndum úr 1. deild og so ungum leikar- um, ið hava evnini til at spæla í bestu deildini, vísir seg at verða góð. Leygar- dagin høvdu argjamenn vitjan av vágamonnum, og 3-1 sigurin til AB var fult uppiborin. Tvey brotsspørk Dysturin var ikki meiri enn fýra minuttir gamal, tá ið AB fekk ein gyltan møgu- leika at leggja seg á odda. Brotsspark var dømt til heimaliðið, men Bjarni Jørgensen misnýtti frá blettinum. Dysturin var rættuliga javnur næstu løt- una, men tá ið ein lítil hálv- ur tími var leiktur, var aftur bríkslað fyri brotssparki til heimaliðið. Hesaferð var Rani Christiansen settur at skjóta, og hann setti bóltin í netið til 1-0 til AB. Tað gekk bert ein minutt- ur afturat, so var 2-0, tá ið sterki miðvallarin hjá AB, Pætur Dam Jacobsen, sendi eitt langskot í netið. FS Vágar gav tó ikki skarvin yvir, og stutt fyri hálvleik eydnaðist tað vágamonnum at minka um munin til 1-2 við einum máli, sum Per Joensen skeyt. Í seinna hálvleiki var tað AB, ið var við yvirlutan og hevði teir flestu møguleik- arnar. Tað eydnaðist teim- um at fáa eitt mál afturat, tá ið 20 minuttir vóru eftir at leika. Málið skeyt Símun Hansen, og harvið vunnu argjamenn 3-1 á einum av hinum liðunum, ið kunnu metast at gera seg galdandi í stríðnum um uppflyting. AB-FS Vágar 3-1(2-1) 1-0 Rani Christiansen brtsp. 2-0 Pætur Dam Jacobsen 2-1 Per Joensen 3-1 Símun Hansen Tað er aftur vorðið gerandisdagur á Skála Fyri fyrstu ferð í ár noyddust skálamenn fara av heimavøllin- um uttan at hava vunnið, og nú hava teir tapt tvær ferðir í tríggjar dagar SKÁLA-EB/STREYMUR Jóannes Hansen Skálamenn eru síðstu lítlu vikuna orduliga komnir niður aftur á jørðina. Miku- kvøldið taptu teir 2-0 í Runavík. Tað var kanska at liva við. Meinari rakti tað, at teir leygardagin fyri fyrstu ferð í ár noyddust av heimavøllinum við ongum. EB/Streymur vitjaði, og teir struku norður aftur á Møl- ina við fullari úrtøku. Skála legði bragdligari fyri. Teir høvdu fríska lotið inn á stýriborðsloringina, og teir vóru ofta í brotsteig- inum hjá mótstøðumonn- unum. Men tað eydnaðist teimum ikki at spæla seg til heilt upplagdar møguleikar. Næst við vóru teir, tá ið miðvallarin í høgru, Hanus Thorleifsson, sendi í tvør- træið aftanfyri Gunnar á Steig. Gestirnir vóru væl skip- aðir í verjupartinum, har Gert Hansen og Fróði Clementsen í miðverjuni megnaðu at halda Jónhardi Frederiksberg og Boga Gregersen frá fatinum. Tá ið eitt stórt korter var farið, fekk EB/Streymur málið, sum hevði við sær, at tað vóru teir, sum avgjørdu, hvørjum fyritreytum tað skuldi spælast eftir. Eftir uppspæl í vinstru lá flata innleggið hjá Hans Paula Samuelsen akkurát har tað skuldi - millum verjuna og málverjan. Sorin Anghel var akkurát ov seinur fram, men við handara stólpan var Hallur Jacobsen leysur og stýrdi bóltinum í kassan. Heimaliðið helt á at trýsta, men søgan var tann sama. Teir megnaðu ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Onkra ferðina fingu teir horna, uttan at nakað spurdist burturúr. Fimm minuttir undan hvíldini fingu teir mál eftir deyðbólt. Úr 20 metra fjarstøðu smekkaði miðverjin Arnhold Berg úr eitt sindur til vinstru og upp um manngarðin og inn við nærra stólpanum. Málið tóktist bera við sær, at Skála eftir steðgin skuldi leggja trýst á. Teir vóru grammir, og teir vóru onkra ferðina framvið. Men tá ið eitt korter var farið, koppaði tað aftur til fyri- munar fyri EB/Streym. Eftir langa framlegging gjørdist Sorin Anghel púra leysur innanfyri frammar- laga staddu verjuna. Hann bíðaði meðan bólturin stiklaði eina ferð. Júst tá ið hann skuldi miðja móti málinum, fór hann um koll. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Tað vóru skála- menn ikki væl nøgdir við. Teir hildu, at tað var bólt- urin, sum varð spældur, og at álopsmaðurin síðani datt um beinini. Tað metti dóm- arin ikki, men hann vísti kortini ikki reyða kortið fyri neyðbremsu. Sonni L. Petersen var tryggur úr ellivu metrum, og fimm minuttir seinni var hann meistari fyri triðja málinum. Skála hevði hornaspark. Bólturin varð sendur út í vinstru til Hans Paula Samuelsen, sum spældi diagonalt til Bárð Olsen, ið beinanvegin eftir steðgin var komin á vøllin fyri skadda Hall Jacobsen. Bárður fór við tann spentar ál frameftir, spældi síðani mitt fyri til Sonna L. Peter- sen, sum við ferð var runn- in frá verjuni. Heini Kristi- ansen kendi seg noyddan at leypa út, men Sonni sendi framvið honum og í kassan. Umskipaðu og satsaðu At EB/Streymur eftir fimm minuttum hevði skorað tvey mál tók luftina úr heimaliðnum. Fyri at bøta um saknin av Paula G. Hansen á miðvøllinum høvdu teir umskipað so- leiðis at Iulian Florescu var sentralur miðvallari, meðan Rúni Rasmussen var í høgru, og Bárður Danielsen í vinstru. Skála fekk ikki fatur á miðvøllinum, soleiðis sum teir hava havt fyrr í ár. Teir fingu ikki samanspælið at hanga saman, og talan var ikki um longu og neyvu diagonalu skiftini, sum fyrr í ár hava lirkað mótstøðu- verjurnar upp. Síðstu løtuna royndu teir at spenna álopsbogan. Teir høvdu bara tríggjar í verjuni og tríggjar heilt frammi. Eugen Stanciu ella Pujo, sum teir kalla hann, varð settur inn í álopið, og tað eydnaðist honum at minka um munin, tá ið hann eftir langa framlegging eftir mið- ásinum setti framvið mál- verjanum, sum hevði kent seg noyddan at leypa út. Tá restaðu tað seks min- uttir, stutt eftir var Pujo aft- ur nær við, men heimaliðið kom ikki nærri einum stigi. EB/Streymur var væl skip- að. Tað hevur stóran týdn- ing, at Marni Djurhuus aft- ur er førur fyri at spæla alla tíðina, og Sorin Anghel og Sonni L. Petersen eru so skjótir og fullir í sjálvsáliti, at teir eru førir fyri at seta øllum verjunum grá hár í høvdið. Serliga tá ið tað er neyðugt hjá mótstøðuliðn- um at leypa á. Tað var tað mest sum alla tíðina hjá skálamonnum, og tað sekt- aði EB/Streymur teir fyri. Skála-EB/Streymur 2- 3 (1-1) 0-1: Hallur Jacobsen 17. 1-1: Arnhold Berg 40. 1-2: Sonni L. Petersen br 60. 1-3: Sonni L. Peterseen 65. 2-3: Eugen Stanciu 75.) Dómari: Odmar Andreasen Skála: Heini Kristiansen - Rúni Rasmussen, Arnhold Berg, Dusan Jaic, Bárður Danielsen (Ronni Hansen, 80.) - Hanus Thorleifsson (Eugen Stanciu, 75.), Nen- ad Stankovic, Iulian Flor- escu, Alexandur Johansen - Bogi Gregersen, Jónhard Frederiksberg Gult kort: Nenad Stanko- vic, Iulian Florescu, Eugen Stanciu EB/Streymur: Gunnar á Steig - Carl H. Høgnesen, Gert Hansen, Fróði Clem- entsen, Jóhann á Stongum - Hallur Jacobsen (Bárður Olsen, 46.), Jákup Martin Joensen (Knút Vesturrún, 88.), Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen (Esmar Eiðisgarð, 86.) - Sonni L. Petersen, Sorin Anghel Gult kort: eingin Argjamenn í hølunum á TB Bárður Olsen og EB/Streymur vunnu ein heldur óvæntaðan sigur inni á Skála leygardagin, tá ið teir vóru á vitjan hjá oddaliðnum í 1. deild. Stór frásøgn frá spennandi kappróðr- inum á Jóansøku verður í blaðnum í morgin HM í Libya FIDE-heimsmeistara- skapurin verður í hesum døgum leiktur í Libya. Flestu fav- orittar hava telvað seg fram til fjórðingafin- alurnar í Knock-Out kappingini, men eitt nú mátti bretin Nigel Short (2712) longu í 2. umfari boyggja seg TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Tað tóktist heldur undrun- arvert, tá FIDE fyri umleið hálvum ári síðani avgjørdi at lata Libya - við eina- ráðisharranum seinastu 34 árini og fyrrverandi stór- fíggindi Vesturheimsins Moammar Gadhafi við stýrisvølin - skipa fyri kappingini. Hin mangan órokniliga FIDE-forsetin, Kirsan Ilumzhynov, helt, at Libya nú reformativt hevði opnað seg upp. Helst hugsaði hann um almennu vitjanina hjá bretska for- setisráðharranum Tony Blair í Libya fyri nøkrum mánaðum síðani, og vin- arliga tónan Gadhafi hevur havt mótvegis Vesturheim- in seinasta árið. Fleiri stórmeistarar hava tó klaga av um avgerðina hjá FIDE at hava kapping- ina í Libya. Ísraelar sleppa eitt nú ikki inn í landið, og hevur tað elvt øði í menn. Manningin Teir heilt sterkastu í heim- inum taka ikki lut. Kapp- ingin er nevnliga ein liður í at finna ein felagsheims- meistara, har vinnarin í Libya sleppur at møta Kas- parov. Vinnarin av hesum dysti, sum helst verður leiktur tíðliga komandi ár, skal síðani hitta vinnaran av Kramnik - Leko dystin- um, sum verður í septem- bur/oktobur. Hervið fáa vit vónandi einaferð í 2005/- 2006 ein sannan heims- meistara aftur. Hægstrataði Veselin Topalov (2737) úr Bulgaria hevur higartil havt eina framúrskarandi kapping. Hann hevur vunnið sínir dystir (tvey talv) leikandi lætt. Í 1/8-deilsfinaluni vann bulgarin 2-0 móti tí annars vælleikandi Zdenko Kozul (2627). Topalov tyk- ist tungur at syfta, nú farið verður undir at telva fjórð- ingfinalur. Russin Alexander Gris- chuk (2719) og bretin Michael Adams (2731) eru somuleiðis millum luttak- ararnir sum enn berjast um HM-tittulin. Meira um endabrestin í næstu viku. Danin Peter Heine Nielsen (2638) tapti í 2. umfari móti Teimour Radjabov (2670), men tað varð fyrst eftir snartalvsumdyst. 13 ára gamli Magnus Carlsen (2552) úr Norra, tapti eftir umdyst móti hægri rataðum telvara í 1. umfari. Olaf maksimum Olaf Berg (2242) og Ólavur Simonsen (2241) vóru undan kappingarbyrjan stórfavorittar at vinna HT open, sum seinastu tvey vikuskiftini hevur verið telvað í hølum Havnar Telvingarfelags. Kappingin varð lýst í góðari tíð, og virðislønirnar vóru sera góðar, men tíverri luttóku flestir av okkara sterkastu telvarum í Føroyum ikki. Nærum 300 ratingstig skiltu Olaf og Ólavur frá triðhægstrataða telvara í kappingini, Herluf Hansen (1956). Fyrra helvt av kappingini varð leikt seinasta viku- skiftið, og støðan varð tá tann, at Olaf hevði fýra stig og fult stigatal, meðan Ólavur og Herluf høvdu hálvtfjórða stig. Ólavur og Herluf leiktu javnt í 3. umfari. Olaf helt fram við tryggu telvingini hetta seinna vikuskiftið, meðan alt hinvegin raplaði saman hjá Ólavi. Teir hittust leyg- ardagin í 5. umfari, har Olaf við svarta fólkinum tíðliga fekk útjavnað støð- una. Og tá Ólavur ikki fann røttu planina og fekk kroysta støðu, var Olaf skjótur og tók alt stigið eftir einans 24 leikum. Talvið avgjørdi kappingina. Olaf vann síðani á m.a. Herluf og vann uppiborið HT-open við maksimum skoru, 8 av 8! Havnarmaðurin vinnur sær umleið 15 ratingstig fyri ómakin. Tað má kenn- ast undarligt at einans vinna sær 15 ratingstig við maksimum skoru. Rating- veika manningin hevði hesum viðvíkjandi høvuðs- leiklutin. Herluf endaði á 2. plássi við 6,5 stigum og Rani Baldursson úr KTF varð triðfremstur í røðini við 6 stigum. Eitt sera gott úrslit hjá unglingaføroyameistar- anum í 2003, sum eitt nú vann eitt gott talv við svarta fólkinum móti Ólavi. Ól- avur sjálvur bleiv nr. 4 við 5,5 stigum, og missur fitt av rating. Talvið hesa vikuna GM Topalov, V (2737) - GM Movsesian, S (2647) WCC 2004 (3. umfar), 23.06.2004 1.e4 c5 2.Rif3 Ric6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 Fc7 5.Ric3 e6 6.Be3 a6 7.Fd2 Rif6 8.0- 0-0 (Topalov velur sum vant tann kompromileysa stílin) 8...Bb4 9.f3 Rie5 10.Rib3 b5 11.Kb1 Be7 (Avbýtið á c3 gevur nøkun- lunda javnt spæl) 12.Ff2! d6 13.Bb6 Fb8 14.Bd4 Ric6 15.Be3 Rid7 16.g4 0- 0 17.g5 b4 (Í slíkum støðu- týpum í sisilionsku byrj- anini er kapprenning móti konginum í hvør sínum borði tiltikið) 18.Ria4 Rice5 19.Rg1 Bb7 (Svartur hevur leikt byrjanina væl, men Topalov er meistari fyri at opna slíkar støður upp) 20.Ria5 Rc8 21.b3 Bc6 22.Rixc6 Rixc6 23.f4 Ric5? (Gevur hvítum lætt- ari spæl móti konginum, samstundis sum svarta c- finnan stendur í vegin fyri rókinum ) 24.Rixc5 dxc5 25.f5 Rie5 26.Bh3 exf5 27.exf5 Re8 28.Bf4 (Bert spurningur um tíð nær Topalov brýtur ígjøgnum) 28...Bd6 29.g6! hxg6 30.fxg6 Ra7 31.Fg2 Ric4 32.Rxd6! Rixd6 33.Fd5 Rd8 34.gxf7+ Rxf7 35.Be6 Fb7 36.Fg5! Hóttur Fxg7 mát og Fxd8 og svartur gavst tí 1-0 Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t málmálmunurstig 1 HB 8 5 - 2 - 1 21 9 12 17 2 Skála 9 5 - 2 - 2 20 10 10 17 3 NSÍ 8 4 - 3 - 1 14 10 4 15 4 EB/Streymur 9 4 - 2 - 3 17 13 4 14 5 VB 9 3 - 4 - 2 13 10 3 13 6 B36 8 3 - 3 - 2 17 12 5 12 7 KÍ 9 2 - 6 - 1 15 11 4 12 8 GÍ 9 3 - 2 - 4 13 19 -6 11 9 ÍF 9 1 - 1 - 7 13 32 -19 4 10 B68 8 0 - 1 - 7 6 23 -17 1 Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 TB 9 7 - 0 - 2 26 11 15 21 2 AB 9 6 - 2 - 1 18 10 8 20 3 B71 9 5 - 1 - 3 26 22 4 16 4 Royn 9 5 - 0 - 4 23 20 3 15 5 FSV 9 4 - 2 - 3 31 19 12 14 6 Sumba 9 4 - 2 - 3 14 14 0 14 7 KÍ 9 2 - 3 - 4 18 22 -4 9 8 B36 9 2 - 2 - 5 10 23 -13 8 9 LÍF 9 1 - 3 - 5 11 24 -13 6 10 VB 9 0 - 3 - 6 7 19 -12 3