Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. juni 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 29. juni 2004 31 31 30 Nr. 121 - 29. juni 2004 C M Y K 30 Enn ein ósigur til hvalbingar Hvalbingar snávaðu annað vikuskifti á rað, og tað hevur við sær, at Royn liggur á fjórðaplássið, nú farið verður í summarfrí. 2 DEILD Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Royn hevur leingi ligið heilt frammi í oddinum í 2. deild, men við at tapa tvey tey seinastu vikuskiftini, er liðið nú farið aftur á fjórða plássið í deildini. Stinnir sumbingar Leygardagin høvdu hval- bingar vitjan av oyggja- feløgunum úr Sumba, og hendan dystin vunnu gest- irnir 2-1. Sumbingar løgdu seg á odda 1-0 við einum máli, sum ungi Kristian Olsen skoraði. Tað gjørdist eisini 2-0 til gestirnar úr Sumba. Hesaferð var tað Hans Jacob Thomsen, ið var á rætta staðnum fyri Sumba, og tað nyttaði lítið, at Gisli Sveinbjørnsson minkaði um munin fyri Royn til endaliga úrslitið 1-2. Við sigrinum á hvalbing- ar hava sumbingar nú ogn- að sær 14 stig, og tað er tað sama stigatalið sum FS Vágar á fimtaplássið, með- an Royn er á fjórðaplássi við bert einum stigi meiri enn Sumba. TB á odda- sessinum hevur 21 stig, og AB er bert tað eina stigið aftan fyri tvøramenninar. Royn-Sumba 1-2 0-1 Kristian Olsen 0-2 Hans Jacob Thomsen 1-2 Gisli Sveinbjørnsson TB vann stevnudystin Oddaliðið TB vann stevnudystin í Vági fríggjadagin 1-0 ímóti arvafíggind- unum úr VB 2 DEILD Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tvøramenn ætla sær at verða við í bestu deildini komandi kappingarár. Síðani kappingin í 2. deild byrjaði í ár, hevur TB ligið á odda, og nú farið verður í summarfrí, er liðið framvegis oddalið í næstbestu fótbólts- deildini. Trupul stevnudystur Undan dystinum vóru tvøramenn greiðir favor- ittar, tí teir vóru oddalið, meðan VB var aftast í deildini við einans trim- um stigum. Tað vísti seg tó sum so ofta sæð fyrr í grannaupp- gerðum og stevnudystum, at dystirnir verða væl tættari enn væntað, og tvøramenn noyddust at stríðast fyri øllum trimum stigunum. Hóast vágbing- ar fleiri ferðir vóru nær við at skora, so kom bert tað eina málið í dystin- um, og tað fekk TB. Ungi Hallur Christiansen, ið seinasta vikuskifti skoraði heilar fýra ferðir ímóti Royn, var aftur hetta vikuskifti á rætta staðn- um, og hann gjørdist matchvinnari fyri gestir- nar av Tvøroyri. Seinastu tíggju minutt- irnar av dystinum noydd- ist TB at spæla við tíggju monnum, tí at landsliðs- skiparin, Óli Johannesen, fekk reyða kortið, men hóast VB trýsti fyri at fáa útjavnandi málið, eydnað- ist tað tvøramonnum at halda tørn og fáa øll trý stigini við norður aftur. VB-TB 0-1 0-1 Hallur Christiansen Javnleikur í Leirvík Tvey av aftaru liðun- um í næstfremstu deildini, LÌF og KÍ, spældu javnt 1-1 í Leirvík leygardagin 2 DEILD Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Næstbesta liðið hjá KÍ kom leygardagin yvir um fjørðin at vitja leirvíkingar. Við sær í skjáttuni heim aftur høvdu klaksvíkingar tað eina stigið. Tamur dystur Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men í seinna hálvleiki kom gongd á mál- skjótingina. Magni Høgne- sen legði heimaliðið á odda 1-0, men Gunnleif Biskopstø var aftur hetta vikuskiftið á blettinum fyri KÍ, og hann javnaði til endaliga úrslitið 1-1. Við javnleikinum leygardagin hevur LÍF nú seks stig á næstaftasta plássið, og tað eru trý fleiri enn VB, sum er aftast. Klaksvíkingar liggja nummar sjey við níggju stigum, meðan B36 er beint aftan fyri teir við átta stigum. Eitt fitt petti er upp til nummar seks, sum er Sumba við 14 stigum. LÍF-KÍ 1-1(0-0) 1-0 Magni Høgnesen 1-1 Gunnleif Biskopstø Flogbóltsmenninir gjørdust ov stuttir Tað eydnaðist ikki føroyska manslands- liðnum í flogbólti at spæla seg til uppflyt- ing í B-bólkin. Avger- andi dysturin ímóti Luxembourg sunnu- dagin endaði við før- oyskum ósigri, og tí vóru tað móstøðu- menninir, ið saman við Kypros, sum rykkja upp í B-bólkin FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Føroyingar høvdu góðar vónir undan kappingini í Luxembourg um vikuskifti, har føroysku flogbólts- menninir kappaðust við fýra aðrar tjóðir um at rykkja upp úr C-bólkinum í B-bólkin. Tvey tey fremstu liðini tryggjaðu sær upp- flyting, men føroysku menninir gjørdust akkurát ov stuttir á einum triðja- plássi. Góð byrjan Fyrsti dysturin hjá føroy- ingunum var fríggjadagin ímóti Skotlandi. Føroyska liðið fekk ikki nakra serliga góða byrjan upp á dystin, og skottar løgdu seg eisini á odda 2-0 í settum, áðrenn føroyska liðið av álvara vaknaði við. Í triðja setti gekk tað eisini eitt striltið at byrja við, men eftir at tað hevði staðið á jøvnum 15- 15, tóku føroyingarnir sær um reiggj og vunnu settið 25-17. Í fjórða settinum vóru føroyingarnir allatíðina yvirlutan og vunnu 25-21. Fimta og avgerandi settið gjørdist sera spennandi, men eftir at tað hevði staðið á jøvnum 9-9, fóru føroy- ingarnir frá skottunum og vunnu settið 15-11. Næsti dysturin hjá før- oyska landsliðnum í kapp- ingini var ímóti favorittun- um av Kypros. Her vísti tað seg skjótt, at kypriotiska liðið var ein ov stórur gloypibiti. Í fyrsta settinum blivu føroyingarnir av- smurdir 25-8, men í teim- um báðum næstu settunum gekk eitt sindur betur, tá ið okkara menn taptu ávíka- vist 15-25 og 18-25. Kanska besti føroyski leik- arin, Rúni Weihe, hevur verið nógv darvaður av skaða í rygginum í farna kappingarári, og hesin sami skaðin gjørdi eisini vart við seg í kappingini í Luxem- bourg. Tað merkti, at Rúni bert spældi eitt lítið sindur, og harvið var føroyska liðið munandi skert. Andorra noyddist at lúta Sunnumorgunin var næst- seinasti dysturin hjá føroy- ingunum leiktur. Hann var ímóti Andorra, og skuldi føroyska liðið hava nakran sum helst møguleika fyri at leika seg upp í B-bólkin, var neyðugt at vinna á An- dorra. Føroyska liðið fekk eina góða byrjan upp á dystin, og liðið vann fyrsta settið 25-17, eftir at teir høvdu lagt seg greitt á odda tíðliga í settinum, og eitt skifti vóru á odda 8-1. Menninir úr lítla fjallaland- inum millum Frakland og Spania góvu tó ikki skarvin yvir, og næsta settið endaði við 25-20 sigri til Andorra. Triðja settið gjørdist eis- ini sera spennandi, men úr- slitið var, at Føroyar vunnu 25-19, eftir at tað annars hevði staðið á jøvnum 15- 15. Eisini fjórða settið var sera spennandi, men aftur hesa ferð drógu føroyingar- nir longra stráið og vunnu 25-22, og harvið dystin 3-1 í settum. Vertirnir vóru ov sterkir Seinasti og avgerandi dyst- urin hjá føroyingunum í kappingini var ímóti vert- unum úr Luxembourg. Greitt var undan dystinum, at vinnandi liðið fór at rykkja upp í B-bólkin sam- an við Kypros. Føroyingarnir høvdu góðar vónir undan hesum dystin- um, men tað vísti seg tó, at heimaliðið var eitt vet ov sterkt. Fyrsta settið vann Luxembourg sannførandi 25-11, men næstu settini gekk eitt sindur betur hjá okkara monnum. Hóast Føroyar eitt skifti vóru á odda í øðrum setti, var tað heimaliðið, ið vann 25-16. Nú var neyðugt hjá føroy- ingunum at vinna triðja settið, um teir skuldu hava lív lagað í dystinum, men tíverri eydnaðist tað ikki okkara monnum at koppa vertunum. Heimaliðið vann triðja settið 25-19, og tískil verður tað Luxembourg, sum saman við Andorra, fer at kappast í B-bólkinum, næstu ferð kapping verður. Føroyska liðið kann tó verða nøgt við sítt avrik, og vónirnar eiga at verða góðar undan oyggjaleikun- um komandi summar. Fleiri av okkara leikarum leika í donskum flogbólti, og tað er týðuligt, at tað er nakað, ið hevur styrkt føroyska landsliðið. Nakrir føroyingar taldust millum áskoðararnar til dystirnar í Luxembourg mynd: Finnur Justinussen Rúni Weihe er hægstur og smashar mynd: Finnur Justinussen