Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. januar 2015 sosialurin 3 26 B ankaránið í Kollafirði var ikki fyrireikað væl og virð­ iliga í fleiri vikur. Og eftir øllum at døma vóru tað tvær stórar rokningar, sum gjødu, at tað yvirhøvur bleiv framt. – Vit høvdu tosað um tað til stutt­leikar í einar 14 dagar at gera eitt bankarán. Dagin fyri tosaðu vit um tað í skemti. Men so knappliga gjørdist tað veruleiki. Nakað soleiðis greiddi tann 21 ára gamli maðurin, sum sjálvur triði í gjár bleiv ákærdur fyri bankaránið í Kollafirði, Føroya Rætti frá. Ein annar, tann 22 ára gamli, visti væl, hví tað stuttliga tosið knappliga gjørdist ramur álvari. Tá hann kom heim frá arbeiði dagin fyri ránið, lógu tvær rokningar fyri honum. Tilsamans 27.000 krónur. Hann hevði stóra skuld, umleið 130.000 kr, og hevði roynt á ymsan lógligan hátt at útvega pengar at gjalda við. Ein ríkur skyldmaður vildi ikki hjálpa honum, og aðrar royndir miseydnaðust eisini. Eisini hinir báðir, sum eru brøður, hava skuld. Til dømis skylda báðir skatt. Goldið rokningar Sambært ákæruni tóku teir 162.910 kr úr kassanum í Føroya Banka í Kolla­firði. Eftir, hvat teir hava greitt politinum frá, so fekk tann 21 ára gamli 57.000 kr í sín part og hinir hvør sínar 51.000 kr. Tað, sum írestar, er helst dottið úr posanum, tá tann 21 ára gamli misti hann í haganum. Tað kom ikki fram á rættar­fund­ inum, hvat teir hava brúkt pengarnar til. Men ið hvussu so er tann 22 ára gamli hevur goldið niður stóru skuld sína. Hann hevur goldið fleiri stórar rokningar á posthúsinum. Í øllum førum var tað peninganýtslan, sum feldi teir tríggjar. Illgrunin til teirra gjørdist sterkari, tá teir guldu dýr keyp við tíggjukrónuseðlum. Á rættarfundinum í gjár royndu verjarnir at fáa serliga tann 21 ára gamla og tann 22 ára gamla at greiða frá persónligu viðurskiftum sínum fyri at fáa rættin at taka eina mildari støðu. Byrsan ólødd Byrsan, sum tann 21 ára gamli mið­aði móti bankastarvsfólkunum við, með­ an tann 22 ára gamli tømdi kassan, var ólødd. Ætlanin var ikki at gera nøkrum mein. Kom nakar, meðan teir vóru inni í bankanum, skuldu teir alt fyri eitt taka til rýmingar. Tað gjørdu teir eisini, tá ein kona kom inn í bankan. Tann 19 ára gamli, sum bíðaði uttanfyri í bilinum, rópti á hinar, tá hann sá konuna fara inn. Teir skundaðu sær so nógv til hin bilin, sum teir høvdu sett við Leynavatn, at teir mundu koyrt upp í eina annan bil. Komnir til Leynavatn fór tann 21 ára gamli niðan í hagan at krógva seg. Hinir skuldu so koma eftir honum klokkan ellivu um kvøldið. Hetta bleiv tó av ongum. Teir tordu ikki norður aftur, tá teir frættu, at politi var allastaðni á vegnum. Men tá hevði hin longu avgjørt at ganga til Havnar, higar hann kom um eitt- tíðina. Pengarnar krógvaði hann í einari holu tætt við bústaðin í Hoyvík. Har lógu teir í eina viku. Tað vil siga eisini, tá politiið fyrstu ferð hevði teir tríggjar til avhoyringar longu fýra dagar eftir ránið. Tá vikan var farin, býttu teir pengarnar millum sín. Tann 21 ára gamli fekk mest, tí hann hevði havt størsta stríðið. Tann 21 ára gamli átti byrsuna, sum hann keypti á Tvøroyri í 1981. Pengarnar krógvaðu teir ymsastaðni, í súkklupumpu, termokannu, teldu, kustaskafti og klæðum. Nýggir hundraðkrónuseðlar blivu vættir og rukkaðir, so teir skuldu síggja brúktir út. Bara eyguni sóust Hettan varð funnin stutt frá bilinum við Leynavatn hóskvøldið. Hana brúkti annar ránsmaðurin. Teir tóku stívliga 150.000 krónur við sær. – Tað gongur framá, segði Suni Øll vóru til arbeiðis í gjár Øll starvsfólkini í deildini hjá Føroya Banka í Kollafirði vóru til arbeiðis í gjár, og deildin var opin sum vant. Eitt starvsfólk var heima fyrra­ partin, men kom til arbeiðis aftan á døgurða. Niclas Joensen, deildarleiðari, segði í gjár, at tey vóru enn eitt sindur skelkað, og var arbeiðsdagurin øðrvísi enn aðrir. Viðskiftafólkini vóru nøkulunda tey somu í tali, sum ein vanligan fríggjadag. Starvsfólkini sluppu ikki til hús hóskvøldið fyrr enn klokkan tíggju. Tá var liðugt at telja upp, og stjolnar eru millum 100.000 og 200.000 krónur úr pengaskuffuni. Niclas Joensen vil ikki upplýsa nágreiniliga talið, men tað liggur nærri 200.000 enn 100.000, sigur hann. Pengarnir vóru tryggjaðir. Niclas sigur, at tey meta ránsmenninar vera ungar, tí teir høvdu kvika medferð. Báðir vóru høgir, annar umleið 190 cm og hin millum 180 og 185 cm. Báðir vóru klænir. Skyldi nógv Havi tí einki at missa 10. januar 1985 Soleiðis hugsaði ein 21 ára gamal maður, tá hann avgjørdi at vera við í fyrsta bankaráninum í Føroyum. Stór skuld var eisini motivið hjá hinum báðum. Vit hyggja aftur á málið afturhvarv – Men vit eru skelkað og ikki so væl uppløgd, segði deildarleiðarin Føroya Banki í Kollafirði: 10. januar í 1985 var einasta bankarán í Føroyum framt í Kollafirði. Á hesum síðum líta vit aftur á hendingina við at endurgeva úr Sosialinum í 1985. Á næstu síðunum hava vit nýggja samrøðu við ein av bankarænarunum. Samrøða Les samrøðuna við annan av bank­ ránarunum á blaðsíðu 28 Lagt til rættis: Eirikur Lindenskov