Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. januar 2015 sosialurin 3 27 Kunna ikki brúka danskar dómar sum fyrimynd F ongsul í ikki udnir fýra ár. Hetta var revsingin, ákærin, Magnus Møller, kravdi fyri bankaránið í Kolla­firði 10. januar. Grundarlagið undir kravinum var millum annað fyra dómar í Dan­mark. Magnus Møller vísti eis­ini á, at eftir hansara tykki er einki, sum talar fyri hvørki at skerpa ella linka revsingina. Eingin av teimum trimum ákrædu eru revs­aður nevnivert fyrr, og eingin kann skjóta seg inn undir at vera ov ungur. Tey persónligu, fíggjar­ligu viður­ksiftini eru bert ein frá­greið­ ing um orsøkina til ránið og kunna so ikki hava nakra ávirkan á revs­ ing­ina, helt ákærin. Verjarnir høvdu hinvegin eina heilt aðra fatan. Annar, Turið D. Hentze, for so langt sum at mæla til, at teir tríggir menninir blivu lætnir leysir. – Teir hava longu fingið revsins. Tað besta er, at teir sleppa út aftur í lívið, segði hon. Ikki sum í Danmark Turið D. Hentze legði stóran dent á, at vit eiga at døma í tráð við fatanina í samfelagnum her hjá okkum. Tað er skeivt at brúka danskar dómar sum fyrimynd. Í Danmark, har bankarán eru dagligur kostur, er kanska neyðugt við fyribygjandi dómum, tað vil siga dómum, sum kunnu fáa onnur at hugsa seg um tvær ferðir, áðrenn tey gera bankarán. Men hetta er als ikki neyðugt í Føroyum. Eitt bankarán kann ikki eydnast her, tú verður tikin fyrr ella seinni. Og tað fer at ganga long tíð, til vit aftur hava eitt bankarán, segði Turið D. Hentze. Hon bað Føroya rætt hugsa um, hvørjir hesir tríggir menninir eru. Teir eru ikki nakrir harðkókaðir brotsmenn. Fólk hava yvirhvøur samhuga við teimum, segði hon. Turið D. Hentze vísti eisini á, at fongsulsrevsing hevur onga fyribyrgjandi ella uppalandi ávirkan á tann revsaða. Hon væntaði ikki at fáa viðhald í tí, at menninir skuldu latast leysir beinanvegin, so henn­ ara ítøkiliga krav var linasta revsing og treytaðan dóm. Hon minti á, at upp­gávan hjá rættinum er at døma eftir lógini og ikki eftir donskum rættar­praksis. Niður at sita Hin verjin, Trugvi Jacobsen, kravdi eisini so lina revsing sum gjørligt. Hann vísti á, at føroyingar noyðast til Danmarkar at sita, og er hetta dupult revsing. Tí ber ikki til at brúka danskar dómar at samanbera við. Trygvi Jacobsen hevði annars eisini funnið fram nakrar danskar dómar, har revsingin er munandi linari enn í teimum dómum, ákærin brúkti. Báðir verjarnir løgdu eisini dent á, hvussu illa ránið var fyrireikað. Talan er ikki um professionellar brots­menn, hildu teir. Sambært greinini í revsilógini, teir tríggjar menninir blivu ákærdir eftir, kann revsinsin vera úr hálvum upp í tíggju ár. Eingin av teimum trimum hevði nakað at viðmerkja, áðrenn málið bleiv tikið upp til dóms. Dómur skuldi falla klokkan 15:45 í gjár. ...framhald Føroya Banki í Kollafirði liggur fyr seg jálvan (í ringinum). Ránsmenninir fóru norður eftir bygdar­veg­num á miðjari mynd­ini og út á lands­vegin við kirkjuna. Hetta er hettan, sum varð funnin stutt frá bilinum við Leynavatn hóskvøldið. Hana brúkti annar ránsmaðurin. Teir tóku stívliga 150.000 krónur við sær – Krøvini til Føroya Rætt rukku frá leyslating til minst fýra ára fongsul Winther, kriminalpolitistur, tá vit spurdu, heint áðrenn blaðið fór til prentingar. Tað tóktist sum politiið hevði nakað at halda seg til í kanningararbeiðinum. Beint tá var blivið upplýst, at Datsun bilurin helst er stolin onkuntíð mikudagin. Eisini hevði politiið frætt frá onkrum, sum hevið samband við eftirlýsta reyða bilin. Hettan er ein erma av einari T-Shirt, myrkabláðari. Lin revsing Samært endurgeving í Sosialinum 28. februar vóru bæði verjar og ákæri samd um, at dómarnir vóru linir. Tann 19 ára gamli varð dømdur tvey ár í fongsul og hinir báðir í hálvtriða ára fongsul. Vórðu teir dømdir í Danmark, høvdu teir helst fingið fýra ára fongsul. Hendan dagin er kortini ikki greitt, um dómarnir verða kærdir til Landsrættin. Men um so varð, at teir dømdu fóru at krevja linari revsing, so fór ákæruvaldið helst at krevja harðari revsing. Einki endurgjaldskrav Føroya Rættur avgjørdi eisini, at hald skal leggjast á byrsjuna hjá tí 21 ára gamla, og at teir skuldu gjalda sakar­málskostnaðin, nakrar túsund krónur. Hinvegin er einki í dóminum um, at teir skulu gjalda aftur tær umleið 84.000 kr, sum ikki komur afturíaftur, tá menninir vóru tiknir. Hetta er tí, at einki krav varð sett fram um endurgjald á rættarfundinum mánadagin. Magnus Møller sigur, at teir vita ikki um nakað tílíkt krav. Bankin missir einki Føroya Banki missir ikki tær stívliga 80.000 kr, sum bankarænararnir brúktu, áðrenn teir vórðu tiknir. Peng­arnir vóru tryggjaðir hjá Trygg­ ingar­sambandinum, so bankin fær teir aftur haðani, sigur bankastjórin, Hans-Jørgen Laursen. – Vit hava onga støðu tikið til handan spurningin, segði Marius Thomasen, stjóri á Tryggingar­sam­ band­inum, tá vit í gjár spurdu, um Trygg­ingarsambandið fer at krevja endur­gjald. Mynd úr arkivinum Mynd úr arkivinum Mynd úr arkivinum