hósdagur 8. januar 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. januar 2015
sosialurin 3
28
– Eg hevði fast arbeiði og manglaði ikki pengar. Eg var meiri tvungin ella
hóttur at vera við, og hóttanum hevði eg meira ella minni livað undir alt mít
lív, so fyri meg snúði tað seg meira um at gera uppreistur fá enda á øllum
Eg gjørdi tað ikki
fyri pengarnar
Eirikur Lindenskov
S
oleiðis sigur Rólant, sum var
ein teirra, ið varð dømdur
fyri bankaránið í Kollafirði
10. januar í 1985.
Rólant koyrdi bilin, meðan hinir
báðir, ein 21 ára gamal og ein 22 ára
gamal framdu sjálvt ránið.
Sum Rólant sigur, so stóðst upp
reistrarhugurin frá uppvøksturin.
Hann vaks upp í Suðuroy, og har var
sera ringt skil.
– Vit systkin vóru sera nógv
happað og útsett saman við øðrum,
sum eisini komu á skeivu síðuna av
lívinum, sigur Rólant.
– Mong børn vórðu totalt offrað.
Har gingu menn og misbrúktu børn.
Og tá børnini boðaðu frá, so vóru tað
børnini sum vórðu revsað – og ikki
menninir, sum gjørdu seg inn á tey.
Búð einsamallur í fýra ár
Hjá Rólanti vóru ikki onnur motiv,
enn uppreisturin. Hann hevði, síð
ani hann var 15 ára gamal búð einsa
mallur á kamari. Men stutt fyri ránið
flutti hann í íbúð í kjallaranum hjá
foreldrunum saman við eldra beiggj
anum. Men hann heldur, at hjá øðr
um av hinum báðum monnunum var
motið uttan iva pengar.
– Hesin maðurin, sum var dani,
kendi eina damu í Kollafirði, og hann
hevði lagt merki til hesa bankadeild
ina, sum lá fyri seg sjálva og nær við
høvuðsvegin gjøgnum Kollafjørð. Tað
var hann, sum fann upp á tað, sum eg
skilti tað, sigur hann.
Rólant var júst fyltur 19 ár, tá ránið
varð framt. Tá dómur fall, varð hann
dømdur tvey ára fongsul fyri at hava
verið medvirkandi í ráninum, meðan
hinir báðir hvør fingu hálvttriða ára
fongsul.
Dugdi ikki at tiga
Bankaránið varð avdúkað, tí at teir
høvdu nýtt nógvar pengar, og tí at
onkur ikki kundi tiga.
– Tá man ger slíkt í uppreistri, so
vil man gjarna, at onkur skal frætta
um tað. Annars er eingin meining við
tí, sigur Rólant.
– Eg var meira tvungin við. Men tá
tú gert slíkt, so skalt tú verða klárur
til at taka avleiðingarnar, leggur hann
dent á.
Rólant flutti úr Suðuroy til Havnar
saman við familjuni, tá hann var 14 ár.
– Tá man flytir, kemur man ofta í
skeivt umhvørvi og er eitt lætt offur.
Tað kom eg eisini, og var úti í ymsum,
sum ikki var gott.
Rólant heldur, at tað var gott, at
hann varð tikin.
– Tí eg slapp burtur úr tí – og slapp
undan órógvinum, sum ein tílík gerð
hevur við sær. Eg fekk nakrar aðrar
dómar seinni, men teir vóru ikki altíð
so rættvísir, greiðir Rólant frá.
Rólant og hinir báðir menninir
fóru til Danmarkar at sita dómin. Av
tí at Rólant hevði skikkað sær so væl í
fongslinum, fekk hann boðið at verða
latin leysur eftir at hava sitið í eitt ár.
Hann varð sendur heim og hevði
fingið upplýst, at hann nú var ein
fríur maður, um hann passaði ar
beiðið, sum hann hevði fingið.
Vildi ikki vera undir eftirliti
– Men tá hann kom heim, fekk hann
at vita, at hann skuldi vera undir
eftirliti av Kriminalforsorgini.
Hann skuldi arbeiða hjá Tórs
havnar kommunu og skuldi hvønn
dag oman á Kriminalforsorgina til
Karina Kjølbro at skriva undir eina
váttan.
Men tað vildi hann ikki.
– Eg hevði fingið at vita, at eg skuldi
heim sum ein fríur maður. Eg hevði
arbeiði at fara til, og vildi ikki starvast
hjá Tórshavnar kommunu og vera
undir eftirliti av Kriminalforsorgini.
Tí valdi eg at sita restina av dóminum
– og sat tí í umleið eitt hálvt ár afturat
í varðhaldinum í Føroyum, sigur
Rólant.
– Tá tú hevur sitið tín dóm, so er
tað yvirstaðið, og eingin kann brúka
tað ímóti tær. Tá hevur tú goldið sam
felagnum títt aftur. Við at sita 2/3 av
dóminum, vart tú fríur maður, um
tú einki kriminelt gjørdi hetta tíðar
skeiðið, vísir hann á.
Men hann fekk kortini aðrar
trupulleikar og aðrar dómar.
Ofta álopin
Rólant sigur, at hann fekk ikki frið
frá øðrum, sum vildu reypa sær av
at gera einum bankaránara ónáðir.
Hann varð sæddur sum eitt lætt
offur.
– Tað vóru fleiri, sum vildu gera seg
upp og leggja á okkum við harðskapi.
Eg varð álopin fleiri ferðir og varð
dømdur fleiri ferðir, sigur Rólant,
sum heldur, at hann mundi sita í eitt
hálvt ár tilsamans fyri harðskap.
– Tað er heilt sikkurt, at tað var
sjálvverja fyri tað mesta. Eg skal ikki
siga, at ikki onkur var á forkerta stað
num í onkrari løtu. Vit vóru væl fyri
kropsliga. Men vit høvdu ein dóm,
og vit høvdu okkara rykti, og tí hildu
nógvir tað vera stórt at sláa okkum.
Men tað skuldu teir ikki havt gjørt, tí
teir kláraðu tað ikki.
– Eg kundi sjálvandi bara latið teir
sligið og ligið niðri. Men tað vildi eg
ikki og sló aftur. Eg fekk ongantíð
prógvað, at tað var í sjálvverju, og tí
varð eg dømdur fyri harðskap fleiri
ferðir.
Gjørdist millióningur
Rólant giftist føroyskari konu úr
Kollafirði, har hann búði í 18 ár. Tey
eiga bæði børn og ommu- og abba
børn. Men í 2010 vórðu tey skild. Árið
eftir var Rólant so heppin, at hann
vann 2,1 milliónir krónur í lottospæl
inum Triss Lotto í Svøríki.
– Tvær milliónir eru ikki so nógvir
pengar, tí teir eru skjótir at brúka,
sigur Rólant. Men hann hevur brúkt
pengarnar skilagott, tí hann eigur í
dag hús síni og bilar og byggifelagið
»Hantverkar'n i Högsby«, sum hann
rekur sína byggifyritøku ígjøgnum.
– Eg mátti taka lán eftir hjúnar
skilnaðin, so tað kom sera væl við at
vinna – tað kom sum ein gáva, sigur
hann.
Rólant arbeiðir sum timburmaður
við felag sínum, sum hann hevur
havt síðani 2006. Hann hevur av og
á fólk í arbeiði, eins og praktikantar,
sum hann lærir upp.
– Eg havi verið í byggibransjuni
síðani eg var 13 ára gamal, so eg havi
nógvar royndir, sigur hann.
Rólant er útbúgvin bilmekanikari.
Hann lærdi hjá Ivan Johansen í Havn.
Lærutíðin varð avbrotin í 1985 vegna
ránið. Hann gjørdi læruna lidna hjá
RAG VAG, sum virkadi frammi í Dal
í Kollafirði.
eirikur@sosialurin.fo
afturhvarv
Rólant hevur búð í Svøríki í fleiri ár. Hann hevur sína egnu fyritøku, »Hantverkar'n i Högsby«.
Í 2011 var hann so heppin at vinna 2,1 milliónir krónur, og tí er hann í dag ein skuldarfríur maður.