hósdagur 8. januar 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. januar 2015
sosialurin 3
29
E
g eri ateistur, gudsnoktari.
Eg haldi, at øll religión eigur
at vera forboðin, øll.
Tað er hon ikki, og tað
verður hon ikki.
So er ikki annað at gera enn at
brúka hana til okkurt skilagott, ikki
tað, sum ætlanin er við henni, men
sum mentan til dømis.
Tá eg eri uttanlands jólaaftan,
fari eg altíð í kirkju um kvøldið ella
á midnátt. Eg geri tað fyri at fáa eina
uppliving.
So var eisini í fjør. Jolaftan var
eg í Wien. Nakrar messur vóru at
velja millum í grannalagnum
hjá gistingarhúsinum í mið
býnum. Nakrar vóru longu
klokkan tíggju, nakrar á
midnátt, sum onkurs
vegna er tað rætta.
Eg valdi tó eina klokk
an tíggju. Tímdi ikki at
bíða til midnátt.
Eg avgjørdi at fara
í eina ukrainska kirkju. Og tað var
ein røtt avgerð. Tí upplivingin var
so sanniliga, sanniliga øðrvísi enn
allar aðrar slíkar jólaaftan.
Lítil kirkja, ikki bygningur
fyri seg sum kirkjur annars
eru, men eitt høli í nið
astu hædd í stórum
stórbýarhúsi.
Ikki so nógv
skreyt sum
annars í
kirkjunum hjá teimum, sum hava
aðra trúgv, men, sum skilst, sama gud,
sum føroyingar. Eingin bonkur, men
leysir stólar.
Fá fólk, nøkur og tretivu kanska
vóru vit. Eg var tann einasti, tað
eg dugdi at síggja, sum ikki hoyrdi
til meinigheitina. Eg var einasti
jólaturistur. Men eg var góðkendur.
Eingi skeitti eftir mær ella undraðist,
hóast eg var fremmandur.
Presturin, ungur maður, kemur
uttar úr innara hølinum og sveiggjar
við roykilsisdunkinum.
Vit, kirkjufólkið jólaaftan, fáa eitt
hefti. Líkist ikki sálmum. Eru tað
heldur ikki, fái eg skjótt at sanna.
Tí nú byrjar ein maraton resita
sjón, standandi. Stólarnir eru bara
til fyrstu minuttirnar.
Presturin leggur fyri, og meinig
heitin svarar. Ein maður fremst er
skipari. Hann hevur ein stemmigaffil
at hjálpa sær at finna tónan.
Og tey resitera.
Nú fer ung, vøkur ljóshærd kvinna
í koboltbláum kjóla, niðan móti
altartúninum. Endiliga onkur broyt
ing, hugsi eg. Kanska skal hon siga
okkurt ella syngja. Men gakk, hon fer
bara upp fyri at taka eina mynd av
resiterandi forsamlingini. Ein onnur
tekur upp við telefonini, síggi eg.
Tey resitera og resitera og resitera.
Presturin, sum stendur innast í
kirkjurúminum, innan fyri eina rima
hurð, kemur uppí viðhvørt.
Nøkunlunda hálva leið fáa vit
hvørt sítt kertiljós, stungið gjøgnum
kaffikopp úr plasti, so stearinið ikki
lekur niður á hondina. Máti skal vera
við líðingini.
Hetta er júst, tá eg eri farin at
hugsa um at fara, tí nógvar síður eru
eftir í heftinum. Men nú ber illa til, tí
hvat so við ljósinum? Er tað halgibrot
at sløkkja tað og rýma?
Tey resitera og resitera og resitera.
Nú eru vit loksins á seinastu síðu.
Presturin stendur nú uttast við dyrn
ar. Seinasta síðan er drúgv. Og so er
liðugt. Tey syngja ein sálm ella sang.
Altargongd. Fyrst kyssa vit eina
mynd av Jesusi og turka glasið við
hvítum dúki, so taka vit ein breyð
mola av einum bakka, nú standa vit
framman fyri prestin, hann málar
ein kross á pannuna hjá okkum, og
so kyssa vit krossin, prestur hevur í
hinari hondini, uttan at turka hann
aftaná.
Talvan gongur ikki. Tey syngja
aftur. Nú er liðugt. Tá eg standi úti á
jólafriðarliga vegnum aftur og tendri
telefonina er klokkan 23.35. Havi
staðið hálvan annan tíma.
So á vertshús. Eftir hálva øl hvøkki
eg við: er krossurin, presturin málaði,
svartur ella reyður kanska? Út á nátt
húsið, hyggja í speglið. Krossurin
sæst ikki. Eg eri ikki stigmatiseraður.
Eg eri framvegis ateistur. Tað er
eisini ein trúgv, siga tey. Kanska, men
ikki so bannsett sum allar aðrar.
Jólamessa standandi
til Trónd Vatnhamar
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
Mynd: heinesen myndir
Yrki: Hugnaligur hugnari og rockari
Bústaður: Tórshavn
Hvat ætlaði tú tær at blíva,
tá tú bleivst vaksin?
– Hevði ein dreym um at gerast brandmaður. Tað bleiv
eg ikki, men havi sløkt nógvar eldar allíkavæl ...tann
seinasta í morgun (frúan hevði morgungron).
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– Hvussu ógvusligt »mannfólkakrím« er.
Hvat burdu børn vitað
um tað at vera vaksin?
– Ikki so nógv, tey
blíva bara skuffað.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
– Tað nærmasta eg komi til at gera dreymar til veruleika
var, tá eg helt meg hava runnið eitt heilt marathon ...so
vaknaði eg.
Hvat er títt besta heimaráð?
– At vit mannfólk til eina og hvørja tíð syrgja fyri at
»Heimastýrið« er so nøkunlunda »tilfreds«.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– Hatta er faktiskt ein totalt súrur spurningur, meir ella
minni ógjørligt at svara uppá, men tó vil eg siga, at tað
vísir seg, at tolsemi er eitt gott amboð ...til eitt vist.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– Eitt sindur flatt, men má siga, at sigurin í Athen hjá
okkara garpum var »WOW«.
Tað seinasta, tú hevur lært, er at?
– Stinga fingurin í jørðina og taka tað róligt.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at tú?
– F**k ...konan hevur biðið um tvey ting; vaska sofu og
vaska bil, og ja tit gittu rætt, tað er IKKI gjørt og hevur
tað ligið á láni í tríggjar mánaðir. Nú skal gamla hava
bindiklubb og Vatnhamar er pressaður.
Enda setningin: Føroyingar burdu...
– Føroyingar burdu etið fleiri D-vitaminir og sloppið sær
av við »Jantu«.
10
skjótir