Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. JANUAR 2015 SOSIALURIN 3 30 Helena legði stillisliga telefonina niður á køksborðið. Nú var hon komin í iva. Avgerðin, ið hon fyrr hevði verið so sannførd um, var nú merkt av ótta og ivin kom sníkjandi. Nú var tað longu í næstu viku, at 12 ára gamla dóttirin skuldi koppsetast fyri HPV. Men hvat um tað, ið vinkonan akkurát hevði sagt henni, passaði? TORI EG AT KOPPSETA DÓTTUR MÍNA? HPV: FRÓÐSKAPARSETRIÐ Ú tslett! Lammilsi! Deyði! Kundi tað veruliga enda so galið? Hugsa tær, um dóttirin endaði í rullistóli restina av lívinum. Tó samstundis vildi hon sjálv andi ikki, at dóttirin skuldi fáa krabba mein og møguliga ongantíð fáa nøkur børn, ella í ringasta føri doygg ja. Hon hevði jú eisini lisið, at ár liga fáa umleið 10 føroyskar kvinn ur stað fest krabbamein í lív móð ur hálsi num og á hvørjum ári doyr ein kvinna av sjúkuni. Tað var sanniliga eisini álvarsamt og ótrúliga nógvar, hugs- ar hon. Kaffikoppurin dumsar held ur harðliga niður á køksborðið. Helena kemur aftur til veruleikan. ”Dilemma! Nei, hetta er ikki ein av gerð fyri eina mammu,” sigur hon hart fram fyri seg. Helena er eitt hugsað dømi, um hvussu foreldur kunnu hava tað, tá tað kemur til avgerðina um HPV- vaksi nuna. Nógv hevur verið frammi um vaksinuna, bæði í sjónvarpi, bløð- um og á Facebook. Fleiri av hes um frásagnum hava ikki verið so ja lig ar, og nógv dømir upp á keðilig hjá árin av vaksinuni eru komin fram. Lammil- si, hjartatrupulleikar og deyði er bert ein lítil partur av teimum ræð andi søgunum. Vegna allar hesar mót stríð- andi upplýsingarnar, ið tala bæði fyri og ímóti HPV-vaksinuni, kann hetta tí skil gerast ein stór og torfør avgerð hjá neyðars Helenu. Fyribyrgjandi tilboð Í dag kunnu allar gentur og kvinn ur í aldrinum 12 til 28 ár lata seg kopp- seta ókeypis fyri lív móður háls krabba (HPV). Tilboðið kom frá heilsu mála- ráð num. Koppseting fyri HPV-virus hevur til endamáls at fyribyrgja, at kvinnur fáa lívmóðurhálskrabba. Vónin er, at gent ur og kvinnur taka av hesum til boði. Sambært heimsheilsustovninum hjá ST (WHO) eru fleiri fyrimunir enn vans ar við koppsetingini. Vaksinan verð ur við jøvnum millumbilum kann að, um hon samsvarar við sítt enda mál. Fær ein genta ella kvinna álvar s om hjáárin, skal hon seta seg í sam band við læknan og fáa røttu við gerð. Hvat er hótt? Velur Helena ikki at lata dóttrina kopp seta, er vandi fyri, at gentan fær HPV-smittuna, tá hon gerst seksuelt virk in. Verður dóttirin smittað við HPV-virus, kann tað í ringasta føri enda við lívmóðurhálskrabba. Fyri at HPV-vaksinan skal gera mest møgu- liga nýttu, er best at koppseta gentu- na, áðrenn hon gerst seksuelt virkin. Velur Helena hinvegin at lata dóttr- ina koppseta, er vandi fyri, at gentan fær ymisk hjáárin. Sambært medicin. dk eru tey mest vanligu hjáárinini, reyd lig húð á innstiksstaðnum og høvuðpína. Minni vanlig eru fep- ur, pína í beinum og ørmum. Meira sjáldsamt og hættisligt er ein ovur- við kvæmisreaktión, ið førir við sær andadrátstrupulleikar og blóð trýst- fall. Tí er viðmælt at bíða hálvan tíma á staðnum, har ein hevur fing ið vaksinuna, tí tey hava røttu við gerð- ina. Allur heilivágur hevur hjáárin Sjálvt Panodil, ið flest øll taka uttan at seta nakað spurnartekin við tað, kann eisini hava hjáárin. Danska Sundhedstyrelsen hevur stórt fokus á hjáárin av vaksinum. Øll hjá árin verða almannakunngjørd á heima síðu teirra, hetta fyri at tryggja opin leika og gjøgnumskygni. Hóast nógv ar fráboðanir um álvarsom hjá árin av HPV-vaksinuni, so sum hættis ligt ovurviðkvæmi og lammilsi, er tað ikki nakað mynstur at síggja og einki bendir á, at tað er samband ímill um vaksinuna og álvarsomu hjá- árin ini. Heilivágur verður bert góð- kend ur, um tað eru fleiri fyrimunir enn vansar, og soleiðis er eisini við vaksi num. Allur heilivágur gevur árin og hjá- árin. Viðmæla vaksinuna Heilsumyndugleikarnir, Sund heds- styrel sen og WHO viðmæla, at ein fær HPV-vaksinuna, tí vaksinan er við til at fyribyrgja lívmóðurhálskrabba, sum er ein sera vandamikil sjúka. Ser- frøð ing arnir meta, at møguleikin fyri hjá ári num er so lítil, og vandin fyri at doygg ja av lívmóðurhálskrabba er nógv størri. Á heimasíðuni krabbamein.fo stend ur: “Kring heimin doyggja áleið 275.000 kvinnur árliga av lív móð ur- háls krabba, ið sostatt krevur fleiri