hósdagur 8. januar 2015síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. JANUAR 2015
SOSIALURIN 3
33
Komandi partur
Í komandi parti verður m.a. endurgivin
brøv, har Petur í Køkini greiðir frá,
hvussu tað var at missa sonin.
Royndu at bjarga
Men nú var bara hugsað um at bjarga teimum,
sum verið høvdu í teimum tveimum bátunum,
sum holvdust. Tað var tó lættari sagt enn gjørt.
Nógvir av teimum sum umkomust vóru
frálíkir svimjarar, men tað mól alt at grunni
og frá grunni – hjá teimum sum komu undir
fyltust eygu, oyru og munnur við sandi.
Ein maður sást á kjølinum á hvørj um av
hesum bátum. Tann eini var Júst Hammer úr
Hvalba.
Fleiri menn, teirra millum Mortan á
Fløttinum úr Hvalba og Carl Thorsteins son
á Brúgv úr Trongisvági, gjørdu seg til reiðar
at svimja út eftir honum. Men so var hann
skolaður av kjøl inum, og drigin at botni í tí
herv iliga meldrinum. Júst spurdist ikki aftur.
Dimmalætting greiðir frá soleiðis frá hesi
bjargingarroyndini:
Der gik stærk Strøm ud fra Land, især ved
Bugtens nordlige Kyst, hvor Ulykken skete, og
den ene af de forulykkede Baade, hvortil endnu
nogle klamrede sig, førtes her forbi. To Mænd,
den ene var Carl Thorsteins son, Trangisvaag,
søgte at svømme ud, fastgjorte til Line, men
Brændingen slog dem tilbage.
Enn sat Petur í Køkini á hinum kjølinum.
Hvørja ferð brotini løgdu inn yvir hann, legði
hann seg flatan heilt frammi um kjósina á
bátinum. Tá av fjaraði sást hann krøkja seg
fastan í róðurjørnini. Fleiri ferðir ók hann fram
eftir kjølinum til reiðar at taka næsta brotið.
Petur í Køkini bjargaður
Brádliga sást bátur koma snórabeinur við
stórari ferð. Hann rann í brotinum inn á
lónna. Tað sást, at nú var ein roynd gjørd
at bjarga Petur í Køkini, sum enn sat á kjøli.
Báturin streyk tætt fram við honum, men ikki
eydnaðist at fáa fatur í mannin. Báturin rann
líka upp á turt á sandinum.
Hóast fyrsta royndin miseydnaðist, mistu
teir ikki mótið, teir hálvdu sjógvin úr bátinum
og løgdu til brots aftur. Og nú eydnaðist at
bjarga Peturi.
Teir menn, sum her sýndu mót og mans
hjarta vóru:
Jacob Jacobsen,y, Michael Nielsen, Joen
Jacob Olsen, Rasmus Nielsen, Daniel Jacob
Jacobsen, Hans J. Berg, y, Thomas Michael
Thomsen, allir úr Sandvík, og Niels Pauli
Evensen og Johan Olsen úr Hvalba.
Sonur Petur í Køkini (Niels Peter Joensen)
var á báti saman við pápa num. Tá hesin bátur
seinni var fingin upp á land, vísti tað seg, at
sonurin var vor ðin fastur í einum enda, sum
var fest ur í bátin, og kom soleiðis drukn aður
upp á land.
Grindin var stór, 218 hvalir løgdu beinini,
men nógv gekk eftir bæði tann dagin og
dagin eftir. Samb. Dimma lætting gjørdu teir
landgongd.
Hetta hevur sjálvsagt verið ein ræðulig
støða, eisini hjá teimum, sum stóðu hjálparleys
á landi og hugdu at. Um hetta skrivaði
Dimmalætting:
Begivenheden virkede voldsomt på Sindene,
ikke blot ved dens Omfang, men ogsaa derved,
at den overværedes af en Mængde Mennesker,
Mænd, Kvinder og Børn, som var ude af Stand
til at yde Hjælp.
Kort efter, at Ulykken var ind traadt,
rygtedes den i Kvalbø, hvor for færdelsen var
ubeskrivelig, man vidste ikke straks, hvem den
havde ramt.
Boðini um, hvørjir, ið vóru deyðir, máttu
so koma frá teimum hval bing um sum vóru
slopnir undan, og sum seinni um dagin fóru
um fjallið til Hvalbiar aftur.
Hetta hevur sum rímiligt er verið ein tung
uppgáva. Menninir royndu at koma ósæddir til
bygdina. Ein av hes um var Jacob Ellendersen,
Jákup í Toftum. Dánjali Norðberg greiðir frá,
at Jákup hevði greitt mostur síni, Honnu,
frá, at komin um fjallið, sær hana ein hóp av
konum, sum vóru á veg niðan brekkuna at
frætta tíðindi um lagnuna hjá teirra monnum
og synum. Tær varnaðust Jákup og komu
rennandi móti honum. Jákup segði, at hetta
var tað ringasta, hann hevði upplivað. Ein
kona fyri og onnur eftir spurdu: »Er maður
mín deyður«. So fingu tær svarið, sum tað var:
»Ja, stakkalin, hann er deyður«, ella at hann ikki
var millum teir deyðu. So her var skift millum
grát og lætta.
Skuldi vitja gentuna
í Fámjin men doyði í grindini
Ein serlig søga var um tann 27 ára gamla Dánjal
Paula Holm, sum var mammu beiggi Dánjal
Norðberg, og sum Dánjal er uppkallaður eftir.
Dánjal Pauli var forlovaður við gentu
í Fámjin og var henda morgun in farin til
Fámjins at vitja hana. Á leið ini til Fámjins hittir
hann menn úr Trongis vági, sum vóru á veg til
Sand víkar í grind. Hann ger ikki vandari, enn
at hann fer við teimum. Komin til Sandvíkar er
hann inni hjá Stinu hjá Heina. Hon bønar hann
um ikki at fara, tí líkindini vóru so ivasom.
Men hesum lurtar hann ikki eftir. Hann fer í
ein bát í staðin fyri ein eldri mann, sum fer úr
bátinum.
Foreldrini halda væl til standa og vita
einki av nøkrum, fyrr enn tey fáa deyðsboðini
av soninum. Tað sama var eisini galdandi
fyri gentuna. Tað hevur verið roynt at fáa
uppspurt, hvør ið gentan var, men tað er ikki
eydnast. Um onkur veit tað, kundi tað verið av
áhuga at frætt.
Mamman var allar sínar dagar so forharmað
um, at sonurin ikki var komin framvið hjá
teimum, áðrenn hann fór til Sandvíkar, so hon
kundi havt sagt honum eitt seinasta farvæl.
Ein pápabeiggi Dánjal Norðberg, tann 16
ára gamli Michael, var eisini millum teir deyðu.
Men sum ofta er, omman vildi ongantíð tosa
um hetta.
Tað var ein serlig hending í sam bandi við
Dánjal Paula. Hann fylgdist til Sandvíkar við
Mortan Holm úr Hvalba. Tá teir koma norður
ímóti Sand vík, sigur Dánjal Pauli við Mortan:
»Mortan, eg seti stavin her, tú tekur hann við
tær, tá ið tú fer heim aftur.« Hetta hugsaði
Mortan ikki um tá, men tá ið hann fór aftur
Hvalbiar, tá runnu orðini hjá Dánjal Paula fram
fyri hann, og tá var hann sjálvandi illa við. Men
stavin tók heim aftur til for eldrini hjá Dánjal
Paula.
Hetta sambandið til Fámjins kann
hava verið orsøkin til eina misskiljing í
Dimmalætting tann 17. februar, tá ið teir bóru
fyrstu tíðindini um van lukkuna.
Tað ítøkiliga var eitt stutt bræv, sum var
skrivað úr Vági tveir dagar eftir vanlukkuna.
Sum tað skilst var brævið komið til Havnar
við einum norskum skipara, og tað skiltist á
honum, at flestu menn inir, sum doyðu vóru
úr Fámjin.
Hetta hevur verið ein sera stór mis skiljing,
tí Hvalba var jú nærmasta granna bygdin. Tað
var eisini sera gott samband millum bygdirnar.
Dánjal nevnir sum dømi, at konurnar í báð-
um bygdunum plagdu at fara við stokk um hjá
hvørji aðrari, og tá plagdu tær at steðga einar
tveir dagar.
Men sum Dimmalætting skrivaði, at
uttan mun til hvaðani menninir vóru, so var
vanlukkan eins stór fyri tað. Henda greinin
endar við hesum reglum:
Denne Ulykke er enestaaende i sin Art. Vel
er det hændt, at enkelte under Grindedrab
er kommet til Skade, men der er gaaet
Menneskealdre uden at et eneste Menneskeliv
er gaaet bort.
Tað sigur nakað um samskifti tá á døgum,
at Dimmalætting lovar meira nágreiniliga
frágreiðing, tá ið Smiril kemur. Hon kom eisini
í komandi blað num 20. februar.
Sambært Dimmalætting vóru allir tey
umkomnu fiskimenn uttan tann 14 ára gamli
Ole Michal Nielsen. Hann var ikki farin til skips
enn.
Myndirnar av monnunum eru úr greinini
hjá Johs. Andr. Næs í Birting. Hesar hevði hann
lænt frá ættarfólki.
Teir ið umkomust í Skaðagrindini – Úr Hvalba:
Hans Pauli Holm, 30 ár.
Ógiftur. Hann var sonur
óðalsbondan Niels Paula Holm.
Daniel Pauli Holm, 27 ár.
Ógiftur. Sonur fiskimannin
Mortan Holm.
Jens Pauli Alexander Midjord,
27 ár. Eftir sótu kona og dóttir.
Niels Peter Joensen, 17 ár.
Sonur N.P. Joensen, (Petur
í Køkini), sum bjargaðist.
Just Alexander Hammer,
27 ár. Eftir sótu kona og
sonur. Ein dóttir varð fødd 5
mánaðir eftir vanlukkuna.
Michel Nattestad Norðberg,
16 ár. Sonur óðalsbóndan
Jens Chr. Norðberg.
Christian Fredrik
Sofus Joensen, 28 ár.
Eftir sótu kona og eitt barn.
Johannes Andreas Hammer,
17 ár. Sonur fiskimannin
Joen Pauli Hammer.
Jens Pauli Niclasen, 22 ár.
Ógiftur. Sonur kongsbóndan
Niels Peter Niclasen.
Ole Michael Nielsen, 14 ár.
Sonur óðalsbóndan
Michel Nielsen.