hósdagur 8. januar 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. JANUAR 2015
SOSIALURIN 3
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
32
Óli Jacobsen
100 ÁR SÍÐAN SKAÐA-
GRINDINA Í SANDVÍK
Í ár eru 100 ár síðani skaðagrindina í Sandvík, tá 14 mans doyðu. Hetta var ein av
teimum stóru vanlukkunum, sum er hend føroyingum í nýggjari tíð
1. partur
T
ann 13. februar eru 100 ár liðin,
síðan Skaðagrindina í Sandvík, tá
ið fjúrtan mans lótu lív.
Hóast 100 ár eru runnin, so
stendur hesin leygardagurin framvegus,
sum ein tann mest ógvusligi feigdar dag urin í
Føroya søgu. Tað var hann eis ini tá. Hetta var
áðrenn tær flestu av teimum seinni kendu
stóru skipa van lukkunum.
Henda søgan er sum so rættiliga kend. Tað
eru fleiri sum hava skrivað um hana.
Johannes Andreas Næs hevði eina sera
gjølla frásøgn í jólablaðnum Birting í 2004. Í
2005 hevði hann eitt ískoyti í Sosialinum og
Dimmalætting.
Men treyðugt so, so kann altíð vera okkurt
at leggja afturat. Hetta kundi FF-blaðið gera í
2005, tá ið 90 ár vóru liðin. Hetta er vist tann
mest full fíggjaða frásøgnin sum finst á al-
netinum.
Í hesum og komandi parti av Sið søgu
verður greitt frá hesi vanlukku grundað á
umrøddu keldur. Tann 89 ára gamli Dánjal
Norðberg, ættaður í Hvalba, hevur eisini givið
sítt íkast til hesa frásøgn. Eisini verður hugt
eftir tí, sum stóð í bløðunum tá, serstakliga í
Dimma lætting. Hetta lýsir væl, hvussu fólk tá
í tíðini upplivdu hesa van lukku. Hetta verður
endurgivið júst sum tað er skrivað, á donskum.
Tað ber illa til at týða til fulnar slíkar kenslu-
bornar lýsingar. Tað fer uttan iva eisini at verða
gjørt meira burtur úr hesi søgu í sam bandi
við minningarhaldið, sum ætlandi verður í
sambandi við 100 ára dagin.
Skuldi verið stórur
dagur í Sandvík
Hetta skuldi annars verið ein stórur dagur
í Sandvík. Tað var nevniliga størsta grind í
Sandvík í meira enn 100 ár. Grindir í Sandvík
hava verið fáar og smáar. Tann seinasta grindin
hevði verið í 1906, tá løgdu 42 hvalir beinini. Í
1866 løgdu 88 hvalir beinini, í 1847 33 hvalir og í
1827 43 hvalir. Hetta var so størsta grind síðan
1799, tá ið 363 hvalir løgdu beinini.
Í 1915 var nógv grind kring oyggjar nar.
Dimmalætting skrivaði 20. februar:
Grind ved Suderø.
Det synes som at de færøske Farvande i
denne Vinter besøges usædvanligt stærkt af
Grindeflokke. Natten mellem Lørdag og Søndag
saa Mandskabet paa Kutterne Nellie og Edward
megen Grind øst for Suderø, nord og syd for
Trangisvaagfjorden.
Kortini var grindin í Sandvík ein asta
grindin í Suðuroy í 1915.
Feigdardagurin
Í 1958 skrivaði Martin Holm grein í
Ítróttartíðindir um Skaða grindina og tær
fylgjur, sum hendingin fekk.
Martin sigur m.a. soleiðis frá:
Hetta var leygardagur í føstu inn gangi, hin
13. februar 1915.
Vindur var eingin at hoyra, men so mikið
harðari bresti lógvin. Tá dags lýsið spakuliga
kreyp upp á luftina, sást landsynningsbrimið
stíga væl upp í bergið báðu megin fjørðin.
Í Hvalba hevði leingi verið siður at halda
mánadagin í føstuinngangi. Tá var eikitunna
væl bandað, og hongd upp í gálga í lága bønum.
Í hvítum skjúrt um skipaðu menn seg í víðan
ring kring tunnuna, og hildu sær á gleimi.
Soleiðis skuldi eisini verða mána dagin 15., tá
teir skuldu sláa tunnu.
Grindaboð úr Sandvík
Tíðliga fyrrapartin komu grindaboð úr Sandvík,
og rópið varð loftað býling úr býlingi. Menn
mettu líkindini so leiðis, at um bátur flotaðist
á Mølini, so torgaði hann ikki um Mjóvanes.
Menn fóru væl mannaðir til gongu úr Hvalba
til Sandvíkar. Meðan teir vestaru menninir
tóku seg upp uttan vert í Sjeaklett, sóust teir
uttaru taka seg niðan frá Knarrarvørru. Hart
varð gingið niðan Heiðar. Komnir á Sand-
víks egg sóu teir Ásmundarstakk vaða í brimi
og Sandvíkslógv bróta krappa. Og har, mitt
á kjøkrutu víkini lógu um leið 5 bátar við
grindini. Nú vóru ikki stundir at lata møðina
renna, og skjótt halaðu teir oman brattan,
løgdu hvønn annan eftir tvørtur um sandin
og bøin – út í støðna, riptu skorðarnar undan
bátunum, passaðu sær løgir og flot aðu saman
við sandvíkingum.
Landsynningsaldan var síð á Sandvíkini
henda dagin, men roynt var at halda grindini
til við 8 bátum.
Í fyrstu royndini komu 30-40 hvalir upp á
land. Men nú kom grindin sær út um bátarnar.
Væl av fólki, grindamonnum, konu fólki og
børnum eygleiddu teir 8 bátar nar, ið royndu
at fáa grindina inn ímóti aftur.
Vanlukku grunnbrotini
Tá løgir vóru varð stungið, og tað eydn aðist at
fáa væl av hvalum upp á sandin.
Men nú tóku ógvuslig óløgi seg upp. Tað
breyt tvørtur um alla Sand vík ina. 5 bátar vóru
tá staddir uttan fyri og 3 innanfyri óløgini.
Tveir bátar komu í sjálva holingina, sum er
stór kulla í meldurstreymi.
Bátarnir lógu stavnrætt ímóti, men
grunnbrotini vóru so brøtt, at teir fóru eftir
endanum, fyltust og holvdust. Teir vóru
Falkurin og Jomfrúgvin.
Tann triði báturin var nakað innari, og kom
ikki í holingina. Hesin báturin bjargaði sær út
um brotini í øllum góðum.
Teir ið umkomust í Skaðagrindini – Úr Sandvík:
Joen Jacob Frederik Petersen, 26 ár.
Eftir sótu kona og tvey ára gomul dóttir
Elias Petersen, 20 ár. Ógiftur.
Hann var beiggi Joen Jacob Frederik
Niels Pauli Olsen.
Eftir sótu kona og eitt barn
Jacob Danjelson, 22 ár.
Ógiftur
Siðsøga