Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-08, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. januar 2015 sosialurin 3 38 Komandi ár eru útlit fyri, at fleiri føroyskir spælarar koma at gera seg galdandi uttanfyri Føroyar ítróttur Tróndur Arge F ótbóltsárið 2014 bleiv eitt sermerkt ár fyri landsliðið, sum í november vann 1-0 á Grikkalandi. Hetta er kanska ein av orsøkunum, at fleiri spælarar hava fingið møguleikan uttanlands. Millum annað hava Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson skift til avikavist Vejle og Vendsyssel. Aðrir spælarar eru í ivastøðu. Millum teirra eru tríggir av okkara málmonnum. Gunnar Nielsen situr á bonkinum og sáttmálin gongur út í summar, men Kristian Joensen einki felag hevur enn. Afturat tí kann nevnast, at Teitur M. Gestsson og Heini Vatnsdal hava í longri tíð verið settir í samband við eitt skifti til danskan fótbólt. Vit fara í hesi greinini at gjøgnum­ ganga føroysku spælararnar, sum hava valt at royna seg uttanlands í 2015. Gunnar Nielsen Felag: Motherwell Pláss: Málverji Støðan hjá Gunnari er eitt sindur óviss í løtuni. Hann er annað árið á rað í skotska Motherwell. Farna kapp­ ingar­ár spældi hann yvir tjúgu dystir við Motherwell, sum bleiv nummar tvey í skotsku Premier League. Hetta kapp­ingarárið sleppur hann ikki fram­at, og liðið liggur triðj niðast. Gunnar hevur sáttmála til í summ­ ar, so hann kann frítt tosa við onnur feløg nú. Tað tyksist greitt, at føroyski landsliðsmálverjin ikki heldur fram í Motherwell. Hann hevur fyrr roynt seg í donksum fótbólti við Silkeborg, men enn tykist ongin ætlan verða um hvar Gunnar spælir í framtíðini. Hann kann helst bæði skifta í januar, og í summar tá flytingarvindeygað letur upp aftur. Kristian Joensen Felag: Einki Pláss: Málverji Kristian Joensen spældi í seinnu hálvu í fjør við Lyngby í næst bestu deildini í Danmark. Hann spældi í steypa­ kapp­ingini og fekk onkran einkultan dyst í lands­kapp­ingini. Lyngby boðaði tó frá, at sáttmálin við føroyska málverjan verður ikki longdur, tí felagið fer at leita sær eftir nýggjum fyrsta mál­verja. Kristin tykist uppsettur upp á at finna sær eitt felag í Danmark. Tað er mangul upp á góðar málverjar í Føroyum í løtuni, men tað hevur ikki fingið hann at flyta heim. Tað er óvist hvat fyri eitt slag av felagi Kristian Joensen sleppur framat. Sonni Ragnar Nattestad Felag: FC Midtjylland (Útleigður til AC Horsens) Pláss: Miðverji Sonni Ragnar er útleigaður til AC Horsens til í summar frá FC Midt­ jylland, har hann fyri kortum gjørdi fimm ára sáttmála. Sonni Ragnar hevur spælt fast í miðverjuni hjá AC Horsens og tað verður vónandi eisini leikluturin hjá honum í fyrru hálvu í 2015. Felagið satsaði upp á at flyta upp í bestu deildina, men úrslitini hava ikki staðið mát við vónirniar. Tí hevur felagið repað fíggjarligu seglini. Hetta kann fáa eina ávirkan á úrslitini, men helst ikki støðuna hjá Sonna Ragnar, sum sær út til at fáa spælitíð. Rógvi Baldvinsson Felag: Ålgård (Noreg) Pláss: Miðverji Rógvi Baldvinsson hevur mist stevið í mun til, tá hann var fastur maður á landsliðnum og skoraði móti millum annað Svøríki á Tórsvølli. Tá var hann ein spælari á veg fram. Hann skifti til Bristol Rovers í Ong­ landi, men pakkaði taskuna aftur longu í somu viku. Síðani skifti hann til Bryne í næstbestu deildini, men heldur ikki her eydnaðist Rógva at fáa fóta­festið. Hann skifti aftur til Ålgård. Við tíðini hevur hann mist plássí miðverjuni á landsliðnum, og til seinast misti hann eisini lands­ liðs­plássið. Vónandi finnur miðverjin stevið aftur. Viljormur Davidsen Felag: Vejle Pláss: Vinstri bakkur Viljormur Davidsen er millum berandi kreftirnar á Vejle liðnum, har venjaratoymið tykist hava álit á føroyska bakkinum. Vejle er fíggjar­liga bjargað, eftir at tað var veg á heysin. Tað er lítið at ivast í, at Viljormur Davidsen verður ein fastur part­ur av besta liðnum hjá Vejle í 2015. Ári M. Jónsson Felag: Silkeborg Pláss: Vinstri bakkur Fekk seg royndan sum A-lands­ liðs­spælara og sum match-vinnara á U21 landsliðnum í 2014. Hann hevur tó torført við at sleppa framat á besta liðnum í Silkeborg, sum er í kreppu í Superliguni. Silkeborg hevur bara fýra stig og flytir eftir øllum at døma niður. Ári hevur eisini verið óheppin við skaðum í 2014. Her er so spurningurin um vón­ leysa støðan í Superliguni er ein fyri­ munur ella ein vansi fyri føroyska vinstra bakkin. Torført at meta um møgu­leikarnar hjá honum í 2015. Fótbólts­ útisetar við góðum møguleikum