Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-08, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. januar 2015 sosialurin 3 39 Hallur Hansson Felag: Vendsyssel Pláss: Miðvallari Hallur Hansson hevur gjørt tvey og eitt hálvt ára sáttmála við Vendsyssel í næst bestu deildini í Dan­mark. Felagið hevur verið eftir Halli í eina tíð, so tað er nógv, sum bendir á, at felagið hevur ætlanir um at geva miðvallaranum ein møgu­ leika. Hallur veit eisini hvat tað krevur at spæla uttanfyri Føroyar. Hann hev­ ur spælt í skotska Aberdeen sum ung­ dóms­spælari, og í AaB. Hallur kemur helst at fáa møguleikan í Vendsyssel, so er bara at vóna at hann tekur av. Brandur Olsen Felag: FCK Pláss: Miðvallari Í 2014 gjørdi Brandur trý ára sátt­ mála við størsta felagið í norður­ lond­um. Tað er tekin um, at FCK hev­ur stórar vónir til skálvíkingin, men samstundis, so er FCK kanska tað felagið í norðurlondum, sum er torførast at koma ígjøgnum sum ungdómsspælari. FCK hevur hevur selt út á miðvøllinum, so tað verður spennandi at síggja um tað merkir, at felagið ætlar at halda Brandi til á besta liðnum. Væntandi fær Brandur ein størri leiklut á FCK liðnum so hvørt hann mennist. Spurningurin er bara um hann skal sama veg sum Sonni Ragnar, og skal útleigast fyri at fáa spælitíð. Karl Løkin Felag: Næstved Pláss.: Miðvallari Karl gjørdi trý ára sáttmála við Næstved í 2014. Søgur hava í vetur verið um, at hann kunnu umhugsa eitt boð frá føroyskum feløgum. Hetta bleiv ikki til nakað og Karl er nú farina v landinum aftur til Næstved. Felagið stíðist um uppflyting í triðju deild vest, har teir eru nummar tvey. Støðan hjá Karli er eitt sindur ógreið. Hann er ikki í landsliðshópinum, men nú Fróði Benjaminsen helst spælir sínar seianstu landsdystir, so skulu nýggjar kreftir inn. Kanska ein pláss á miðvøllinum hjá Næstved kann fáa Karl inn um landsliðsgáttina. Kaj Leo í Bartalsstovu Felag: Levanger (Noreg) Pláss: Vongur Kaj Leo hevur sett sær fyri at royna eydnuna uttanlands. Hann spældi farna kappingarár við Levanger í triðj bestu deildini í Noreg. Við Kaj Leo á liðnum flutti liðið upp í næst bestu deildina. Onkrar søgur hava verið um áhuga fyri bóltsnillinginum úr Føroyum, men sum skilst so er tað ikki ein møguleiki. Kaj leo hevur í løtun ikki longt sáttmálan við Levanger, men vit ganga útfrá, at tað verður gjørt. So er spurningurin hvønn mun tað ger, at Levanger spælir í eini hægri deild. Tað kann merkja, at kaj leo kemur at spæla og venja á hægri stigi. Tað kann eisini merkja, at Levenger ikki er eins kappingarført í hesi deildini og Kaj Leo fær trupult at vinna sær pláss um liðið ikki hevur bólt nakað serligt. Vónandi heldur hann fram við at menna seg. Gilli Sørensen Felag: AaB Pláss: Vongur Gilli hevur havt eina torføra tíð í AaB. Hann stendur enn í menn­ing og hev­ur ógvuliga trup­ult við at fáa pláss á besta lið­ num. Hin­vegin sigst, at leiðslan í AaB sær nógvar møgu­leikar í Gilla, sum passar væl til profilin í felagnum. serliga er tað nógva ferðin hjá Gilla, sum gevur honum ein fyri­ mun, ið illa kann venjast upp hjá ein­ um spælara, sum ikki hevur tað. Tað er torført at ímynda sær, at Gilli kemur at fáa tað stóru spæli­ tíðina á besta liðnum. Tí ber til at ímynda sær, at Gilli helst skal út­ leigast til eitt felag, har hann fær spæli­tíð, áðrenn hann er førur fyri veru­liga at bjóða av á besta liðnum hjá AaB. Felagið skal hava nýggjan venj­ara í summar. Jóan Símun Edmundsson Felag: Vejle Pláss: Framherji Hetjan í Athen hevur skift til Vejle, sum longu hevur Viljorm í hópinum. Felagið var í fíggjarligum trupulleikum í 2014, men fekk eit fíggjarligt innskot. Tó er ilt at ímynda sær, at eitt felag í eini slíkari søgu fær sær Jóan Símun uttan at hava eina greiða ætlan við honum á besta liðnum. Tí er líkt til, at Jóan Símun veruliga fer at fáa møguleikan í donskum fót­ bólti í ár. Christian L. Holst Felag: Fremad Amager Pláss: Framherji Skifti frá Silkeborg, sum var á veg í Superliguna, til Fremad Amager í triðju deild. Christian er millum profilarnar og higartil merkist tað ikki so væl á landsliðnum, at hann hevur trappa eitt sindur niður. Vónin var, at felagið fór at flyta upp í næst bestu deildina, men tað verður torført við 25 stigum á sætta pláss, tá oddaliðið hevur ellivu stig fleiri. Christian kemur ikki at mangla spælitíð, men spurningurin er um tað er nokk til at halda framrættaða miðvallaran á toppinum í nøkur ár afturat. Rói Danielsen: Felag: Skovbakken Pláss: Miðverji Rói Danielsen hevði eitt frálíkt 2013, tá hann sum miðverji hjá AB kom á landsliðið á fyrsta sinni. AB hevði ein tiltiknan miðróður tað árið og tók tey flestu á bóli. Rói spælir við Skovbakken í triðj bestu deildini. Ein fótskaði hevur arga nakað í 2014, men tá hann er tøkur so spælir hann. Spælir Rói við Skovbakken í 2015 og er uttan skaðar, so er sannlíkt at hann fær spælitíð. Øssur M. Dalbúð Felag: Fremad Amager Pláss. Framherji Øssur M. Dalbúð hevur ikki verið nógv frammi í 2104. Hann hevði eitt frálíkt ár við ÍF í 2013, men er síðani fluttur niður, har hann spælir við Fremad Amager. Hann er skiftur inn onkrar dystir og hevur neyðugu styrkina at spæla í triðj bestu deilini í Danmark. Tað er torført at meta um møguleikarnar hjá honum í 2015. Hann hevur ikki verið landsliðsaktuellur enn, men kanska eitt gjøgnumbrot í donskum fótbólti kann gera munin. Daniel Udsen Felag: FC Helsingør Pláss: Miðvallari Daniel Udsen er dottin úr lands­ liðskikarinum, eftir at hann var millum teir, ið Lars Olsen tóktist hava stórt álit á. Hann spælir í dag í FC Helsingøri trið bestu deildini í Danmark. Daniel Udsen hevur spælt 13 dystir fyri føroyska landsliðið, men um ikki hann ger okkurt um seg í 2015, so verður torført hjá honum at leggja nakran dyst afturat í komandi árinum. Teitur M. Gestsson Felag: HB Pláss: Málverji Teitur M. Gestsson hevur yvir tvey tey seinastu árini prógvað seg sum nummar tvey á landsliðnum, a f t a n ­f y r i Gunnar Nielsen. Mun­urin teirra millum mink­ar, so hvørt Gunnar situr á bonk­ inum í Motherwell, meðan Teitur spælir væl. Næsta stigi hjá Teiti er at fáa fulltíðarsáttmála uttanfyri Føroyar. Hetta verður tað arbeitt við í løtuni, men enn fyriliggur einki skifti. Av tí saman ber illa til at siga, hvørji líkindi Teitur hevur í einum møguligum útlendsum felagi. Ikki annað enn, at tað Teitur hevur evnini at royna seg sum yrkisfótbóltsspælari. Teitur hevur sáttmála við HB fyri komandi kappingarár. Heini Vatnsdal Felag: HB Pláss: Miðvallari Heini hevur boðað frá, at hann ætlar sær at spæla fótbólt í Danmark í 2015. Hann hevur í eina tíð vant við millum annð Brønshøj. Hann hevur eins og Teitur sáttmála við HB í 2015, men um eina loysn verður funnin, so ber til at Heini spælir í Danmark í 2015. Fyrr enn tað fyriliggur hvørjum felagi hann skal spæla við, so ber ikki til at gera eina meting. trondur@sosialurin.fo