Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ingolf S. Olsen – PRESS Seinastu skjótt 12 árini hevur Ellind Danielsen í Havn verið útróðrarmaður burturav. Honum dámar eisini stak væl frælsa útróðrarlívið, har tað bert eru hann sjálvur og veðurgudarnar, ið gera av, hvussu nógv skal leggjast fyri. Fyrr sigldi hann við størri skipum, men ein skaði ger, at hann illa fær fótað sær og arbeitt í rulli umborð á størri skipum í dag. Men tað gongur ólíka betur við tí umborð á Vesturhavinum, hansara 28 fót Starlet glastrevjabáti, tí har er so passaliga trongt, at hann altíð onkursvegna fær skorað seg av. Vesturhavið hevur fiski­ loyvi í bólki 5A, tað eru full­ tiknir útróðrarbátar undir 15 tons. Men Ellind Danielsen held­ur, at hann fær alt ov lítið burturúr, tá hann selur sína veiðu, sum ongantíð er eldri enn daggomul. Og høvuðsorsøkin er, at Føroya Fiskamarknaður hevur sett tvey tons – 4000 pund – sum minstamark fyri at sleppa at selja á dagligu tele­fon­ upp­boðssøluni, har prís­urin gjøg­numgangandi er væl betri enn á gólv­upp­boðs­ søluni. Órættvíst Ellind Danielsen setur van­ liga 24 stampar á 300 húkar, og sum fiskaríið hevur verið hesi seinastu nógvu árini er tað sjáldsamt at fáa 4000 pund ella meira á so stuttari línu. – Eg haldi, at eg tríggjar ferðir havi havt so mikið, at eg havi kunnað selt á tele­ fon­upp­boðs­søluni. Eg kenni tað órætt­víst, tí prís­urin er væl hægri á tele­fon­upp­ boðs­søluni. Tá eg og aðrir selja á góvluppboðssøluni, hava virkini tryggjað sær tann fiskin, tey skulu hava, á telefon­upp­boðs­søluni, so áhugin at keypa á gólvinum er væl minni og harvið eisini prís­urin, sigur hann. Í aðrari grein her á síð­ unum sigur stjórin í Fiska­ markn­aði Føroya, at nógv størri umsiting er av telefon­ upp­boðssøluni samanborið við gólvuppboðssøluna, og at tað er orsøkin til, at tey hava sett minstamark á veiðu­ nøgd­ina, ið kann seljast um tele­fon­uppboðssøluna. Sam­ bært honum er tað vanligt við 30-40 sølum undir 4000 pund ein dag, og tá tað hevur verið mest, hevur talið kvinkað upp ímóti teimum 70. 29 bátar Hesi tøl heldur Ellind Dan­ ielsen vera uppskrúvað. Útróðrarmaðurin Ellind Danielsen kann skjalprógva, at hann í miðal missir eina krónu fyri hvørt kilo, hann selir umvegis Fiskamarknað Føroya, tí hann sleppur ikki at selja um telefonuppbossøluna. Teir smáu útróðrarbátarnir fáa ongar sømdir, sigur hann. Hann fýlist eisini á, at keypararnir sleppa at gera av, hvørjar prísupplýsingar Fiskamarknaðurin almannakunnger smásølur fyri vanbýti Útróðrarmenn