mánadagur 12. januar 2015síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Eg havi ilt við at síggja,
at talið av sølum undir 4000
pund skuldi skapt nakran
umsitingarruðuleika á tele
fonuppboðssøluni,
um
minstamarkið
varð
tikið
burtur, tí so nógvar sølur
hevði talan heldur ikki verið
um. Eg veit ikki, hvar stjórin
á Fiskamarknaðinum fær
allar hasar smásølurnar frá,
tí tá tær ikki eru á telefon
uppboðssøluni, máttu tær
allar verið á gólvinum, men
har eru ikki serliga nógvar
sølur undir 4000 pund frá
einstøkum bátum. Tað eru
bara 29 fulltiknir útróðrar
bátar tilsamans í bólki 5A,
so eg trúgvi onki uppá, at vit
skulu kunna koppa nakrari
umsiting, sigur hann.
Missir 50.000
Hansara avrokningar vísa, at
hann gjøgnumgangandi fær
umleið eina krónu minni fyri
kilo, enn hann hevði fingið,
um hann slapp at selja um
telefonuppboðssøluna.
– Fyri meg merkir prís
munurin, at eg missi umleið
50.000 krónur netto um árið
í inntøku, og tað eru nógvir
pengar hjá mær, sigur Ellind
Danielsen.
Eitt er, at hann ikki slepp
ur at selja á telefonupp
boðssøluni og tí má taka
til takkar við einum lægri
miðalprísi, eitt annað, sum
hann argast stórliga inn á, er
vantandi gjøgnumskygnið á
uppboðssøluni.
Avtalað spæl
– Umframt miðalprísin áttu
bæði hægsti og minsti prísur
at ligið alment atkomilig
á heimasíðuni hjá Fiska
marknaði Føroya og ikki sum
nú bara á kundaportalinum,
har tú skalt vera skrásettur
brúkari. Eg veit, at orsøkin
til hetta er, at keypararnir
ikki vilja hava hesi tølini at
liggja alment frammi. Men eg
haldi bara, at tað er nógv fyri,
at so stór atlit skulu takast
til keypararnar, meðan vit
útróðarmenn mugu standa
við hattinum í hondini og
ikki sleppa at selja, har besti
prísurin fæst, sigur Ellind
Danielsen.
– Alt verður stýrt av
keyparunum, og tú skalt
ikki sita leingi og fylgja við
í uppboðssøluni fyri at av
dúka, at teir avtala gongdina
sínamillum. Tað hevði slopp
ist undan hesum, um sølan
var anonymiserað soleiðis,
at hvør einstakur keypari
ikki visti, hvør bjóðaði ímóti
honum, men hesum vilja teir
heldur ikki hoyra taling um,
sigur hann.
smásølur fyri vanbýti
Ellind Danielsen plagar at hava 24 stampar á 300 húkar við, tá hann fer til
útróðrar við sínum 28 fót Starlet glastrevjabáti, sum ber navnið Vesturhavið
Ein skaði ger, at Ellind
Danielsen illa fær fótað
sær umborð á størri
skipum í rulli, men
umborð á Vesturhavinum
er so passaliga trongt,
at hann altíð fær skorað
seg av onkursvegna
Ellindur Danielsen
sleppur ikki á
telefonuppboðssøluna
og má tí taka til takkar
við lægra prísinum á
gólvuppboðssøluni. - Fyri
meg merkir prísmunurin,
at eg missi umleið
50.000 krónur netto
um árið í inntøku, og
tað eru nógvir pengar
hjá mær, sigur hann
Ellind Danielsen fylgir
væl við, hvat hendir á
Fiskamarknaðinum og
argast um støðuna. -
Alt verður stýrt av
keyparunum, og tú skalt
ikki sita leingi og fylgja
við í uppboðssøluni
fyri at avdúka, at
teir avtala gongdina
sínamillum, sigur hann
n við sviðusoð