mánadagur 12. januar 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
smásølur fyri vanbýti
Tað er nógv størri umsiting av telefonuppboðssøluni, og tað er orsøkin til, at minstamark er
sett á nøgdirnar, sum kunnu seljast um hana. Men á Fiskamarknaði Føroya eru tey altíð til
reiðar at endurskoða skipanirnar, um tørvur er á tí, sigur Høgni Hansen, stjóri. Hann ásannar,
at prísurin á telefonuppboðssøluni gjøgnumgangandi er betri enn á gólvuppboðssøluni
Størri umsiting
av telefonsøluni
Ingolf S. Olsen – PRESS
Høgni Hansen, stjóri á Fiska
marknaði Føroya, ásannar,
at tað oftast loysir seg betri
hjá bátum at selja fiskin á
telefonuppboðssøluni enn á
gólvuppboðssøluni, tí prísur
in gjøgnumgangandi er betri
á telfonuppboðssøluni.
– Tað er hann, men tað eru
ymiskar orsøkir til, at smáu
útróðrarbátarnir ofta fáa ein
verri prís. Keypararnir vita, at
hesir oftast fiska innarlaga,
har fiskurin ofta er rakari
og verri fyri, og har kann
hann eisini vera fongdur
við sandmaðki. Eisini er ofta
bara ein maður við teimum
smáu bátunum at taka sær
av øllum arbeiðnum, og tað
kann sjálvsagt eisini ávirka
góðskuna, tí á teimum størru
bátunum við fleiri monnum
verður fiskurin blóðgaður
beinanvegin og lagdur í ís
vatn at bløða, sigur hann.
Høgni Hansen leggur tó
dent á, at tað sanniliga eisini
eru menn, sum rógva út
einsamallir, men sum kortini
hava sera góða góðsku á fisk
inum.
Krevjandi umsiting
Stjórin á Fiskamarknaðinum
skilir væl, at smáu útróðrar
bátarnir, ið sjáldan klára upp
um minstamarkið á 4000
pund, kunnu kenna seg fyri
mismuni, tá teir ikki sleppa at
selja á telefonuppboðssøluni,
har teir síggja, at prísurin
ofta er betri.
Onki
minstamark
er
ásett í reglugerðini fyri upp
boðssølur, so tað er Fiska
marknaður
Føroya,
sum
sjálvur hevur ásett markið.
– Orsøkin er einfalt tann,
at tað er so nógv meira um
siting tengd at telefonupp
boðssøluni samanborið við
gólvuppboðssøluna. Tað er
ikki bara størri umsiting fyri
okkum, men eisini fyri land
ingarmiðstøðirnar. Hvør ein
asta telefonsøla skal gerast
upp og fakturerast fyri seg,
meðan øll gólvsølan fer á ein
faktura. Vit hava upplivað,
at útvið 70 sølur onkran dag
hava verið niðanfyri 4000
pund. Tað er tó óvanligt,
men 30-40 sovorðnar sølur
er ikki óvanligt. Tað er greitt,
at umsitingin hevði verið
ógvuliga stór, um allar hesar
sølurnar skuldu farið um
telefonuppboðssøluna,
og
við verandi manning høvdu
vit als ikki klárað at tasta
alt inn og avgreitt sølurnar,
sigur Høgni Hansen.
Endurskoðan
Hann vísir aftur, at virkini
bara keypa tað, tey skulu
hava, á telefonuppboðssøluni,
og at minni eftirspurningur
tískil hálar prísin niður á
gólvuppboðssøluni.
– Tað er rætt, at keypar
arnir kunnu vera taktiskir,
tá teir keypa, men telefon
uppboðssølan og gólvupp
boðssølan fara fram í senn,
og ongin munur er á eftir
spurninginum, sigur Høgni
Hansen.
Hann leggur annars dent
á, at Fiskamarknaður Føroya
altíð er til at tosa við, og at
um stór ónøgd er við onkra
skipan, so eru tey til reiðar at
endurskoða hana.
– Men vit eru framman
undan rættiliga smidlig og
hyggja ikki so fýrakantað
upp á allar reglurnar. Um til
dømis ein bátur hevur minni
enn 4000 pund, men ikki
nær til lands nóg stundis
liga til at vera við á gólvupp
boðssøluni ein fríggjadag,
so sleppur hann at selja á
telefonuppboðssøluni, sigur
Høgni Hansen.
Hann ásannar, at tað er
eftir ynski frá keyparunum,
at hægstu og minstu prísirnir
ikki liggja alment frammi,
men bert eru tøkir hjá skrá
settum brúkarum.
– Onkuntíð hava allir prís
irnir ligið alment frammi á
heimasíðuni, men hesum
hava keypararnir sett seg
upp ímóti, sigur Høgni Han
sen.
Betri fiskiskapur og betri
prísur hava merkt, at 2014
hóast eitt lítið undirskot fer
at roynast munandi betri
enn 2013 hjá Fiskamarknaði
Føroya, tá uppboðssølufyri
tøkan hevði eitt hall á hálva
aðru millión krónur.
Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, ásannar at prísurin er betri
á telefonuppboðssøluni enn á gólvuppboðssøluni. Men minstamarkið
fyri veiðunøgd er ásett, tí nógv meira arbeiði er av telefonuppboðssøluni
bæði hjá Fiskamarknaði Føroya og hjá landingarmiðstøðunum
Prísirnir á Fiskamarknaði Føroya á Toftum eru gjøgnumgangandi betri á telefonuppboðssøluni enn á gólvuppboðssøluni. Higartil í ár hevur
prísurin á toski verið hin sami á báðum uppboðssølunum, meðan hýsan hevur havt betri prís á telefonuppboðssøluni