Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Aftur hesaferð eru Føroyar við á lista yvir viðmæld ferða­ mál. Viðurkenda tíðindaritið New York Times hava sett saman ein lista av 52 støðum, ið eru verd at vitja í 2015, og Føroyar koma á 9. plássi á listanum. Stubbaskrivarin hjá New York Times leggur mest dent á føroyska matin, og dreg­ur millum annað fram mat­stov­ urnar Koks, Áarstova, Bar­ bara og Etika. Súsanna Sørensen, markn­aðarleiðari á Visit Faroe Islands, er sera fegin um, at síggja Føroyar á enn ein­um tílíkum lista. – Føroyar verða nevndar á øllum møguligum listum í løtuni, og tað er øll orsøk av fegnast um tað. Hetta vísir, at arbeiði okkara við fjølmiðlum úti í heimi, gevur úrslit, sigur Súsanna Sørensen. Visit Faroe Islands fæst í stóran mun við markn­ aðar­føring av Føroyum í út­londum, og samskifti við útlendskar miðlar er, sum vera man, ein týdn­ ingar­mikil partur av hesum arbeiðinum. – At vera við á slíkum list­ um hevur stóran týdning fyri víðari marknaðarføring av Føroyum sum ferðamál. Tað er ikki víst, at so nógv ferðafólk koma til Føroya her og nú, sum beinleiðis úrslit av hasum listanum, men vit nýta sjálvandi hand­ an listan í okkara víðari marknaðarføring, sigur Sú­ sanna Sørensen. – Eingin ivi er um, at fólk hyggja at slíkum listum og leggja til merkis nøvnini á teimum. Harumframt eru aðrir fjølmiðlar raskir at endurgeva slíkar listar, sum so spreiða seg sum ringar í vatninum, sigur hon og vísir á, at listin hjá New York Times longu er endurgivin í fleiri øðrum stórum miðlum, millum annað Yahoo Travel. – Hvørja ferð tílíkir listar verða gjørdir, verða teir eisini deildir á Facebook, og soleiðis spjaða tíðindini seg um Føroyar sum ferðamál um allan heim, nógv longri enn hvat New York Times ella CNN ella hvør tað nú er, sum hevur gjørt listan, røkka, sigur Súsanna Sørensen. Hon greiðir frá, at har­ næst hava slíkir listar stóran týdning í tí víðari markn­ aðarføringini hjá Visit Faroe Islands. – Ein slíkan lista kunnu vit jú nýta í okkara mark­ naðarføring fyri øðrum ferðaskrivstovum í øllum førum alt hetta árið. Tíðindini um, at National Geographic Traveler setti Føroyar ovast á listan yvir ferðamál at vitja í 2007, nýta vit enn dúgliga, so leingi, sum National Geographic ikki hevur gjørt ein nýggjan lista. National Geographic eru tó komnir við einum nýggjum, eitt sindur øðrvísi lista í 2015, men honum eru Føroyar eisini á, gleðist Súsanna Sørensen um. Marknaðarføringin hjá Visit Faroe Islands hevur í stóran mun snúð seg um sólarmyrkingina 20. mars, men eisini leggja tey dent á mentanartiltøk og mat­ mentanina í Føroyum – Í nógvum av greinunum, vit síggja í útlendskum miðlum, eru orðingar, sum vit kenna aftur frá okkara marknaðarføring, sum er enn eitt dømi um, at arbeiði gevur úrslit, sigur Súsanna Sørensen at enda. Arbeiðið gevur úrslit Á Visit Faroe Islands fegnast tey um, at miðvísa arbeiðið við at náa útlendskar fjølmiðlar, gevur úrslit. Aftur í síðstu viku eru Føroyar nevndar á einum lista yvir ferðamál, ein eigur at vitja komandi ár tíðindi Súsanna Sørensen, markn­aðarleiðari á Visit Faroe Islands Marknaðarføringin hjá Visit Faroe Islands hevur í stóran mun snúð seg um sólarmyrkingina 20. Mars, men eisini leggja tey dent á mentanartiltøk og mat­ mentanina í Føroyum. Myndirnar eru frá Matstovuni Koks