Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 úr tinginum Landsstýrismaðurin vil hava fulla ábyrgd av útreiðslunum Landsstýrismaðurin við heilsumálum vil hava størri ávirkan á, hvat tað almenna skal gjalda fyri av serviðgerðum í heilsuverkinum Árni Gregersen Landsstýrismaðurin við heilsumálum vil nú hava meira tamarhald á teimum al­mennu útreiðslunum, sum standast av, at borgarar verða vístir til serlæknar ella ser­fakfólk á heilsuøkinum. Eitt lógaruppskot, sum skal broyta lógina um al­ menna heilsutrygd, er í løt­ uni til viðgerðar í trivn­aðar­ nevndini hjá Løg­tinginum. Landsstýrismaðurin við heilsumálum, Karsten Han­ sen, Miðflokkurin, hevur lagt uppskotið fram. Í viðmerkingunum verður fyrst og fremst víst á, at tá ið nú landsstýrismaðurin við heilsu­málum hevur ábyrgd­ ina á økinum, so eigur hann eisini at hava avgerðina: – Síðani lógin um almenna heilsutrygd varð sett í gildi, hevur tað víst seg, at hóast landsstýrismaðurin nú hev­ ur fingið evstu ábyrgdina av økinum, hevur hann ikki nøktandi heimildir til at kunna stýra tí. Henda støða er ikki haldbar. Tørvur er tí á at broyta viðkomandi áset­ ingar í lógini um al­menna heilsutrygd, so lands­stýris­ maðurin fær neyðug stýr­ ings­amboð og harvið fær útvega sær tær heimildir, sum tørvur er á, til tess at kunna stýra økinum. Gjald fyri viðgerð Broytingarnar í lógini um heilsutrygd eru ætlaðar sum eitt amboð at fáa tamar­hald á útreiðslunum í heilsu­verk­ inum. Í viðmerkingunum til upp­skotið verður ferð eftir ferð víst á, at sáttmálar við fak­bólkar eru gjørdir við onn­ur enn tey, sum skulu gjalda. Millum annað vil lands­ stýrismaðurin hava, at tað ikki stendur “verður veitt gjald” til “kann verða veitt gjald”. Hetta kemst av, at tað verð­ur talan um tær við­ ger­ðir, sum avtalað verður gjørd um at veita, heldur enn tær viðgerðir, sum heilsu­ starvsfólk kunnu fremja. Á henda hátt ber til at stýra, hvørjar viðgerðir Heilsutrygd skal gjalda ískoyti fyri, og tað fer tá at bera til at stýra út­ reiðslugongdini á økinum. Kemur lógarbroytingin ígjøgnum, so hevur hetta við sær, at landið fer at rinda ískoyti til ein aprt av við­ gerðini – ikki til alla viðgerð, sum fakfólkini megna at geva. Treytir Ein onnur grundgeving fyri at broyta lógina er, at viðhvørt hevur landsstýrismaðurin við heilsumálum avmarkaðar møguleikar at seta treytir fyri, hvat tað almenna vil gjalda fyri og í øðrum førum hevur landsstýrismaðurin als ikki heimild at seta treytir. Í grein 4 í galdandi lóg stend­ur, at “allir persónar, sum lúka treytirnar í lóg­ini, hava, eftir ávísing frá komm­ unu­lækna, rætt til ókeypis læknahjálp hjá serlækna, ið er fevndur av sáttmála við Heilsutrygd.” Serlæknafelag Føroya hev­ur sáttmála við fíggjar­ mála­ráðið. Tað er í hesum sátt­mála tað stendur, hvat Heilsu­trygd skal rinda ser­ læknunum fyri. Sama ger seg galdandi, tá ið talan er um ávísingar til onnur fakfólk innan heilsu. Lógin ger ongan skilnað á, um tað eru ávísar viðgerðir tað almenna skal gjalda fyri ella gjaldast fyri allar við­gerðir, sum viðkomandi fakfólk kunnu geva. Uppskotið hevur fing­ið 1. viðgerð og er nú í trivn­ aðarnevndini til viðgerðar. Føroyskir Sálarfrøðingar hava sum er sáttmála, sum er gjørdur við fíggjar­ málaráðið. Í hoyringsskrivi, sum felagið hevur sent lands­ stýrismanninum við heilsu­ málum, vísa tey á hend­an sáttmála og halda ikki, at neyðugt er at gera broyt­ ingar. Í broygingaruppskot­ in­um verður víst á, at tað almenna ikki skal gjalda fyri allar viðgerðir, sum heilsufakbólkurin megnar at geva, men bert fyri ta viðgerð, sum er avtalað. Føroyskir Sálafrøðingar siga í viðmerkingunum til uppskotið, at tað er torført at síggja, hvørjar førleikar landsstýrismaðurin hevur at siga, hvørji sløg av við­ gerðum, sjúklingurin eigur at fáa. – Kann hetta vera ein byrjan til, at politikarar skulu blanda seg uppí, hvørj­ar arbeiðshættir fak­ fólk brúka í teirra viðgerð, spyr Tóra Petersen, sálar­ frøð­ingur v e g n a felagið Før­oyskir Sálafrøðingar S á l a r f r ø ð i n g a r n i r spyrja um tey hava yvir­ tolk­að ætlanina við lógar­ broyt­ingini, tí vanligt er, at fakfólk sleppa at brúka egnar “metodur” uttan at aðrir myndugleikar leggja seg útí tað. Ov dýrt Eisini felagið hjá fysio­tera­ peutunum hevur gjørt við­ merkignar til uppskotið hjá landsstýrismanninum við heilsmálum. Tey vísa á, at nógv fólk longu nú gjalda ein stóran aprt av viðgerðini sjálvi og skal egingjaldið upp, so eru tað nógv sum ikki hava fíggjarligar førleikar at gera brúk av tí tænastu, fysioterapeutrar veita. Tí mælir Augusta Mikkel­ sen vegna felagið til, at tekst­broytingin um “ at gjald kann verða veitt” verður tikin úr aftur uppskotinum til broytingarnar í lógini um heilsutrygd, sum júst nú fær viðgerð í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum. Ynskja ikki broytingar í verandi sáttmála Felagið hjá sálarfrøðingum heldur, at sáttmálin við fíggjarmálið er góður nokk og hevur ikki tørv á broytingum Karsten Hansen, landsstýrismaður, vil hava tamarhald á útreiðslunum hjá Heilsutrygd Tóra Petersen, sálarfrøðingur, vónar at tey hava yvirtølkað uppskotið til broytingar í lógini Broytingarnar í lógini um heilsutrygd eru ætlaðar sum eitt amboð at fáa tamar­hald á útreiðslunum í heilsu­verk­inum