Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barbara Holm Óli P. er kendur fyri sínar tekn­ingar í Sosialinum og Dimma­lætting, og nú á portal.fo. Óli er helst tann einasti, sum javnan og yvir longri tíð hevur viðgjørt før­ oyska samfelagið gjøgn­um satiriskar tekningar. Hann hevur í mong ár við kritisk­ um eyga lýst sam­felags­ spurn­ingar gjøgnum sínar tekn­ingar, og júst hetta er ein umráðandi partur av fólka­ ræðinum, heldur teknarin. Nú hendingarnar í Paris hava birt eitt kjak í Norður­ lond­um um týdningin av talu og skrivifrælsi, er Óli P. samdur við teimum odda­ grein­um, sum eru at síggja aðra­staðni her í blaðnum. – Tá vit byrja at seta spurnar­tekin við um tað er rætt at viðgera átrúnað í miðla­høpi, tá eru vit í ferð við at víkja fyri teimum, sum ynskja at beina fyri talu og skrivi­frælsinum. Besta dømi um, at tað er neyðugt at við­ gera átrúna er júst tað, sum hendir nú í londunum kring okkum, sigur Óli P. Hann vísur á, at vit ongan­tíð skulu lata okkum kúga, tá ið onnur royna at av­ gera hvat sigast kann og ikki. – Hvør skal avgera hvat kann sigast og hvat kann við­gerast, spyr teknarin, sum ikki heldur, at fleirmentað lond skulu skerja talufrælsi orsaka av átrúnaðarligum orrustum. Satira fer beint inn Meðan vanligur jornalistikk­ ur hevur fleiri leiðreglur at halda seg til, so hevur satiran fríari ræsur, og kann kóka ein truplan spurning niður í eina mynd. – Satiran kann so óluk­ sáliga nógv, sum vanligur journa­listikkur ikki kann. Satira er skjót, slær teg beint í heysin, og fangar teg bein­ an vegin. Tað er stutt og bein­ raki, og hevur helst okkurt gull­korn í, sum fólk kunnu taka við sær, sigur Óli P. Hann vísur tó eisini á, at satirutekningar kunnu vera fýrkantaðar og einsíðugar. – Tað er ikki nøkur vís­und handan tað, sum ein satiru­ tekning sigur. Men eg haldi føroyingar duga væl at skilja satirutekningar. Føroyingar eru speiskir og satiriskir av lyndi, og skilja væl, at ein satirutekning er einsíðug, sigur Óli P. Sjálvsensurur er allastaðni Kjakið í fleirmentaðu lond­ unum kring okkum er í hes­ um døgum merkt av einum fremmandaótta, og einum ótta fyri, at yvirgangurin á Charlie Hebdo fer at føra við sær, at satiruteknarar og miðlafólk sum heild fara at halda aftur og frávelja at við­ gera spurningar, sum hava við átrúna at gera. Tað er av góðum grundum ikki ein eins viðkomandi spurn­ingur í Føroyum, sum enn ikki kann rópa seg fyri eitt veru­ ligt fleirmentað samfelag. Men tað merkir ikki, at sjálvs­ensurur ikki kemur fyri í Føroyum, heldur Óli P. – Tað er sjálvsensurur í øllum mentanum, og tað er tað eisini í Føroyum. Eg haldi tó vit eru blivin betri sein­astu árini til at viðgera tabu evnið, sum vit annars áður hava tagt burtur, vísur Óli P. á. Tað er tó givið, at ein tann fremsta upp­gávan hjá miðlum í dag er at viðgera truplar samfelags­spurn­ing­ ar, og ikki venda blinda eyga til evni, sum eru viðkvom. Firtin annan mans vegna Tá ið Óli byrjaði at tekna satiriskar tekningar var ein ávís mótstøðu at finna. Men tað var ongantíð tey, sum tekningin snúði seg um, sum vóru firtin. – Tað vóru ikki politik­ar­ ar­nir, sum tóku tað illa upp. Tað vóru tey, sum á onkran hátt kendi seg knýttan at einum politikara ella einum flokki, sum vóru ónøgd teirra vegna, sigur Óli P. Yvirhøvur heldur Óli P. lítið um at vera firtin ann­ an mans vegna, tí tað kem­ ur lítið burturúr tí. Tó er hend­an ónøgdin langt síðani horv­in, tí nú eru føroyingar vanir við hvassa pennin og gløggu eygleiðingarnar frá Óla P. barbara@sosialurin.fo – Eingin hevur nakrantíð hótt meg eftir lívinum, og so langt frá tí. Tað var tó ein tíð, tá ið fólk fingu táknir av tí eg viðgjørdi, men eg haldi ikki tað er so longur, sigur Óli P., Føroya virknasti satiruteknari Talufrælsi Óli P. Eingin hóttan móti talufrælsinum í Føroyum