Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4 Talufrælsi fræls­inum í sam­felagnum, og tí fara teir ongantíð at skerja talu og skrivi­frælsi. Men tað er ikki óhugsandi, at komið verður fram til, at niður­brótandi útsagnir, sum elva til ruðuleika og spjaðing í sam­felagnum, skulu um­ hugs­ast at nýggjum. Tað er givið, at eftir yvir­ gangin í Fraklandi eru nógv kjak frammi í franska sam­ felag­num um hvussu fram­ tíðar samfelagið skal skipast á bestan hátt. – Hvussu sleppa vit undan harðskapi og yvir­gangs­at­ sóknum. Hvat hava vit gjørt ov lítið við, hvar hava vit mis­tikið okkum. Hvussu, nær, hvar og av hvørjum vóru yvir­gangsmenninir heila­vaskaðir til at fremja yvirgangin. Megna vit ikki at uppala og skúla okkara ung­dóm frægari enn at slíkt kann henda. Eru partar av sam­felagnum marginali­ser­ aðir so nógv, at slík atferð tekur seg upp. Hesir eru spurn­ingarnir, sum frak­lend­ ingar í dag viðgerða, vísur Róland í Skorini á. Og samstundis eru hetta spurningar, sum fleiri vestur­ lendsk samfeløg hava í dag. Men spurningarnir eru ikki einfaldir at svara, og givið er, at franska samfelagið og vestur­lond fara komandi tíð­ina at royna at finna fram til, hvussu best er at fara fram eftir yvirgangin móti Charlie Hebdo. Róland í Skorini vísur á, at frans­ menn nú eru endaðir í ein­ari óloysiligari støðu, tí með­ an framsagnarfrælsi hevur so stóran týdning fyri tað fólkaræðisliga sam­felag­ið, so er nú greitt, at júst sama frælsi hevur elvt til yvirgang og ruðuleika í sam­felag­num. Givið er, at franska sam­ felag­ið er broytt eftir hesa hending, og spurn­ing­urin er hvussu framtíðar franska sam­felagið fer at inn­rætta seg. barbara@sosialurin.fo