mánadagur 12. januar 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Opið bræv til Sosialin
Heri Mohr
Fyrst: Gott nýggjár og takk
fyri samstarvið í árinum,
sum legði árarnar inn fyri
nøkrum døgum síðani.
Fyri góðum mánaði síð
ani sendi eg Sosialinum eitt
lesarabræv. Blaðstjórnin hev
ur váttað í telefonini, at tað
ongantíð kom í blaðið. Hví,
veit eg ikki.
Lesarabrævið, sum nú
kanska hevur mist sín aktu
alitet, ljóðaði so:
”Í hesum døgum hava
okkara fjølmiðlar við barns
ligum stoltleika kunngjørt,
at tann stóri bankatoskurin,
sum svimur á Føroyabanka,
er onga aðrastaðni á jørðini!
Stórtíðindi, sum tá ið vit
vinna fótbóltsdyst aðrastaðni
á jørðini.
Sum hálvvaksin fingu vit
at vita, at toskurin í havinum
um Føroyar er støðufastur. Í
øldir var hann álitið hjá okk
ara forfedrum.
Í
1880-unum
skrivaði
annar abbi mín upp umleið
100 navngivin mið og ýti
í Nólsoyarfirði og eystan
fyri og sunnan fyri oynna.
Hetta var spískamarið hjá
havnarfólki og nólsoyingum.
Stórur bankatoskur gjørdi
reglulig rend inn í Nólsoyar
fjørð. Hann kom ætlandi
av Føroyabanka og øðrum
bankum.
Hesin annars so fiskaríki
Føroyabanki gjørdist so líð
andi fiskafátækur orsakað
av ránsveiðu við troli og
gørnum. Fyri at bjarga toska
stovninum og botninum á
Føroyabanka undan glatan
bannaði
løgtingið
fyri
nøkrum árum síðani øllum
fiskiskapi, líka mikið hvørj
um, á Føroyabanka. Sjálv
andi var tað fram um alt
ránsveiðuna og umhvørvið,
løgtingið hugsaði um.
Í fjør gav fikimálaráðið
VØRN heimild at veita ávís
um bátum loyvi at royna á
Føroyabanka við snellu, snøri
ella tráðu til 31. august 2014.
Í okkara almenna sjónvarpi
sóu vit fyri nøkrum døgum
síðani, at tað almenna skipið
”Magnus Heinason” trolaði
inni á Føroyabanka. Vit fingu
eisini at vita, at hetta hevði
skipið, við fólki í almennari
tænastu, gjørt regluliga eina
tíð. Kanska nøkur ár?
Altso: Hóast totalfriðing
fyri ránsveiðu verður reglu
liga trolað inni á umrødda
banka!
Hendan ólógliga troling
in er kanska ikki fiskiskap
ur
í
vanligum
týdningi.
Hetta er gransking og, sum
tað framgekk av sjónvarps
sendingini, á høgum vís
indaligum støði. Tey, sum
vóru á skerminum, gingu øll
í hvítum, átøk serlæknum
á skurðstovu við pinsett og
øðrum granskingaramboðum
í hendi.
Hetta eigur sjálvandi at
verða tikið í stórum álva
ra, tí endamálið við slíkum
vísindaligum
kanningum
er at vita, hvussu banka
toskinum veit við. Um hann
kanska er sjúkur. Um stovn
urin er í menning ella ikki.
Um hann fær nóg mikið at
liva av. Um botnurin hevur
fingið varandi mein ella ikki.
Hóast hetta rennur ein
býttlingasøga okkum í hug:
Seks molbúgvar kleyra inni
á kornveltuni við bóndanum,
ið eigur veltuna, sitandi á ein
um gomlum portri. Hesir sjey
skulu reka ein einsamallan
stork burtur úr veltuni, tí
hann, storkurin, var ein hótt
an móti tí, sum bóndin skuldi
heysta.
Palleba og Marsanna – als
ikki frøðingar ella vísinda
fólk – eru av teirri áskoðan,
at royndartrolingin á Før
oyabanka er ránsveiða í
vanligum týdningi og má
tessvegna
halda
uppat.
Sjúklingurin – Føroyabanki
– krevur avgjørdan frið og
skynsama røkt!
Tað vísindaliga arbeiðið
á umrødda banka við troli
– hetta kann sammetast við
søguna um molbúgvarnar
– má beinan vegin broytast
til royndarveiðu við snellu,
snøri ella tráðu. Kanningar
á botninum skulu sjálvandi
fremjast á skilagóðan hátt.
Fiskurin og botnurin á
Føroyabanka mugu fáa frið
eins og aðrir sjúklingar.
Tey bæði, Palleba og Mar
sanna, halda eisini, at botn
urin saktans kundi verið
kannaður við súgving, mikro
fotografering og øðrum fram
komnum amboðum, sum tey
annars halda seg ikki hava
skil fyri.
Tey vóna sjálvandi, at Før
oyabanki aftur verður sum í
gomlum døgum, tá ið okkara
forfedrar við ár í hond og
snøri í bátinum á veg út á
havmið bóðu innantanna
”gev okkum í dag okkara
dagliga breyð.” Hóast slíkir
dreymar um farna tíð –
kensluborið nostalgi – valla
gerast veruleiki. Tað mugu
tey bæði tola.
Múgvandi í Japan og
øðrum londum og matstov
urnar í Føroyum kunnu
vónandi,
sum
frá
líður,
borðreiða sjáldsama góðan
føroyabankatosk,
drignan
við snellu, snøri ella tráðu:
”Deep-sea hand-catch from
the North Atlantic Ocean.”
Hatta var so lesarabrævið,
sum ikki kom í blaðið.
******
Post scriptum.
Føroyagrunnurin og býurin
Atlantis:
So er søgn, at Føroyar liggja
norður har í Atlants havi,
hvar í fyrndini lógu hini
skaldadroymdu lond,
og prestinnan av Atlantis,
klædd í landnyrðingi og
glaðu,
mánableikar nætur rættir út
sína hvítu hond.
So er søgn, at teir, sum
síggja prestinnu av Atlantis,
henni fylgja til dýpsins bláu
dreymahallar heim,
og hon brosar teir í blund og
teir kransar við Eranthis,
meðan næstrafólk og
frændur gráta og syrgja yvir
teim.
Við hesum báðum ørindum,
av seks, úr yrkingini Atlantis
lýsir Janus Djurhuus ”við
ókøvandi yndi til Føroyar
eina máttmikla sjón, manað
fram í einum hugtakandi
ljóðlagi, sterkt sum havsins
bylgjandi andadráttur og við
myndum, ið brenna seg inn
í hugan.” – Nakað soleiðis
skrivaði Richard Long um
málmríka
kvæði
Janusar
um Atlantis og prestinnuna,
føgur eins og Brynhild Buðla
dóttir.
********
Pasiphae prestinna
av Atlantis ráddi á
marmorborg.
Har valdar nú deyði og sorg.
Lemmar og posar sorla og
morla;
vísmenn granska á
kvøldi og morgni árla.
Tó; - aðrir vísmenn enn teir i
Betlehem á sinni:
við stjørnugransking teir
funnu barnið í fjósi inni.
********
Óhugni á Føroyabanka
Í apríl mð. 1990 var John
Smith, sáli – svorin fíggindi av
ránsveiðu við troli og gørnum
– á línuveiðu á Føroyabanka.
Við 3x38.000 húkum í 3x24
tímar var veiðan 3.400 kg.
Av veiðuni vóru 70 til 80%
í so syndarligum standi,
at fiskurin als ikki kundi
brúkast til mannaføði og
tessvegna ikki skikkaður til
sølu á marknaðinum. Takk
að verið ránsveiðu illa við
farnum fiski.
Skrivaði John Smith í
1992.
Hann prógvaði óhugnan
við fotomyndum.
Refleksiónir
1. Tá ið ríkiskassans endur
gjøld til landskassan vórðu
broytt til ríkiskassablokk 1.
januar 1988, komu 10 milliónir
í løgtingsins fíggjarlóg oyra
merktar til heilsuverkið (§ 12):
Sjúkrakassar, sum var 100%
danskt málsøki. Hendan ár
liga fíggingin, sum liggur í
blokkinum í dag við umleið 16
milliónum, kann ikki nýtast
til sjúkrakassar, tí teir, sum
kunnugt, eru farnir í søguna.
Tað er tí ikki óhugsandi, at
hesin partur av blokkinum
framyvir verður brúktur til
granskingargrunnin á sama
hátt sum tær mongu milli
ónirnar, sum ríkiskassin átti í
sjúkrakassagrunninum, fóru
í granskingargrunnin (Fróð
skaparsetrið) í 2014.
Loysingarrørslan – uttan
og innan løgtingsgátt – hevur
áhaldandi skýrt hesa fígging
fyri biddarapening.
Eingin er fullspottaður,
fyrr enn hann spottar seg
sjálvan. Plaga vit at siga.
(Annars
verður
sjúkra
húsverkið fíggjað við 50% úr
landskassanum og 50% úr
ríkiskassablokkinum. Tá ið
føroyingar fáa røkt á Ríkis
sjúkrahúsinum, verður hon
fíggjað 100% úr blokkinum
og ikki úr landskassanum.
Tað vil siga, at vit sum dansk
ir ríkisborgarar fáa ókeypis
sjúkraviðgerð á Ríkishospi
talinum. Sum kunnugt hevur
blokkurin verið niðurbundin
síðani 1. januar 2002, og man
tað vera ein av orsøkunum til
ta fíggjarligu trongstøðuna ,
sum heilsuverkið stríðist við.)
2. Áskoðanir og íbirtingar
í málsligum og listarligum
høpi eru fjøllbroyttar, eins
og málið og list eru livandi,
óavmarkað, endaleys. Tey
”mentaðu, serkønu” kunnu
við indoktrinering órógva
meira enn gott er, meðan
politisk uppílegging og ávirk
an kann krypla sálina, gera
hana trongskygda, vingluta
og einsporaða. Hetta kemur
mangan til sjóndar í felags
skapum og londum við eina
ræði. Við ræðandi óhugna
uppstóð hetta í Russlandi við
kommunismuni og í Týsk
landi við nazismuni.
Fólk við vanligum viti
og skili smílast stillfør, tá ið
onkur docerar alvitandi um
mál og mentan.
Men tá ið vit royna at
loysa aldargamla fløkju við
tveimum bókstavarøðum í
okkara skriftmáli, er eingin
smílandi umbering. Nei, tá er
eldur í koluni. Í meira enn eina
øld hava føroyingar klandrast
um, hvussu vit skulu brúka
okkara
skriftmál.
Og
vit
klandrast framhaldandi.
Er einki flogvit, sum kann
loysa hendan okkara gordiska
knút, so báðir partar – tað eru
bara tveir – verða nøgdir? Eitt
kompromis? Hetta skylda vit
okkara børnum!
3. Tað kemur alt ov ofta
fyri, at bæði fremmand
nøvn og orð verða skeivt
úttalað, eins og føroysk orð
verða skeivt bend í okkara
almennu fjølmiðlum. T.d.
segði útvarpið (tað er nakað
síðani), at Boldu (ella okk
urt sovorðið) hevði kom
ponerað
ouverturuna
til
operuna ”Kaliffurin úr Bag
dad.” Komponisturin eitur
Boieldieu (1775-1834) og úttal
ast Boaldiø.
Og ”at heiðra” er farið frá
at stýra hvørjumfall í staðin
fyri hvønnfall, sum tað hevur
gjørt í øldir.
Bara tvey dømi úr rúgv
uni.
Slíkt eigur ikki at koma
fyri í einum almennum fjøl
miðli!
4. Í hesum døgum eru fólk
í Danmark av teirri ásko
ðan, at ein ræðulig ólukka
kann taka seg upp á arbeiðs
marknaðinum í teirra landi,
um stjórnin ikki av álvara
umhugsar, hvussu nógvum
akademikarum brúk er fyri
á teimum ymisku arbeiðs
økjunum, nú tað er politisk
ætlan at brúka nakrar milli
ardir eyka komandi 20 árini
til útbúgving og SU. Tey rópa
”vagt i gevær” og stúra fyri
at fáa eitt nýtt akademiskt
proletariat. Brot úr kronikki
í einum donskum blaði fyri
einum mánaði síðani: ”… Ein
neyðarslig mynd av niður
undirkomnum studentum,
eitt nýtt proletariat, sum
gerandisdagar slabbar við
arbeiðsloysi ella vánaligum,
illa løntum arbeiði…” ”…held
ur enn at gera nyttu í tí veru
liga
framleiðslutólinum,
verður stórur partur av
studentaproletariatinum
ein tung byrða hjá teimum
almennu køssunum. Spurn
ingurin er ikki, um ov nógv
fara í studentaskúla, men um
ov fá fáa sær aðra ungdóms
útbúgving…”
Í einari lýsingarkampagnu,
”Vit velja Føroyar” – stuðlað
av Fróðskaparsetri Føroya
og nøkrum hálvalmennum
og privatum virkjum her
á landi – lesa vit, at Setrið
skal brúka meira enn eina
milliard i 2015-2020:
*147 milliónir til yvirskip
aða tilgongd í 2015
*418 milliónir til yvirskip
aða tilgongd í 2016/2017
*436 milliónir til yvir
skipaða tilgongd í 2018/2020
*Tann árliga játtanin til
Setrið skal hækkast úr 67 til
100 milliónir.
*Løgtingið
skal
keypa
Venjingarskúlan frá Tórs
havnar kommuni til Setrið.
(Saltsiloin
á
Rundingi
kemur kanska eisini í mylnu
na?)
Vónandi fáa vit ongantíð
eitt akademiskt proletariat.
Proletariat í vanligum týdn
ingi er ókent fyribrigdi í Før
oyum. Okkara forfedrar vóru
peningaliga fátøk fólk, men
proletarar, nei , tað vóru teir
ikki – als ikki.
5. Myrk skýggj fyri framm
an?
Komandi 5-ára skeiðið fer
”tað almenna” djúpt í lumm
arnar hjá Pallaba og Mar
sannu eins og í 80-unum, tá ið
alt samfelagið fór av knóran
um í 1992, og fólk rýmdu yvir
háls og herðar av landinum -
tey flestu til Danmarkar. Nú,
22 ár eru liðin, sær fíggjarligi
politiski ”matseðilin” soleiðis
út:
2.2 milliardir til undirsjóar
tunnlar Eysturoy/Streymoy/
Sandoy
0.4 milliardir til útbygging av
Landssjúkrahúsinum (uni
versitetshospital)
0.4 milliardir til nýggjan
meginskúla í Havn (er í gerð)
1.1 milliardir til Fróðskapar
setri (sambært nevndu lýsing
”Vit velja Føroyar”)
? milliardir til nýtt vaktar- og
havransóknarskip
? milliardir til komandi upp
túsnaðar, óstýriligar fíggjar
lógir ár um ár
Hetta er ikki gamans
leikur.
Tað er hóast alt so stutt
síðani, at allar Føroyar – hús
og heim, peningakervið og
landskassin
–
kollsigldu,
og vit fingu neyðuga hjálp
uttaneftir – fíggjarliga og
umsitingarliga – fyri at sleppa
burtur úr tí óðnini og fáa sam
felagið á rættkjøl aftur.
Eingin í Føroyum við van
ligum viti og skili, eldri enn
35 ár, hevur gloymt hetta.
Vit undrast og spyrja,
eins og Tróndur Olsen (1879-
1961) – Tróndur á Malarenda
– á sinni: ”Men sig hvat ger
tingið. Nú statt ei og bín! Jú,
teir selja grýn.”