Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Halt kjaft, tín rasist! ' Hanus Samró Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin Tað er aftursvarið, tá eg grund­gevi fyri, hví eg eri varin við flótta­fólkum. Síð­an løg­maður í nýggjars­røð­uni boðaði frá, at Føroyar áttu at tikið ímóti fleiri flótta­ fólkum, hava Føroyar verið á gosi. Sosialu miðlarnir kykn­aðu skjótari enn nøkur nýggj­árs­rakett. Ein avbjóðing Humanistarnir grundgóvu beinanvegin fyri, hví Føroyar áttu at tikið ímóti fleiri flótta­fólkum, meðan hin varni og afturhaldssinnaði vong­urin grundgav fyri, hví vit mugu vera varin, tá tosað verður um flóttafólk. Flótta­fólkini hava sæð og upp­livað so nógv ræðuligt, og um vit taka ímóti teimum við opnum ørmum, skulu vit ikki bara hava tilbúgving til tey reint fysiskt, men eisini sálar­liga. Tey skulu ikki bert hava tak yvir høvdið, men hava atgongd til allarbestu sálar­frøðil­igu hjálpina. Tað er ikki hissini avbjóðing. Tey skulu hava hjálp Sum framkomið land skulu vit gera okkara skyldu í altjóða samfelagnum. Vit skulu hjálpa teimum, ið eru í neyð. Men tað er ikki eins­ merkjandi við, at vit skulu taka ímóti flóttafólkum frá fjarskotnum londum, sum vit ikki hava nakað beinleiðis tilknýti til. Tað veri seg ment­ an, mál ella átrunaður v.m. Heldur skulu tey hjálpast so nær at landinum sum møguligt, tí vit mugu ganga út frá, at teirra størsta ynski er at sleppa heim aftur. Tí átti løgtingið heldur at økt játtanina til neyð- og menningarhjálp. Tað er veru­ liga nakað, sum munar. Vit mugu vera varin Tað er trupult at koma við nøkrum konstruktivum, tí so skjótt sum vit grundgeva fyri varsemi, verða vit skírd fyri at vera rasistar. Fasistar. Og tað, sum verri er. Men vit eru hvørki rasistar ella fasistar: Vit eru føroyingar. Vit vilja hjálpa teimum, ið hava tørv á hjálp, men vit meta ikki, at vit hjálpa teim­ um við at lova teimum til Føroya. Tað er eisini boð­ skap­urin frá Føroya fólki. Sambært veljarakanningini á Vágaportalinum vildu 82 % av teimum spurdu ikki hava flóttafólk til Føroya. Og tað er eisini mín erliga meining. Men tað endar helst við, at eg verði skírdur fyri at vera rasist, tí eg eri samdur við 82 % av landinum. Hjálpa vit teimum? Thorbjörn Brochs Heimspressan letur okkum vita, hvussu ódemokratisk nökur lond eru, og sigur okk­um so, hvussu neyðugt tað er, at tey “góðu” londini gera innrás har. Í Libya var Gadaffi ringur, men eftir at “vit” hjálpti teimum at fáa demokrati, er stöðan verri enn áður. Irak var eisini ódemokratiskt, og har vóru eisini vandamiklar vápnagoymslur, varð sagt. Hvussu demokratiskt er landið nú, eftir at “vit” hjálpti teimum? Jödar, kristin og aðrir minnilutar, sum hövdu trúarfrælsi undir Saddam Hussain, kunnu ikki liva í landinum longur. Hvussu gott er tað at liva í Sýrialandi? Tað var ikki demokratiskt fyrr, men verri er nú. Og veruleikin er, at tað er Vesturheimurin, sum gevur Islamisk Stat tær bestu arbeiðsumstöðurnar. Og tað vita teir væl. Men Palliba trýr, at stóribeiggi ger tað rætta, og at alt verður betri nú. Og flóttafólkini streyma inn í Europa. Men hvör eru teir? Tá vit vóru á Samos í summar, komu nógv flótta­ fólk við báti úr Turka­landi, um hundrað fólk hvönn dag. Tað skuldi eita seg, at teir komu úr Sýrialandi, men har vóru nógv fólk úr Somalia og öðrum londum. Turkar skora kassan uppá at flyta fólkini yvirum, so tað eru ikki neyðardýr, sum koma inn í Europa. Tey kristnu har um leiðir eru ikki rík, so tey verða ikki hjálpt, “vit” hjálpa ei heldur öðrum minnilutum. Eg vil sleppa at siga nakað gott um Gadaffi og Assad: Teir sendu ikki flóttafólkaskip til Europa. Flóttafólkini úr Libya komu ikki fyrrenn “vit” bumbaðu landið. Sama var í Sýrialandi, men fyri at fáa gongd á flóttafólkastreymin, var neyðugt hjá “okkum” at hjálpa uppreistrarfólkunum at skræða landið sundur. “Vit” hava eisini skrætt onnur lond sundur, enntá norðanfyri Mið­jarðarhavið, og fleiri koma ivaleyst afturat. Heldur tú, at vestur­lendsk­ ir politikarar eru býttari enn ein kúgv? Tá úrslitið er tað sama hvörja ferð, heldur tú eisini, at teir ikki vita, hvat teir gera?? Tað ber til at opna eyguni eitt sindur. Vónandi fara tey varnu at fáa fólksins stuðul. Vilt tú verða triðjalandsborgari í egnum ríki? Hevur tú sæð, hvussu politikarar her heima vilja gera teg til triðjalandsborgara í ríkisfelagsskapinum og restini av Europa, tí teir vilja sleppa at yvirtaka útlendingaøkið og taka móti flóttafólkum? Edmund Joensen fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Seinastu vikurnar hava før­ oyingar verið vitni til, hvussu fólk á polit­iska pallinum missa jørð­for­bindilsið. Her hugsi eg um orða­ skiftið um at taka ímóti flóttafólkum her í Føroyum og í tí sambandi at yvirtaka út­lendingamál. Talan er um eitt kostn­ aðarmikið hugskot, ið hótt­ir við at gera teg og all­ar aðrar føroyingar til triðja­lands­ borgarar í okkara egna ríki og í restini av Europa. Lat okkum fyrst hyggja at avleiðingunum fyri teg. Triðjalandsborgari Helst hevur tú sæð, at Smyril Line og Vága Floghavn tala at og greiða frá avleiðingum av at yvirtaka útlendingaøkið. Fyritøkurnar siga, sum rætt er, at føroyingar fáa trupulleikar á øllum euro­ peiskum flogvøllum og havn­ um – eisini teimum donsku - uttan føroyskan limaskap í Schengen-samstarvinum. Veruleikin er, at føroy­ ingar verða uppaftur meira avbyrgdir frá Europa. Við yvirtøku av út­lend­ ingaøkinum verða Føroyar settar uttan fyri Schengen- markið hjá 26 londum í Europa. Tað ber bæði í sær, at marknaeftirlitið móti før­oyingum verður hert, og at Føroyar missa Scengen- rættindi. Ein spurningur er, um føroyingar uttan fyri Schen­ gen verða noyddir til at hava visum – eitt serligt inn­ ferðarloyvi – fyri at sleppa inn í Schengen-lond, m.a. øll ES-lond. Um tað gerst støðan, er vandi fyri, at tú, eg og allir aðrir føroyingar noyðast at søkja um uppihaldsloyvi í Schengen-londum – eisini Danmark – um vit vilja steðga í meira enn tríggjar mánaðir. Hetta er avbyrging og markaforðing, sum forslær. Føroyingar – ríkisborgarar – eiga ikki at finna seg í, at verða gjørdir til triðja­lands­ borgarar í egnum ríki og í okkara parti av heiminum. Vaksa pengar á trøunum? Uppi í øllum hesum hongur eisini tann fíggjarligi spurn­ ingurin, tí tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki ókeypis at yvirtaka útlendingamál og at gerast ein altjóða spælari á flóttafólkaøkinum. Tøl frá danska Rockwool Grunninum vísa, at tilflytarar frá ikki-vestanlondum í fjør kostaðu danska ríkis­kass­ anum 16,6 milliardir krónur. Hetta svarar til umleið 26 ríkisveitingar til Føroya eftir bert einum ári. Við einum ambitiøsum flóttafólkapolitikki kann ovbyrjaði landskassin fáa eina rokning á upp til 160 milliónir krónur – hvørt ár! Hvaðani skulu teir peng­ arnir koma? Hvar skal sparast ella skerjast í vælferðini? Hvussu nógv skal skatt­ urin hækka? Tað mugu Poul Michel­ sen, Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen siga før­oy­ ingum. Ríkið hevur higar­til tik­ ið sær av flótta­fólka­poli­ tikk­inum undir góðum og skip­aðum umstøðum, hóast málsøkið er sera krevjandi og kostnaðarmikið. Um Før­ oyar ynskja at hava ein ak­ tivari leiklut á hesum øki, skal virkast innan karm­ arnar av ríkisins samlaða flótta­fólka­politikki og í tøttum sam­starvi við ríkis­ myndugleikarnar. Forlorið bringuprýði Nú eins og áður eru yvirtøkur forlorið bringuprýði hjá loysingarmonnum, ið vilja spæla sær við Føroyum og okkum, ið her búgva. Ólukkan er, at tú sum skattaborgari skalt gjalda rokningina, umframt at tú í hesum máli skalt finna teg í at verða triðjalandsborgari í egnum ríki og heimsparti. Fert tú at finna teg í hesum?