Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Hvussu langt røkkur okkara næstakærleiki? Eivin H. Jacobsen Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Nýggjársrøða løgmans hevur verið nógv umrødd hesar fyrstu dagarnar í nýggja árinum. Nógv eru samd um, at hetta var ein røða til fólkið, sum øll kundu taka undir við, og taka hvønn annan í hondina og ynskja gott nýggjár. Ein nýggjársrøða for­plikt­ ar ikki politiskt á sama hátt sum ein løgmansrøða ella ólavsøkurøða. Í ólavsøku­ røðuni greiðir løgmaður frá støðuni í samfelagnum, og um politiskar ætlanir, sum arbeitt verður við. Hetta er ikki galdandi, tá talan er um eina nýggjársrøðu. Her er Løgmaður meira frítt still­ aður, og kann gera sær nakrar tankar, visiónir og lýsa støð­ una frá einum øðrvísi sjónar­ horni, uttan t.d. at taka atlit til eitt samgonguskjal og parta­politikk. Løgmaður gjørdi sær nakrar meiningar og tank­ar um útlendingar og flótta­ fólka­mál, m.a. grundað á tey kristnu virði, sum samfelag okkara onkursvegna skal byggja á - vitandi um, at hetta er eitt mál, sum fólk eru ymisk á máli um. Siterað var beinleiðis úr bíbliuni um at hjálpa sínum næsta, tá neyð­in valdar. Hendingarnar í Paris sein­ astu dagarnar stuðla helst uppundir ivan, um hetta er rætt ella um vit kortini eiga at fyrihalda okkum til henda veruleika, sum eitur flótta­ fólk. Men skulu vit trúgva uppá ein heim, sum eitt betri stað at liva í fyri øll ella so nógv sum møguligt, ja so muga øll taka ábyrgd og ikki lata okkum ræða av ekstremistum og fanatikarum, og annars taka frástøðu frá valdsnýtslu og yvirgangi. Løgmaður upplýsti, at flótta­fólkatrupulleikin var vaks­andi, og at vit áttu at taka ábyrgd, og leygði upp til eitt politiskt orðaskiftið á hesum øki. Her eru nógv atlit at taka, og skal hetta eydnast til fulnar, er treytin, at vit eru væl fyrireika á øllum økjum. Vit eiga ikki at sammeta útlendingar og flóttarfólk. Flóttafólk eru sivilfólk, sum av ymiskum orsøkum kunnu vera í lívsvanda og ser­liga truplum støðum, støð­um, sum vit ikki kunnu ímynda okkum ella sum vit ikki ynskja okkara ring­ asta fígginda at koma í. Tí undrar hesin einfaldi, primi­ tivi og konservativi hugs­ unarhátturin, sum nú kemur undan kavi. Hvussu nógvum vit skulu taka ímóti, er í fyrsta umfari ikki avgerandi. Tað, sum er avgerandi er, at tey, sum vit taka ímóti fáa nøktandi viðgerð og tilboð. Um tað so bara er ein familja, ið vit kunnu geva eina betri tilveru, sum seinri kann gera mun í heimlandinum, um ein vil heimaftur. Ein mun, ið kann avspegla okkara vesturlendsku virði og okkara fólkaræði. Hetta eru virði, sum ikki kunnu gerast upp í peningi ella við at blaka nakrar krónur upp um eitt hegn .... “klári tykkum nú sjálvi.” Ikki skilt á tann hátt, at vit ikki skulu lata ta neyðhjálp, sum vit einaferð hava fíggjarliga orku og før­ leika til - tvørturímóti. Síðan nýggjársrøðu løg­ mans hava floksformenn ver­ið frammi og gjørt sínar við­merkingar. Flest allir eru samdir um, at vit eiga at taka ábyrgd, hvat hesum viðvíkur - tað gera flestu framkomnu londini rundan um okkum. Men ikki øll í polit­isku skipanini geva nýggj­árs­ røðuni ans, um tann mis­ kunNsama samariu­búgv­an. Við “serfrøðingunum” Jørg­in Niclasen og Rodmund Nielsen, í flóttafólkamálum og flóttafólkalegum, er Fólka­ flokkurin farin í kollektivt spagat. Hesir persónar hava vitjað útkantin í einari flótta­fólkalegu í 2 dagar og eru nærmast vorðnir ser­ frøðingar á økinum. Flokkurin stendur saman um, at eingi flóttarfólk skulu til landið - hetta er greið tala. Henda yvirlýsing minnir ikki sørt um víðgongdar flokkar í londunum rundan um okkum, sum eingin vil samstarva við. Í 2010 setti táverandi lands­týris­skvinna í Inn­ lendis­málum Annika Olsen ein arbeiðsbólk at koma við uppskoti um ein inter­ grasjónspolitik. Ar­beiðs­bólk­ urin var umboð­aður av øllum pørtum og áhuga­bólkum, sum høvdu við inte­g­rasjón at gera, bæði alment og privat. Eitt álit varð handað, sum lýsir, hví tað er neyðugt at hava ein integrasjónspolitikk. Sum dømi um, hvar vit standa í hesum máli, stendur á fyrstu síðu í álitinum: ““Intergrasjón” er nýtt hugtak í Føroyum. Vit hava til dømis einki viður­kent føroyskt orð fyri “inter­ grasjón.” Hugtakið inter­ grasjón fevnir um at savna fleiri partar í eina eind. Intergrasjón í samfelagsligum saman­hangi er ein tilgongd, sum skapar felags grundarlag hjá bólkum ella fylkingum at liva lið um lið.” Ta mest primitivu støðuna til flóttafólk hevur Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fókaflokkin. Hann kallar løgmann naivan, tí hann í nýggjársrøðu síni leggur upp til eitt kjak um hetta álvarsmál. Eitt kjak, sum skal lata okkum í til at hava eina meinig um teir ræðuleikar, sum vit dag og dagliga verða fóðra við, og veita hjálp, har vit kunnu. Við útgandsstøði í álit­ inum hjá Anniku Olsen frá 2010, hevur Fólkaflokkurin koyrt álitið í ruskílatið. Greinin hjá Brandur Sandoy er ein grov gene­rali­ sering og diskriminering. Hetta er málburður og pá­ standir vit eiga at taka frá­ støðu frá. Brandur Sandoy hevur rætt í, at øll lond eru ikki komin líka væl frá teirra intergrasjónspolitikki og hevur hetta skapt trupul­ leikar, men at generalisera yvir ein kamb og niðurgera øll undir einum, er als ikki rætt. Borgarstjórin og løgtings­ maðurin viðger alt undir einum - flóttafólk, mótmæli móti jólum, fletting í kjall­ ar­anum o.a. Og toppurin av ísfjallinum var mótmæli ímóti grindadrápi. Brandur Sandoy endar sína grein við at siga, at tað verður ikki við stuðli frá sær í hesum máli. Man freistast at spyrja, hvar var Brandur Sandoy, tá Sea Shepherd skuldi lóg­ gevast av landinum - ein av forsprákarunum fyri hes­ um óneyðuga profilerandi undirlutakenda tvætli. Minnist meg rætt, var tingstólurin hjá Brandi tóm­ ur, tá atkvøtt varð. Hvar fer Brandur at uppihalda sær, um tað skuldi komi hartil, at lóggivið verður um inter­ grasjón? Vit skulu seta okkum væl inn í, hvat hetta málið við sivilum flóttafólkum snýr seg um og síðan taka eina skilagóða avgerð út frá fakta­upplýsingum og vitan. Vit kunnu sjálvsagt ikki taka móti flóttafólki um vit ikki megna tað ella seta neyðuga tilfeingið av til endamálið – tá kann tað gera ilt verri. Men tað er ongin grund til at lukka av og spilla út nøkur ósek sivilfólk, sum ikki kunnu verja seg og sum eru komin í lívshættisligt óførið. Ongin sigur heldur, at hesi fólk skulu gerast framtíðar íbúgvar í okkara landi – í fleiri førum venda hesi aftur til teirra heimland, tá støðan er vorðin stabil og friður valdar. So ongin orsøk til ..... at síggja trøll á alljósum degi ... og ... at tosa til svínahundin í menniskjanum. kjak Avlýsingar og nýggja ferjan! Ritan avlýsti so at siga ongantíð (um Nólsoyarfjørð) – kanska skuldi onkur túrur ikki verið sigldur. Ternan fekk vána skoðsmál, men hevur verið trúgv leingi – til nú! Hvør er orsøkin at avlýst hevur verið so oftani og hvør bati verður við nýggju ferjuni? Jákup av Skarði At skipa tænastuna á einastu farleiðini millum tvær oyggj­ ar, leggur stóra ábyrgd á Strandfaraskip Landsins. Serliga tá ið talan er um at flyta arbeiðsfólk til arbeiðis og heim aftur. Nú skal eg ikki vassa ov nógv í orðinum “tænasta”, men eg skjóti tó upp, at Strand­faraskip Landsins skipar sær ein evnisdag um hetta evnið og hvørjar stak­ lutir starvsfólkini hugsa sum undirevni. Einasta eg fari at seta orð á er, at tænastan hevur alt at siga, um arbeiðsfólkinum er lív lagað at búgva og at seta búgv í Nólsoy. Tað verður onkuntíð sagt, at alt var so gott fyrr. Var veðrið eisini betri fyrr? Eg loyvi mær at ivast og hugsi tí heldur, at talan er um í hvussu er tveir faktorar, ið hava við sær avlýsingar: Ferj­ an og keiøkið. Nýggja ferjan til Nólsoyar var í “Visión 2015”, men sum Dagur og Vika bar fram, er hetta málið eitt av teimum óloystu. Eg fekk orð á stjóran á SSL herfyri og har var tíanverri ikki nógv nýtt at frætta, so eg havi bert orð landstýrismansins at halda meg til – og tí havi eg enn vón at gongd er í arbeiðinum. Men hvør verður ferjan? Talan er um ymsar broytingar, tó at arbeiðsbólkurin ikki enn hevur fingið innlit í tekningar. Tað hevði verið hugaligt at frætt um ferjan er á stødd við Ternuna, men møguliga ikki so høg – og við betri maskinorku. Eg skilji á lagnum, at ein orsøk til avlýsingar er út­ synningurin. Orsøkin er søgd at vera, at tá tekur Ternan ov nógvan vind á seg í mun til maskinorkuna Ternan hevur. Tí má hetta verða havt í huga í nýbyggingini og ikki órógvast av møguligum sparingum! Nú rokni eg ikki við at keiøkið verður broytt, at vit fáa nýggju ferjuna at leggja at heima í bygdini og tí má alt setast inn, at nýggja ferj­ an verður bygd til tey at­løgu­ viðurskifti vit hava – ikki bert snið og stødd, men eisini við atliti at streymi og vindi! Vit mugu tryggja okk­um sum best, at nýggja ferj­an røkir farleiðina um Nóls­ oyarfjørð á nøktandi hátt, soleiðis at tað framhaldandi ber til at búgva í Nólsoy og arbeiða aðra staðni – og soleiðis at ferðafólk ferðast trygt um fjørðin. E.s. tá ið SSL stúrir fyri veðri­ num 14 tímar áðrenn siglast skal, hevði verið ynskiligt at lýsingin ljóðaði: ”Fyri veður kann væntast órógv í siglingini fyrstu túrararnar í morgin. Viðrar kann siglast aðrar tíðir enn teir regluligu. Lýst verður á heimasíðuni og í Kringvarpinum.” Við ynskjum um gott nýggjár!