mánadagur 12. januar 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Onki flóttafólk til Føroya, takk
Brandur Sandoy
Nú okkara alra løgmaður
hevur hildið sína síðstu
nýttárstalu á hesum sinni,
og roynt at víst tjóðini
vegin at ganga, fari eg sum
løgtingsmaður at siga mína
hjartans meining um inni
haldið í einum parti av røðu
løgmans.
Løgmansrøðan
var
í
mangan mátar ein góð og
fevnandi røða, tó at røðan í
støðum fór av sporinum. Og
tað er akkurát her, at eg sum
løgtingsmaður vil gera vart
við viðurskifti, har eg als ikki
taki undir við løgmanni.
Løgmaður vil hava at vit
skulu liva upp til okkara
skyldu sum partur av altjóða
samfelagnum, og hjálpa til
úti í heimi, har neyðin er
stór, við at vit í Føroyum taka
nakrar flóttafólkafamiljur til
Føroya.
Eg eri púra samdur við
løgmanni at vit eiga at hjálpa.
Men samstundis eri eg púra
ósamdur at vit skulu taka
trupulleikarnar til Føroya,
fyri at hjálpa.
Vit eiga at spyrja okkum
sjálvi, hvat hava hesi fólk
at tilføra føroyska sam
felagnum?
Hvussu
nógv
ríkari verða vit í Føroyum tá
talan eitt nú er um mentan,
pening, íverksetan, innitiativ,
innivatión.
Vit kunnu hyggja eftir
grannalondum okkara, eitt
nú Danmark, sum vit eru í
ríkisfelagsskapi við. Hvat
hevur Danmark fingið burtur
úr at hýsa flóttafólkum?
Eru tað ikki júst hesi somu
fólk, sum í fyrsta, annað ella
triðja ættarlið eru fremstu
sympatisørar við eitt nú
Islamiskum Stati. Eru tað ikki
júst hesi fólk, sum Danmark
í dag hevur ein álvarsligan
trupulleika av, bæði við at
hesi fólk súgva landið fyri
pening fyri onki at gera, og tí
at tey eggja til ófrið millum
aðrar av teirra líkum, móti
donsku yvirvøldini?
Naivistiska hugsunarhátt
løgmans, hóvar mær als ikki.
Hetta at halda, at vit skulu
verða katólskari enn pávin
við at vit, 48000 fólk, skulu
frelsa heimin frá allari neyð,
at vit bara skulu ignorera
fólk sum koma til Føroya at
bróta okkara lógir og noyða
sína veruleikahugsan niður
yvir skallan á okkum, er so
langt burtur frá mínari verð,
at tað finnast ikki orð fyri tí.
Vit mugu ikki gera sama
mistak sum onnur vestur
lendsk lond hava gjørt, at
lata okkum yvirfloyma av
útlendskum virðum, mentan,
máli og siðvenju.
Vit eiga at gera alt vit
kunnu fyri at verja okkum,
okkara mentan og okkara
rætt at virka og liva sum vit
altíð hava gjørt.
Mótmæli móti grindadrápi
í summar er bara toppurin av
ísfjallinum.
Um vit halda somu kós
í nøkur ár afturat, verður
mótmæli móti fletting í
kjallarum tað næsta, mót
mæli móti jólum tað triðja,
har eru tey í øðrum londum
í dag. Mótmæli móti prakti
sering av kristindómi í skúl
um tað fjórða, og soleiðis
heldur tað áfram, inntil vit
hava mist alt vit eru góð
við, alt vit standa fram fyri,
alt vit savnast um í dag,
inntil samleiki okkara sum
føroyingar er so útvatnaður,
at vit standa eftir sum nøk
ur hím og undrast á hvat
hendi.
Misskil meg ikki. Eg haldi
at vit eiga at lata land okkara
upp fyri fremmandum. Eg
haldi at vit eiga at fáa ar
beiðsamar útlendingar til
Føroya, so hvørt vit sum
land hava tørv á fólki, og um
so er at okkara fólk finnur
makar av øðrum uppruna
enn føroyskum.
Men hetta eigur altíð
at verða uppá okkara fyri
treytir, og verður tað ikki
góðtikið, so er hurðin einasta
alternativið.
Hóast vit hava tað gott
í Føroyum, so er nógv sum
framvegis haltar í føroyska
samfelagnum.
Samfelags
bólkar eru í dag, sum ikki
hava
nøktandi
treytir
í
Føroyum. Hesum eiga vit at
hjálpa áðrenn vit hugsa um
onnur aðrastaðni í heiminum.
Ella kanska vit skuldu tikið
tey tøkini sum skulu til, fyri
at vit lata verða við at læna
til rakstur av samfelagnum,
sum vit gera í dag.
Eg eri við uppá at hjálpa
peningarliga úti í heimi. Eg
eri enntá við uppá at vit løna
føroyingum fyri at hjálpa til
úti í heimi.
Men tað verður ikki við
hjálp frá Brandi Sandoy, at vit
taka trupulleikar til Føroya,
sum ikki eru her í dag.
Soleiðis verður tað.
Opið bræv til leiklistaráðið
Viðvíkjandi valinum hjá leiklistaráðnum at endurseta Jenny C. Petersen sum stjóra á Tjóðpalli Føroya.
Búi Egason Dam
sjónleikari, leikstjóri
og tónlistarmaður
Endursetti stjórin
16. desembur í ár varð Jenny
C. Petersen endursett sum
stjóri á Tjóðpalli Føroya á
triðja sinni.
Fyrst og fremst vil eg
ynskja henni tillukku við
starvinum.
Tó skal ikki dyljast yvir, at
eg, sum sjónleikari, tónlista
maður og leikstjórið, eri sera
vónbrotin av hesi avgerð.
Tjóðpallur Føroya hevur
nú virkað í 10 ár. Í einum lítl
um landi sum okkara er hetta
í sær sjálvum, eitt bragd og
vónandi eru fólk flest samd
um, at føroyska samfelagið
hevur havt stóran ágóða av
yrkisleiklistini.
Fólkið sum myndar Tjóð
pallin (yrkis-leikarar, -leik
stjórar,
-leikritahøvundar,
-ljós og -ljóðfólk, -scenografar
o.o.) hava eisini eldhugað
lagt lív og sál í leiklistarliga
arbeiðið.
Tí var eg helst ikki eina
um at bíða í spenningi eftir,
at stjórin næstu 5 árini skuldi
setast.
Hvørja kós mundi tjóðleik
hús okkara nú fara at seta.
Tá so Leiklistaráðið boðaði
frá, at sami stjóri, sum hevur
sitið seinastu 10 árini (einasti
stjóri, sum nakrantíð hevur
sitið) varð endursettur, var
mær ovboðið.
Hetta var eitt afturstig
heldur enn eitt framstig.
Eingin nýhugsan. Bara
vani.
Yrkisleikhúsið
Fyri eitt yrkisleikhús, við frí
yrkisfólki knýttum at sær, er
alneyðugt at niðanfyri stand
andi viðurskifti eru í lagi:
1. Samskipan – Eitt yrkis
leikhús skal hava eina ætl
an minst 1 ár fram í tíðina.
Leikarar, leikstjórar og onn
ur starvsfólk, mugu hava
arbeiðsboð minst 6 mánaðar
frammanundan, at ein verk
ætlan fer av bakkastokki.
Boðast má frá, hvørjum leiki
arbeiðast skal við, hvørjum
fólki arbeiðast skal saman
við og nær arbeiðast skal.
Eru hesi viðurskifti ikki í
lagi, gerst tað torført hjá frí
yrkisfólki at leggja ætlanir
um sítt arbeiðslív.
2. Samskifti – Eitt yrkis
leikhús hevur samfelagsliga
ábyrgd. Skal leiklistafólki
kenna hesa ábyrgd, er neyð
ugt, at stjórin vísir gjøgnum
skygni og opinleika í sam
skifti sínum.
Tað skal vera greitt, hvørji
aðalendamál leikhúsið hevur.
hvør er listarligi leisturin,
hvørjir samfelagsligir proble
matikkir skulu viðgerast,
o.s.fr.
Ein leikhússtjóri má fylgja
væl við, hvat hendir listarliga
og samfelagsliga, bæði her
heima og í útheiminum og
samstundis vísa førleika at
tvinna hesa vitan saman
við leistinum, sum leikhúsið
virkar eftir.
3. PR – Leikskrá skal kunn
gerast undan hvørjum leikári.
PR-arbeiði og branding av
einum leikhúsi má vera
neyvt lagt til rættis.
Eisini er eitt støðugt sam
skifti við miðlarnar neyðugt.
Almenningurin
skal
vita,
hvat rørir seg í einum yrkis
leikhúsi.
4.
Visión:
Stjórin
má
brenna fyri leiklistini. Stjórin
má hava okkurt at fortelja,
leikir, ið hann vil seta upp,
problematikkir, ið hann vil
varpa ljós á, o.s.fr.
5. Endamál: Eitthvørt leik
hús má, tilvitað stremba eftir
at náa sínum endamálum.
Ein
endamálsorðing
skal
ikki bert vera orð, men eisini
sýnast í verki.
Samanumtikið: Eitt yrkisleik
hús krevur ein stjóra, sum
hevur breiða vitan um bæði
list og samfelag, ein stjóra,
sum hevur eldhuga og dirvi
til nýhugsan, er inkluderandi
og sum tekur fulla ábyrgd av
øllum tí, sum eitt stjórastarv
inniber.
Leiklistaráðið
Eftir minum tykki, hevur
stjórin, sum hevur sitið sein
astu 10 árini, og sum nú er
endursettur, ikki livað upp
til hesi krøv.
Eg meti at samskipan,
samskifti og PR hava verið
illa handfarin. Eg havi saknað
listarligar visiónir, endamál
og kontinuitet á Tjóðpalli
Føroya.
Stutt sagt meti eg at Tjóð
pallurin leingi hevur saknað
ein leiðara í orðsins fulla
týdningi.
Mær er sagt, at í fleiri
umførum er Leiklistarráðið
kunnað um hesa ónøgd, uttan
at hava tikið atfinningarnar
í álvara. Leiklistaráðið hevur
endursett sama stjóra fyri
triðju ferð, væl vitandi um
misnøgdina, sum hevur verið
seinastu árini. Hetta er átalu
vert og er ábyrgdarleyst,
bæði yvirfyri stjóranum og
leiklistafólkunum.
Eg kann tískil staðfesta,
at leiklistaráðið ikki hevur
tikið til eftirtektar, at tað eru
yrkis-leikarar,
-leikstjórar,
-leikritahøvundar,
-sceno
grafar og -ljóð- og ljósfólk,
sum, í samstarvi við stjóran,
mynda Tjóðpall Føroya.
Við vón um broyting
eblaðið
sos.fo
eblaðið
sos.fo