Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Merkisdagar tiltøk Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Týsdagin 13. januuar kl. 20.00: Argjakórið Hósdagin 15. januar kl. 20.00: Bíbliutími við Gunnar Reynslág.2. Pætursbræv kap.3. Sunnudagin 18. januar kl. 11.00: Gudstænasta og sunnudagsskúli. 40 ára hátíðarhald fyri Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum www.koma.fo Samkoman Marknagil Fjalsg.2, Tórshavn Mánakvøldið kl.20 bønar- og uppbyggingarmøti. Øll hjartaliga vælkomin. Ebenezer Týsdag kl. 17-19: Frítíðararbeiði Mikudagu kl. 10-12 møtast mammur og børn. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Hóskvøld kl. 20: Ungdómsmøti. Hjartaliga vælkomin www.Ebenezer.fo Meinigheitshúsið í Havn Mánadagur kl 21.00 Heims­bønarvika Týsdagur Kl 20.00 Bíbiltími. Luk 15, 1 -10 og Heimsbønarvika Mikudagur Kl 21.00 Heimsbønarvika Hósdagur Kl 16.30 Gentukórið venur Hósdagur Kl 20.00 Ungdómsmøti v/ Alfrd Petersen. Bólkatrýst. Heimsbønarvika Fíyggjadagin kl 21.00 Heimsbøna­ rvika Leygardagin Kl 21.00 Heims­ bønarvika Sunnudagin kl 14.00 sunnudagsskúli Sunnudagin kl 18.00 Møti v/ Gulak Hansen. Gulak og vinmenn syngja Frelsunarherurin í Tórshavn        Mánadagin kl. 17.00  Club 7up Mikudagin kl. 17.00  Bønarløta Hósdagin kl. 20.00 Heimaforbund fyri allar kvinnur Sunnudagin kl.  11.00   Halganar­ møti v/Joen Paula Petersen sersjantmajori kl.  11.00 Sunnudagsskúli Sunnudagin kl. 18.00 Evangeliskt møti Hjalgrim Davidsen talar          Øll eru hjartaliga vælkomin Sjómankvinnuringur verður í Meinigheitshúsinum í Havn mánakvøldið 19. januar kl. 20.00. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Filadelfia Landavegur 22, Tórshavn Mánadagin 12. jan Kl. 19.00 Felags bønarmøti í Soli Deo Gloria í Klaksvík Mikudagin 14. jan Kl. 16.30 Bøn fyri Ísrael og býnum Fríggjadagin 16.jan Kl. 20.00 Húsmøti hjá Naddodd og Sólgerð Jacobsen. Sunnudagin 18.jan Kl. 11.00 Altjóða morgunmøti. Tim Southerland talar. Kl. 19.00 Sellubólkur hjá Samuel Joensen KFUM og KFUK í Havn Mánadagur  12. januar kl.15.00 í KFUK:  Seinnapartsamkoman við  Alfred Olsen. Evni: Dánjals bók. Týsdagur 13. januar kl. 16.30 í KFUK: Várgleði fyri børn. Mikudagur  14. januar kl. 19.00 í KFUM: Ten-sing kórið venur, hetta er fyri ung. Hósdagur 15. kl. januar 15.00 í KFUK: Binditreff, allar kvinnur eru vælkomnar. Mánadagur 19.januar kl. 15.00 í KFUK: Seinnapartsamkoman við Øssur Kjølbro. Evni: 7. boð. Týsdagur 20. kl. januar 16.30 í KFUK: Várgleði fyri børn. Evangeliihúsið Mánakvøld 12.01 kl 20 Kjarnumøti Mikukvøld 14.01 kl 19 Link Fríggjakvøld 16.01 kl 21 Ung­dóms­ møti Sunnummorgun kl 11 Familju- og morgunmøti v/ sunnudagsskúla Katólska kirkjan Hvønn dag messa í Kerit kl. 17.30. Kollafjarðar Missiónshús Týsdagur 13.01. Bønarløta kl.19:30 Bíbiltími kl. 20:00 Nýtt skeið í Vøgguljóð byrjar í Kollafirði 23. januar Vøgguljóð er ein hugnaløta við sangi og rørðslum fyri lítla barnið upp til 10 mdr og eitt foreldur. Verið hjartaliga vælkomin at spyrja um hetta hevur tín áhuga ella um tú kennur onkran sum eigur eitt lítið barn. Á tlf. 222478 ella mijo@ olivant.fo Skeiði verður um nóg nógv tekna seg Hvalvíkar Missiónshús Týsdagin 13.jan. Ungdómsmøti kl.20.00 Mikudagin 14.jan. Kvinnubøn kl.09.30 Hjartaliga vælkomin Missións og ungdómshúsið á Glyvrum Týsdagin 13. jan. kl. 19:30-20:30 Kórvenjing Mikudagin 14. jan. kl. 19:30 Bíbliutími Hósdagin 15. jan. kl. 18:30-20:00 Junior (4.-7. fl.) Fríggjadagin 16. jan. kl. 21:00 Ungdómsmøti Sunnudagin 18. jan. kl. 17:00 Simba og Møti, Anton Højgaard talar Lívsins Orð, Runavík Týskvøldið kl .20,00 Húsbólkur hjá Palla & Jonnu, Saltangará Týsdag kl.17.30 Liljur Mikukvøldið kl.20.30 Ungdómsmøti Sunnudagin: Einki møti Øll hjartaliga vælkomin Kambsdalur, Handilsskúlin Týskvøld kl. 20: Bønar-og uppbyggingarmøti. (Fyribils verða møtini hildin í skúlastovuni í ítróttarhøllini) Kirkjan í Fuglafirði 15. januar kl 10: morgunsangur (fyri øll), 10.30: pinkubarnasalmasangur. kaffi og breyð verður aftana. Soli Deo Gloria Mánakvøldið kl. 19.00 felagsbønarmøti. Netverk Hósdagin kl 20.00 ungdómsmøti Sunnudagin kl. 17.00 bøn Sunnudagin kl. 18.00 møti við Mariannu Jacobsen KFUM & K Klaksvík Mikudag Kl.20.00 Bíbliutími. Malan K Olsen lesur Orðtøkuni kap.19. - 20 Hósdag Kl.18.00 - 19.00 Junior møti, t.v.s 5. - 7. flokk. Allir juniorar fáa sms. Um onkur ikki fær sms, smsa so navn til 212480 Kl.19.00 – 20.30 Venur gospelkórið "Sola Gratia", Um tú hevur áhuga at koma syngja við, so vælkomin Fríggjadag Kl.21.15 Bønarmøti úti í ymiskum heimum. Í kvøld hjá Lisbet og Kristian Fríðrik Olsen, á Brekku 54 Sunnudag Kl.14.00 Sunnudagsskúli. Barnakórið venur aftaná Kl.17.00 í Christianskirkjuni. Einki møti í KFUM & K, men víst verður til sangløtu í Christianskirkjuni kl.17.00 har Martin Joensen kemur at greiða frá sínum lívið og Kl.20.30 Ungdómsmøti Øll hjartaliga vælkomin.Vitja okkum eisini á facebook Missiónshúsið í Skopun Mikudagin 14. jan. kl. 19.30 bønarløta. Kl. 20.00 bíbliutími v/ Jóhannu Sofíu Hentze. Hósdagin 15. jan. kl. 18.00 PODAS. Sunnudagin 18. jan. kl. 14.00 sunnudagsskúli. Kl. 18.00 møti v/ Eisinbjørg Clementsen og Regin Drangberg. Innsavnan. Vetrarstevnan verður í døgunum 23.-25. januar. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Porkeri Missiónsvikan byrjar ónskvøldið 14. januar 2015 kl 20. Øll eru hjartaliga vælkomin. Losjan Í Havn Fríggjadag kl. 15 hittast tilkomin og eldri til hugna. Dagtilhaldið í Runavíkar Kommunu heldur til í hølunum hjá Nón á Torvgøtu 2 í Runavík. Opið er Mánadag - Hósdag frá kl. 14.00 til 17.00. Ymiskt er at takast við, bløðini eru til taks og ein góður drekkamuður er at fáa hvønn dag. Hósdag kl. 14.30 - 15.30 er fimleikur í høllini í Glyvra skúla. Øll eru vælkomin. Dagtilhaldið. Sorgarbólkur fyri vaksin, ið hava mist ein kæran Bólkurin møtist umleið 3.hvørja viku. Áhugað kunnu venda sær til bólkaleiðararnar. Margret Mortensen tlr. 223456 og Sigrun Heldarskarð 265432 Vitjunarvinir til Reyða Kross Føroya Bryggjubakka 2, Tórshavn Um onkur hevur hug at verða vitjunarvinur hjá Reyða Krossi, eru til vælkomin at ringja til fyriskiparar Eyrith tlf. 513784 ella Marin 284333, teldupost eyrith@redcross.fo ella marin@redcross.fo og redcross@ redcross.fo Pensionistafelagið í Havn 14. januar kl. 19,00 verður fundur í Losjuni, har Ingeborg Wenningsted Jacobsen greiður frá ymiskum um "Hornagarð" og um hvussu tað var at vera ungur í "Hornabø" og viðurskiftunum í býlinginum sum hon minnist tey. Allir pensionistar eru vælkomnir á fundin! Virkin sum longst Vit møtast hvønn mánadag frá kl. 15 til 18 í Sørvágs skúla. Drekkamunnur og køka er at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið Blákollan í Sunda kommunu Opið er týsdag og hósdag frá kl. 14 til 18. Øll eru vælkomin. Dagtilhaldið í Vági er byrjað aftur Opið er týsdag og hósdag frá 15-18 Øll eru hjartaliga vælkomin Tilhaldið í Tórsgøtu 21 tlf. 316491/286491 Opið mánadag-fríggjadag kl. 9–16 Týsdagur 13.januar 09.00 – 16.00 Motiónsrúmið er opið 09.00 – 16.00 Teldustovan opin 10.00 Sangur, Knút Olsen 14.00 – 16.00 Hugnaløta Mikudagur 14. januar 09.00 – 16.00 Motiónsrúmið er opið 09.00 – 16.00 Teldustovan opin 09.00 Horn- og beinarbeiði 09.00 B. Maskinbinding 14.00 – 16.00 Hugnaløtapráti 60 ára føðingardagur Mánadagin 9. februar 2015 fyllir Páll Lervig í Vági 60 ár. Føðingardagurin verður hildin í VB-húsinum leygar­ dagin 7. februar kl. 11. Tey, ið vilja gleða meg hendan dagin, verða vinar­liga biðin um at siga frá á tlf. 373036 ella á tlf. 272667 áðrenn 25. januar 2015. 70 ár Tað kennist løgið – men ikki illa - at eg í næstum man sjúti fylla. Aftur við borði slíkt ei kann fara, tí vænti eg frænda-, vina- og kenningaskara í VB-húsið við mær og mínum at minnast hin dagin – seint undir krígnum. Veitslan verður í VB-húsinum tann 21. februar klokkan 19. Tey, ið vilja gleðast við mær hendan dag, biðjast siga frá á tlf. 213415 ella 373415 í seinasta lagi tann 11. februar. Bestu nýggjársynskir. Niels Petur Nolsøe (NePtuN) Gullbrúdleyp hjá Matheu og Finnbjørn Hansen, Leirvík 20. február hevur hetta fitta vakra parið verið gift í 50 ár. Í hesum sam­bandi ætla vit at feira dagin í Bygdarhúsinum í Leirvík fríggja­dagin 20. februar kl 19. Um tit ynskja at gleðast saman við gull­brúðarparinum, eru tit vælkomin at melda tykkum til á tlf 603111, 222301, 222302 ella 227362 í seinasta lagi fríggjadagin 13. februar. Vit gleða okkum at síggja tykkum- 50 ára føðingardagar Tað hevði glett okkum um familja, vinir og kenningar vildu hildið 50 + 50 ára føðingardagar okkara saman við okkum. Dagurin verður hildin í Skálanum í Klaksvík tann 14. februar kl. 19.00. Vinarliga sigið okkum frá áðrenn 1. februar á tel. 755907 ella 455907. Vinarliga Krisfinn og Maria Christiansen 80 ára føðingardagur 19 januar fyllir Sofus Boesen í Froðba 80 ár. Føðingardagurin verður hildin á Seglloftinum á Tvør­oyri tann 24.01 frá kl 18. Melda til á tlf 372634 ella 212634 í seinasta lagi 19.01. Brúdleyp Leygardagin tann 4. apríl giftast Annika Rúnadóttir Gjógvará, Tórs­ havn og Virgar Enghamar, Tórs­havn. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl 13. Veitslan verður hildin fyri inn­ bodnum í Dansifrøði kl 17. Brúðar­ hús verður 5. apríl í felagshúsinum í Stóragerði frá kl 16, har øll eru hjartaliga vælkomin.