Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hondbóltur Gulldreingirnir: Pætur Albinus Føroyskur hondbóltur er í besta blóma. Besta dømið man vera at finna seinasta summar, tá ið føroyska U20- landsliðið hjá monnum tók øll á bóli og vann IHF Trophy- kappingina í Andorra. Her vunnu dreingirnir knúsandi 34-25-finalusigur ímóti Georgia. Tað var at kalla hetta sama liðið, sum um viku­ skift­ið hevur roynt seg í HM-undan­kapping í grikska býnum Nea Kios. Nú eru teir vorðnir eitt sindur eldri, og tað er heitið á liðnum eisini. Nú eita teir U21-landsliðið. Venjara­parið var tó hitt sama sum á frálíka túrinum í Andorra; nevniliga teir báðir Kári Nielsen og Birgir Hansen. Eitt stórt stig Fyrsti dysturin var fríggja­ dagin, tá ið vertslandið Grikka­land tók ímóti. Sigast má, at heimamenninir vóru stórfavorittar. Veddingar­ fyri­tøkur góvu føroyingum millum 4-5% møguleika at vinna dystin, men so lætt skuldi tað ikki verða hjá grikkum, og hesar metingar vístu seg at vera ógvuliga langt við síðuna av. Í fyrra hálvleiki komu ikki nógv mál. Føroyska verjan og málverji stóðu ógvuliga væl, og samstundis sum grikkar eru ógvuliga kropssterkir og somu­leiðis vóru stinnir í verj­uni, so komu einans 15 mál í fyrra hálvleiki. 8-7 til Grikka­land. Sæð við føroyskum brill­ um, so byrjaði seinni hálv­ leikur illa. Tvær útvís­ingar høvdu við sær, at Grikka­ land kom á odda 11-7. Før­ oysku leikararnir vóru tó stríðs­hugaðir og hildu seg alla­tíð inni í dystinum – tað vóru fyri tað mesta tvey mál á muni. Tá ið níggju minuttir vóru eftir, slapp Føroyar á odda 19-17. Grikkaland svar­ aði tó aftur og seinasta løtan var ógvuliga spennandi. Evstu løtuna vóru føroyingar í yvir­tali og høvdu møgu­ leika at at leggja seg á odda frá støðuni 20-20, men heldur enn hetta, so slapp Grikka­ land í skjótálop og skoraði til 21-20. Venjaraparið tók eitt time-out fyri at seta eitt seinasta álop upp, og tað rigg­aði væl. Innspæl til Helga Hoydal, sum javnaði til 21-21, ið eisini gjørdist enda­liga úrslitið. Sigast má, at nú kendi eisini hond­bólts­ grikkaland til styrkina hjá føroy­ingum. Dystarfrásøgnin hjá HSF hevur í hesum dysti hug at framhevja fantastiska mál­ verjan, Niklas Simonsen, sum eisini fekk góða hjálp frá Helga Hoydal, Trónda Arge, Áka Egilsnes og Eiriki Simonsen í verjupartinum. Í álops­part­inum skaraði Kjartan Johansen framúr og gjørdist topp­skjútti við átta málum – trý brotskøst, nøkur lang­tskot og nøkur gjøgnum­brot. Heksaketil Ári Rouch úr Hond­bólts­ sam­bandi Føroya var við á ferðini, og sum áskoðari sigur hann soleiðis um fyrsta dyst­in, sum var javnleikurin ímóti Grikkalandi. – Vit máttu arbeiða ræðu­liga hart. Í verjuni var Tróndur Arge sannur brand­ ur, tá hann støðugt kom inn fyri Kjartan, sum var mið­ spæl­ari í álopspartinum. Okk­ara menn tacklaðu teir støðugt, so stóru grikkarnir ikki sluppu ov langt inn at skjóta. Og tá Niklas Simonsen stóð ein branddyst Lupu aftur hvøkk á hond­bólts­ heimin Føroysku U20-dreingirnir, sum í fjør tóku øll á bóli við at vinna IHF Trophy-kappingina í Andorra, hava aftur gjørt um seg – hesaferð í HM-undankapping fyri U21-landslið í Grikkalandi, har teir vóru um reppið at vinna ímóti vertunum. 21-21-javnleikurin hevur tó givið afturljóð í hondbóltsheiminum