Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. januar 2015 · Nr. 4 ítróttur Hondbóltur Birgir Hansen, ein av venjarunum hjá U21-lands­ liðnum, sigur, at hesin túrurin hevur lært teir nógv. Hann fegnast eisini um sera góðar aftur­ meldingar, bæði heimaífrá og frá útlendingum Vit hava lært nógv Birgir Hansen: Pætur Albinus Birgir Hansen, sum mynd­ ar venjaratoymið hjá U21- lands­liðnum saman við Kára Nielsen, er væl nøgd­ ur við túrin í Nea Kios. – Vit eru rættiliga væl nøgdir. Vit slúka til okkum av royndum, tí enn hava vit ikki so nógvar. Slíkir túr­ar eru ógvuliga góðir til at fáa royndirnar upp í, so vit eru væl nøgdir og hava lært nógv, sigur Birgir. Elsti árgangur í hesi undankappingini var 1994. Tó var føroyski hóp­ urin einans mannaður við fimm úr hesum árgang­ inum, meðan ein var frá 1995, heili átta 1996 og ein 1997. Tískil var talan um eitt sera ungt lið í mun til mót­støðulondini, Grikka­ land og Serbia. Tóku ferðina av Ikki einans vóru mót­støðu­ leikararnir eldri, men eisini vóru teir kropsliga nógv sterkari – Birgir metir, at teir vóru 10-15 cm hægri og væl tyngri. Men hvørjar snildir verða so nýttar fyri at spæla upp ímóti teim­ um? – Hjá okkum snúði tað so um at pakka okkum saman í verjupartinum og royna at hava eina liv­andi verju, har allir ar­beiddu øgiliga hart. Tað eydn­aðist óluk­sáliga væl. Í álops­ part­inum royndu vit at fáa skjót­álop, men annars um tað ikki riggaði, so tóku vit ferðina úr spæl­inum og settu eina álops­kombina­ tión upp. Vit royndu at gera teir ótolnar, og tað eydn­aðist væl til tíðir. Saman­umtikið hava tey ting­ini, vit hava roynt, eydn­ast væl, metir Birgir. Tað var serliga í javn­leik­ inum ímóti Grikkalandi, at ótolnið sprettist upp í mót­ støðuleikarunum. Grikka­ land fekk nevniliga ikki færri enn átta útvísingar. Birgir fegnast eisini um, at tað hava verið nógvar reak­tiónir úr Føroyum, og at teir í hópinum lata heilsa og takka fyri heils­ anir og uppmerksemi. Fingu rós Tað fór ikki ósæð framvið, at pinkutjóðin fyrst leyp hvøkk á Grikkaland og síð­ ani spældi upp við Serbia stóran part av dystinum. – Vit fingu fyrst at vita frá grikkum, at teir vóru imponeraðir av okkum. Delegate, ábyrgdarin av kapp­ingini, sum var ein mað­ur úr Bulgaria, var eis­ini impo­neraður og helt okk­um vera klókar og taktiskt sterkari. Vit spældu ímóti monnum, sum vóru 10-15cm hægri og tyngri, so vit kompen­ ser­aðu við øðrum tingum, sigur Birgir og heldur fram: – Vit hava lagt okkum á eina kós, har vit skulu fáa styrki og konditión, so­ leið­is at vit fáa upparbeitt manglarnar. Klára vit so fram­vegis at varðveita tað taktiska, so klára vit okk­ um nøkulunda, men tað skal byggjast upp á alla­ tíðina, slær hann fast. Nú verður tað U19 Vit spurdu Birgir, hvat ser­ ligt er við hesum árgang­ inum, eftirsum teir í fjør megn­aðu at vinna IHF Cup og nú kláraðu at avrika so væl í Grikkalandi. – Tað er ofta soleiðis, at tá ið ein byrjar nakað nýtt, so tendrar tað nak­ að í teimum. Teir, sum hava verið við frá byrjan, eru komnir upp á 17 lands­ dystir upp á hálvt annað ár, og tað sæst týðliga hjá nógvum av teimum. Tað sæst, at teir leggja nógv fyri í venjing og duga væl at fyri­reika seg til slíkar upp­gávur, sigur Birgir. Næsta uppgáva hjá hesum hópinum verður European Cup síðst í juni og síðani IHF Continental Cup seinni í heyst. Í European Cup eita teir U19-lands­liðið og tá hava níggju av teimum leik­ar­ unum, sum vóru við U21- lands­lið­num hesaferð, aldur at vera við. albinus@sosialurin.fo í mál­inum – 18 bjargingar og eitt bjargingar­prosent upp á 46% – so hingu vit allar tíðina í. Harða arbeiðið í verjuni kostaði eisini útvísingar, har Føroyar fingu sjey av slag­ num, sigur Ári Rouch. Og so kunnu vit leggja afturat, at føroysku spælararnir ikki vóru teir einastu, sum brúktu vøddarnar, tí grikkar fingu sjálvir átta útvísingar. – Hinvegin máttu vit brúka nógvar kreftir í álops­ partinum. Teir vóru stórir og dekkaðu flatt, so málini kostaðu støðugt nógvar kreftir, men tað riggaði kort­ ini, sigur Ári, sum var stadd­ ur mitt í einum rimmar stemningi. – Hetta var ein lítil høll, har teir gott og væl 300 áskoð­ararnir veruliga skaptu ein sonevndan heksaketil, sig­ur Ári og heldur fram: – Seinasta partin av dyst­inum stóðu øll uppi, og ýlini móti okkara spælarum vóru hørð, tá vit høvdu bóltin. Men tíbetur hildu allir høvdið kalt, og hetta var veru­liga eitt fantastiskt úrslit, sigur Ári Rouch at enda um 21-21-javnleikin ímóti Grikka­landi. Serbar ov sterkir Longu leygardagin var seinni dysturin hjá føroysku dreingj­unum á skránni. Hesa­ferð var mótstøðuliðið Serbia, sum var mett at vera enn sterkari enn Grikka­ land. Frásøgnin hjá hond­ bólts­sambandinum sigur, at føroy­ingar fingu ró á spælið við tað at Grikkaland dekk­ aði heilt inni á linjuni. Hóast Føroyar vóru væl við í fyrra hálvleiki, so hevði Serbia sum væntað munin og slapp til hálvleiks á odda 14-10. Í seinna hálvleiki riggaði upp­dekkingin væl og eitt nú við fleiri skjótálopum fingu teir føroysku minkað niður í tvey mál á muni, 17-15 til Serbia. Seinastu 20 minuttir­ nar rakti føroyska liðið tó múr­in, nógvar villur sníktu seg inn í spælið og serbar struku avstað. Helst var tað møðin eftir harða dystin dagin fyri, sum spældi inn. Við støðuna 20-17 fór Serbia heilt upp á 25-17 og vann at enda greitt 34-31. Rói Berg Hansen gjørdist føroyskur toppskjútti við seks málum. Niklas Simonsen spældi aftur ein góð­an dyst og hevði níggju bjarg­ingar. Eisini Tóraldur Kollsker slapp at royna seg í mál­inum – hann bjargaði tveim­um skotroyndum. Við tapinum ímóti Serbia var greitt, at Føroyar ikki spældu seg víðari, men sum dystarfrásøgn HSFs tekur til, so er hetta talan um eitt sera ungt føroyskt lið – heili átta leikarar eru føddir í 1996, meðan mótstøðumenninir vóru árgang 1994 og 1995. Tað boðar gott fyri komandi kapp­ingum. albinus@sosialurin.fo Grikkaland - Føroyar 21-21 (8-7) Málskjúttar: Kjartan Johansen 8 (3), Julian Olsen 4, Áki Egilsnes 2, Allan Norðberg 2, Eirikur Simonsen 2, Helgi Hoydal 1, Pætur Thomsen 1, Rói Berg Hansen 1. Útvísingar: Grikkaland 8, Føroyar 7 Serbia - Føroyar 34-21 (14-10) Málskjúttar: Rói Berg Hansen 6, Áki Egilsnes 3, Allan Norðberg 3, Eirikur Simonsen 2, Helgi Hoydal 2, Julian Olsen 2, Kjartan Johansen 2, Pætur Thomsen 1. Útvísingar: Serbia 1, Føroyar 0 Birgir Hansen